3/15/20

Romantikarin og modernisturin

Symphonie No. 5 í útgávu á Deutsche Grammophon frá 1997. Avmyndaði málningurin er eftir Franz Marc (1880-1916). Marc var við til at stovna listafelagsskapin Der Blaue Reiter saman við Wassily Kandinsky.

Gustav Mahler (1860-1911) og Pierre Boulez (1925-2016).

Við 100 ára millumbilum vóru teir síðstir av sínum slag. Mahler kann sigast at vera hitt síðsta romantiska tónaskaldið (sum er ikki hissini romantiskt í sjálvum sær). Tá hann andaðist í 1911 stóð tónleikaliga samtíðin í Wien mitt í síni ekspressivt atonalu upploysn, og hansara egnu lærusveinar - Schoenberg, Berg og Webern - gingu á odda í stríðsferðini.

Tá Boulez doyði í januar 2016, vóru røddir frammi um at eisini hann, sum markant umboð fyri hámodernismuna eftir Seinna veraldarbardaga, var hin síðsti av sínum slag. Modernisturin Boulez var treytaleysur í síni tilgongd, og støddin á áhoyrarafjøldini var eisini hareftir.

Sum víðagitin dirigentur kom Boulez kortini sera víða í repertoirinum, og symfoniirnar hjá Mahler sluppu eisini uppí part. Her er tað við fjórða satsi 'Adagietto (Sehr langsam)' úr 5. symfoni, og tað eru sjálvandi Wiener Philharmoniker, ið spæla. Tað er okkurt ótrúliga hugvekjandi við hesum, at hartkókaði hámodernisturin Boulez stendur við dirigentstokkinum. Ella sagt á annan hátt, so er hetta, stutt sagt, vakurt.

Max von Sydow


Upprunaliga lagt út á sci.fo, ið er FB bólkurin fyri føroyskar sci-fi og fantasy fjepparar:

Ein sannur risi innan film er farin, 90 ára gamal.

Max von Sydow var við í heili ellivu Ingmar Bergman filmum, m.a. Det sjunde inseglet/The Seventh Seal og Smultronstället/Wild Strawberries. Báðir frá 1957 og millum allarbestu avrik í allari filmsøguni.

Fyrrnevndi er "historical fantasy", so hann er viðkomandi í hesum bólkinum. Von Sydow var heldur ikki nakar Harra hvør-sum-helst innan sci-fi. Leikti í filmum sum Flash Gordon, Conan the Barbarian, Dune, Ghostbusters II, Judge Dredd, Minority Report og Star Wars: The Force Awakens. Hann hevði enntá ein leiklut í HBO røðini Game of Thrones.

Á viðfestu myndini leikar hann Doctor Liet Kynes í legendariska Dune (David Lynch, 1984). Hinir eru Patrick Stewart sum Gurney Halleck, Kyle Maclachlan sum Paul Atreides og Jürgen Prochnow sum Duke Leto Atreides. Henda myndin sigur bara alt um ambitiónsniveauið, ið hóast alt var ráðandi í hesi filmframleiðsluni (at filmurin so gjørdist nakað annað, tað er so tað, sum tað er - hann er framvegis ein kult klassikari útyvir tað vanliga).

Ná ja, og so má leiklutur von Sydows í Minority Report (2002) fáa eitt eyka shout-out. Har var hann eisini ekseptionelt góður.

Hvíl í friði, Max von Sydow (1929-2020).

(Havi áður skrivað longri grein um tónleikin í Dune).

3/1/20

David Roback og Mazzy Star

Trinnir mentalutir úr hálvfemsunum. Egin mynd.
Í farnu viku frættist at David Roback er farin foldum frá. Saman við Hope Sandoval myndaði hann í mong ár alternativu rock duo'ina Mazzy Star. Tey vóru kulari enn tey flestu. Alternativur rockur við einum undirstreymi av kaliforniskum neo-psychedelia. Roback og bólkurin, ið sum frá leið fekk heitið Mazzy Star, høvdu upphav í Paisley Underground senuni í Los Angeles og Kalifornia í 80-unum.

Tað fyrsta eg hoyrdi til bólkin var á Batman Forever soundtrackinum frá 1995. Hetta ikki sørt undirvurderaða soundtrackið var ein óvanliga væl samansett løtumynd úr (mið)hálvfemsunum. 'Tell Me Now' hjá Mazzy Star var kanska ikki tað lagið, ið ein fyrst legði merki til - hendan heiður áttu U2, Seal v.fl. - men sum frá leið var ein hugtikin av hesum seina, spartanska og droymandi íkasti til soundtrackið.

Fyrsta Mazzy Star plátan, ið eg ognaði mær var Among My Swan (1996). Hetta hevur verið í sein-90-unum, og talan var um eina brúkta fløgu, sum eg keypti onkrastaðni. Among My Swan var triðja útgávan hjá bólkinum og skuldi royna at byggja víðari uppá suksé'ina frá So Tonight That I Might See (1993). Tann útgávan innihelt eitt regulert cross-over hitt við 'Fade Into You'. Triðja útgávan innihelt ikki nakað hitt í sama klassa og elvdi heldur ikki til líka stórt hype.

Tá eg vitji Among My Swan aftur, verið eg kortini mintur á hvussu góð hon er. Einfaldir og góðir sangir, inniliga og væl framførdir. Ikki heilt ólíkt kanadisku folk rock kvartettini Cowboy Junkies og eyðkendu slowcore trio'ini Low úr Duluth, Minnesota. Mazzy Star hava altíð balanserað á eini knívsegg millum tað banala og sublima, og altíð við helling røttu megna.

Hope Sandoval hevur greitt soleiðis frá orsøkini til, at bólkurin helt drúgvan steðg aftaná Among My Swan:

Coupled with the burden of following up a huge hit, and the record-label pressures that came with, Mazzy Star slipped out of sight in 1997. "It seemed record companies wanted bands to be creative because they didn't know how to manufacture underground music," Sandoval would later recount. "We could do our own thing and go at our own pace. But that changed when major labels started wanting bands that would sell 7 million records. They had a formula. And suddenly all these people wanted to come to the studio to keep track of what we were doing and make sure we were following that formula. So we got out."

Skilligt. Hvør tímir at hava tónleikaídnaðarklovnar malandi í upptøkuhølinum. Í 2013 hendi kortini tað gleðiliga, at Mazzy Star góvu nýggja plátu út eftir 17 ára steðg. Seasons of Your Day tekur táttin upp frá undanfarnu útgávuni, og tað ljóðar ikki sum at 17 ára gingu ímillum. Hana fari eg at endurmeta komandi tíðina, saman við restini av plátuskrá bólksins.

Leggjast skal afturat, at Mazzy Star hevur leingi spælt ein serligan leiklut í okkara lívi. So Tonight That I Might See LPin er helst sum frá líður tann útgávan hjá bólkinum, ið hevur átt flestu tímarnar undir nálini.

Takk fyri tónleikin, Mazzy Star. RIP David Roback.