Kraftwerk |
Kraftwerk er ein elektroniskur tónleikabólkur, ið hevur verið virkin síðani 70ini. Teir eru uttan iva nakað av tí genialasta sum nakrantíð er komi úr Týsklandi! (er ein ósamdur hesum viðvíkjandi, ber til at viðmerkja longur niðri á síðuni).
Í 70'unum gjørdu Kraftwerk slóðbrótandi royndir við synthesizarum og sjálvbygdum elektroniskum ljóðførum. Teir góvu nakrar plátur út, ið slóðaðu fyri bróðurpartinum av tí, sum vit í dag kenna sum elektroniskar tónleikasjangrur. M.a electronica, techno, og synth popp. Teir slóðaðu tó ikki bara fyri elektroniskum popp tónleiki, men vístu eisini á hvussu týskur tónleikur, altso "tónleikur við greiðum týskum samleika", kundi ljóða í síðsta kvartali av 20. øld, í eini tíð har týskir tónleikarar, listafólk og rithøvundar noyddust at "uppfinna" nýggjar hættir at síggja og fata seg sjálvi og sína samtíð. Hetta gjørdu Kraftwerk eisini, og teir fóru aftur í tíðina eftir byggisteinum; til Miðevropa áðrenn 2. heimsbardaga og klassisku tónleikasiðvenjuna í Evropa. Teir byrjaðu tó mest av øllum á berum, "from scratch", og tyktust sum dotnir úr rúmdini. Tað eru teir kanska eisini...
Søgan um Kraftwerk byrjaði í Dusseldorf síðst í 60unum. Ralf Hutter og Florian Schneider vóru lesandi á konservatoriinum í Dusseldorf, og vóru við í eksperimenterandi tónleikaumhvørvinum, ið enska pressan doypti “krautrock”. Hugtakið “krautrock” verður framvegis nýtt um eksperimenterandi týskan tónleik frá síðst í 60unum og fyrst í 70unum. Bólkar sum Can, Neu!, Faust og Kraftwerk umboðaðu hetta rákið. Sjálvir róptu tónleikararnir tó ikki tónleikin fyri “krautrock”, men nýttu heldur hugtakið “kosmische musik”, altso “kosmiskur tónleikur”.
Tónleikurin teir fingust við, fekk ikki stórvegis innivist í meiri siðbundna tónleikaumhvørvinum, har typiskur poppur og 60ara rockur gjørdi um seg, og tí vóru krautrokkararnir ístaðin virknir innan avantgarde listaumhvørvið, har hugburðurin mótvegis tí eksperimenterandi var meira opin. Ofta sóust krautrock bólkar spæla konsertir til events og happenings innan listaumhvørvið. Teir báðir Hutter og Schneider vóru við í rákinum, og stovnaðu Kraftwerk í 1970. Teir fóru í holt við at byggja studio í Dusseldorf, ið var nevnt Kling Klang. Har savnaðu teir alla sína útgerð, og Kling Klang Studio verður nýtt tann dag í dag. Fyrstu árini komu og fóru fleiri Kraftwerk limir, m.a teir báðir Michael Rother og Klaus Dinger, ið seinni stovnaðu virdu krautrock duoina NEU! (ein framúrskarandi bólkur, ið somuleiðis hevur blogg umrøðu uppibornað).
Kraftwerk samstarvaðu eisini við prodjúsaran Conny Plank, ið hevði stóra ávirkan á bólkin fyrstu árini. Fyrstu tvær pláturnar hjá Kraftwerk vóru rættiliga eksperimenterandi jamm baseraðar, í trá við krautrock rákið. Tað var ikki fyrr enn á triðju plátuni ,“Ralf und Florian” frá 1973, at Kraftwerk soundið, sum seinni gjørdist heimskent, spakuliga kom undan kavi. Á fjóru útgávuni, “Autobahn” frá 74, stóð hetta eyðkenda soundið í fullum blóma, og útgávan gjørdist fyrsta meistaraverkið hjá bólkinum. Her megnaði bólkurin at samantvinna tað eksperimenterandi við tað meiri melodiøsa og popputta. Men nú eru vit longu við at fara singlandi av leið...tað var ikki ætlanin...bíða við;
Er ein í teirri støðu, at ein gjarna vil læra Kraftwerk at kenna, og ikki tímir at sálda ov nógv burturúr Wikipedia og øðrum, so er bara at lesa víðari, tí í tí fylgjandi verður ljós varpað á tað allarmest essentiella hjá Kraftwerk (tó við onkrum hissini undantaki).
