4/25/20

Oceania Records í Klokkaragøtu

Dámligt at vitja kulasta plátuhandil í norðuratlantshavi í dag: Oceania Records / O.R-Vinyl, ið heldur til í eini garasju í eysturbýnum. Andreas Weihe Madsen rekur hugnaligu búðina, og hann veit hvat hann ger. Úrvalið er væl kuraterað, bæði tað nýggja og tað brúkta, og tú kennir at har er nærlagni og hjarta aftanfyri. Her ræður um at stuðla lokalt í hesum tíðum, og eg fekk eisini eitt gott hál við heim.

Ikki so galið at fáa sett hol á Bootleg Series við manér, nú tá tær flestu Bob D. studiopláturnar longu eru fingnar til høldar. Oceania Records lokkaði við prýðiligari boks av Bootleg Series Vol. 1-3 á hyllini, so har var eingin ivi. Hetta umframt komu besta plátan hjá Beck (Sea Change, 2002), debutplátan hjá Peter Tosh, (Legalize It, 1976) og Kimono My House (1974) hjá mínum nýggja yndisbólki Sparks við í posan. 

Nógvir góðir tímar undir nálini fyri framman. Farið og vitjið í Oceania Records, har ber illa til at fara til fánýtis!