Í stuttum snýr tað seg um at fáa hesar pláturnar í einhvørjum hóskandi formati, tó at vinyl sjálvandi er sakin (síðani eg av fyrstan tíð postaði hetta í enskum líki á myspace, eri eg faktiskt vorðin fegni og erni eigarin av øllum nevndu plátunum í vinyl skapi). Tvs. tað er als ikki ógjørligt at fáa í holt við, tað snýr seg bara um at leita, um at seta sær eitt mál. Um ein framvegis er í eini "í ferð við at gerast Kraftwerk fan"-fasu, so er tað sjálvandi ok við mp3 ella (í beinleiðis panikk-kendum løtum) fløgum.
Vrøvl til síðis, so er tað ein sannroynd at hesar fimm pláturnar umboða Kraftwerk í hæddini. Tað eru nógv fólk samd um, og eg teljist millum teirra. "Autobahn" (1974) var fyrsti kommersielli og kreativi tindurin og gongdin helt fram til og við "Computer World" frá 1981. Hvør av teimum fimm plátunum hevur sítt egna tema og sítt egna ljóð, sítt egna sound, sum maðurin segði.
Nú segði eg at góða gongdin helt áfram til og við "Computer World", sum um at hon steðgaði við hesi útgávuni, men onkrir nýggjari glottar kunnu ikki fornoktast. "Tour De France" stakfløgan frá 1983 t.d, eins og plátan av sama navni (frá 2003). Framúrskarandi live plátan "Minimum-Maximum" frá 2005, ið tók samanum heimstúring Kraftwerk'sar í 2004, er eisini ein perla (ella ein varði enntá). Tí menn eru framvegis virknir. Mest tí at útgerðin er vorðin so ómetaliga nógv lættari og smidligari og meira praktisk síðani 70ini. Tí ber betri til at túra, og tað hava teir í ein vissan mun gjørt sær dælt av. Tíbetur, kann ein kanska leggja afturat.
Skal ein ordiliga verða pedantiskur (sum ein tíðum freistast til at vera), so ber eisini til at leggja afturat, at Kraftwerk lótu einar 3 plátur úr hondum áðrenn "Autobahn", og at tær eru ordiliga undirgrund-sligar og sýraðar og eksperimenterandi og spennandi! Men tað er ein onnur søga. Aftur til mið-70ini:
Tá tú hevur fingið fatur í hesum fimm plátunum, so skalt tú bara koyra tær á áhaldandi og framhaldandi play, umaftur og umaftur, í hesi kronologisku raðfylgjuni;
Autobahn (1974)
Temaið á hesi plátuni er, sum heitið og húsin jú leggja harðliga upp til, um koyring. Hetta at koyra í bili. Bilar og autobahns. Plátan er eksperimenterandi, men við einum farra av popp tilvitsku í heitislagnum, sum tó er fleiri enn 20 minuttir til longdar. Heitislagið var eisini útgivið sum stakpláta. Kenda niðurlagið er "Fun, fun, fun, nach der autobahn!" og er ein heilsan til Brian Wilson og Beach Boys, ið teljast millum íblástarkeldurnar hjá Kraftwerk.
Tá henda plátan var endurútgivin á plátufelagnum Vertigo í Onglandi, hevði hon ein øðrvísi húsa, tvs. ein av einum vegaskelti har tað stendur "Autobahn". Men tónleikurin er akkurát hin sami, fell ei í fátt! Alternativi húsin sær soleiðis út:
Radio-Activity (1975)
Helst hin mest eksperimenterandi av teim her nevndu. Inniheldur nakrar frálíkar royndir við synth ljóðum av ymsum slag. Temaið er útvarp (radio), virksemi (activity) og samanrenningin teirra millum; radio-activity. Sum so eisini er geislavirkni, tvs. her er nakað av tvítýdningi uppá spæl. Ikki so? Løgini eita sovori sum "Geiger counter", "Radioactivity", "Airwaves", "Uranium", "Transistor" og "Ohm sweet ohm".
Trans-Europe Express (1977)
Henda plátan hevur eina sterka "retro" kenslu (hvat tað so er fyri nakað). Temaið er líkt tí á "Autobahn", í og við at tað snýr seg um ferðing og flyting, men hesufer er talan um tok heldur enn bilar. Meira neyvt; "Trans Europe Express". Eitt tok, ið einafer koyrdi tvørturum Evropa. Soundið er øgiliga minimalistiskt og "presist". Huglagið verður mana fram við klassiskt inspireraðum melodium og imponerandi synthesizer ljóðum. Kraftwerk brúktu eitt serligt ljóðføri til hesa plátuna. Tað var bygt spesifikt til teir og hesa plátuna og eitur ein "Synthanorma Sequencer". Huglagið á plátuni er elegant, spartanskt og eitt sindur "fráverandi". Droymandi ella so. Sum um at teir hava roynt at endurskapað eina farna tíð. Henda man vera 30ini í Evropa. Ralf Hutter úr Kraftwerk segði einafer soleiðis um plátuna;
'The culture of Mitteleuropa was cut off in the Thirties, and many of the intellectuals went to the USA or France, or they were eliminated. We [Kraftwerk] are picking it up again where it left off, continuing this culture of the Thirties, and we are doing it spiritually.'
(Hvørt hann upprunaliga segði tað á týskum ella enskum, skal ikki vera nærri viðgjørt her, men vit fara ikki at vassa út í umsetingar o.s.fr. Lat mannin siga tað hann sigur, ikki so?)
The Man Machine (1978)
"Trans Europe Express" snýr seg um fortíðina, meðan "The Man-Machine" peikar móti framtíðini. Plátan er gjøgnumsúrgað av eini futuristiskari kenslu og hesufer er temaið forholdið millum menniskjað og maskinu, um robottar og tøkni og hvørji perspektiv liggja í hesum. Tá tú hoyrir hesa plátuna, so kanst tú beinleiðis "lukta framtíðina" (orðingin er fingin frá Goodiepal og øðrum). Kendasta staklagið hjá Kraftwerk er á her; "The Model", eins og ein røð av ikoniskum løgum s.s "The Robots", "Neon Lights" og "The Man Machine". Í trá við temaið á plátuni, eru bæði ljóð, kensla og huglag rættiliga "robotiskt" at lurta eftir. Syntetiskt, men heitt. Ótrúligt.
Computer World (1981)
Fyrsta Kraftwerk plátan í 80unum. Temaið er teldur og teirra vaksandi ávirkan á modernaða heimin. Heldur áfram við futuristisku trendini, ið byrjaði við "The Man Machine". Soundið er ikki sørt "moderna" og sumt á hesi plátuni ljóðar framvegis sum spillfeskt elektronika, tó at plátan var útgivin fyri skjótt 30 árum síðani! Inniheldur frálíka heitislagið, brilliant avstaðfarnu kitsch royndina "Pocket Calculator" og lagið "Computer Love", ið Coldplay læntu bæði riff og melodi frá í sambandi við sangin "Talk", ið er at finna á Coldplay plátuni "X&Y" frá 2005. Í stuttum; óhugnaliga fangandi og ávirkandi tónar.
Nú kundi tað kanska ljóða omanfyri sum um at "The Man Machine" er hin fyrsta framtíðar-íbirta útgávan hjá Kraftwerk, men sannroyndin er at alt sum teir hava latið úr hondum, í øllum førum tá í tíðini, rýkur langan veg av framtíð, science fiction og óendaligum møguleikum. Hjá Kraftwerk er utopiin sprell-livandi; utopiin um ein framtíðar heim, har maskinur, robottar og teldur eru klókari enn menniskju, har alt er vent á høvdið og har nógv ber til. Ikki tí, fyri onkran luktar hetta helst líka nógv av potentiellari dystopi, men tað slepst ikki uttanum, at hjá Kraftwerk er sci-fi dreymurin á lívi og tykist meir enn gjørligur. Helst er hetta ein orsøk til at fólk framvegis lurta eftir hesum 30 ára gomlu plátunum, og framhaldandi finna onkran tølandi mátt millum rillurnar.
(takk til Goodiepal fyri utopi prát og perspektivering).
Comments
Post a Comment