Valentin - spurningar lagdir afturat!

EDIT 17.02.10: síðsti parturin av samrøðuni kom ikki við í fyrsta umfari, so um tú vilt lesa alt, so er at halda fram nú! Frá  "Hvat er týdningarmikið tá ein spælir saman við øðrum?" spurninginum av...

Valentins Dagur er í dag. Ja, so er. Eg fari ikki at siga so nógv um tað endiliga, men í einum ófatiliga stuttligum twisti og ditto orðaspæli, fari eg at posta eina gamla samrøðu, eitt sonevnt interview, sum eg einaferð gjørdi við ein sum faktiskt eitur Valentin! Valentin Cora. Datt júst framá samrøðuna meðan eg leitaði í gomlum greinum, og tankin streyfaði at í dag er faktiskt Valentins Dagur, so hvat kann vera stuttligari enn at posta eina gamla samrøðu við ein Valentin júst henda dag? Síggi fyri mær hvussu tú, keri lesari, ert um at flána yvir tað nógv for stuttliga í hesi undurbæru tilvild.*

Valentin Cora er gittarleikari úr Argentina, og var í Føroyum í 2002. Trummuleikarin Brandur Jacobsen fekk hann til Føroya at spæla við ymsum bólkum. Eg helt at hesin Valentin var ein góður gittarleikari og ein áhugaverdur persónur, og valdi tí at gera samrøðu við hann.
Samrøðan var prenta í Dimmalætting 21 august 2002, men tey settu skeiva mynd í blaðið. Myndin var av onkrum donskum bassleikara, ið leikti á Ólavsøkukonsertini tað árið. Valentin leikti eisini á somu Ólavsøkukonsert, enntá eisini við sama bólki sum danski bassleikarin, men hann var ikki úr Danmark. Valentin, altso. Hann var úr Argentina og hann leikti á el-gittar. Eg fekk ongantíð nakra mynd av honum, so tað gerst ikki við. Men eg havi funni eina mynd av honum á myspace, og havi sett meg í samband við hann har og á facebook.
Nokk um tað. Her er samrøðan:

Liv lívið nú!


Mikudagur 21. august 2002 - Samrøða við Valentin Cora, argentinskur guitarleikari

Í gjøgnum allan juli mánaða høvdu vit ein vitjandi í Føroyum. Hesin var úr Latínamerika, og hann spældi guitar. Hesin guitarleikari var at hoyra á fleiri konsertum meðan hann var her. Hann spældi við Minor Brandur í Meiðarínum í Havn, við Blues Valentin Trio á Café Natúr í Havn og í Losjuni í Gøtu, við Teitur Lassen í Meiðarínum í Havn og í Losjuni í Gøtu og eisini við Rowan á Ólavsøkukonsertini. Hann fór niður til Danmarkar 30. juli at gera upptøkur.
Eg vitjaði 29 ára gamla Valentin Cora ólavsøkudag, fyri at fregnast um hvør hann var og hvat hann helt um ymisk viðurskifti. Vit høvdu eitt gott prát um Føroyar, Argentina, tónleik, list og mangt annað.

– Hvaðani úr Argentina ert tú ættaður?

– Eg eri úr einum lítlum býi ið eitur San Martin De Los Andes. Hann liggur í einum landsparti ið kallast Patagonia, har suðuri í Argentina. Tætt við Andesfjøllini faktiskt. San Martin De Los Andes er næstan líka lítil sum Tórshavn. Har búgva einans 25.000 fólk.

– Ert tú professionellur tónleikari? Er tað títt livibreyð? Hvar plagar tú at spæla har heima?

– Ja, tað er mítt livibreyð. Eg plagi at spæla í Buenos Aires, Mendoza, Bajarlanca, í øllum møguligum býum. Eg ferðist nógv runt og spæli ymsastaðni. Havi eisini spælt í Brasilia, í høvuðstaðnum, Sao Paulo.

– Plagar tú at spæla á klubbum/barrum ella í konserthølum ella hvussu?

– Eg spæli á barrum, sjónleikarahúsum, konsertstøðum, líkamikið. Eg royni at spæla tónleik, ið kann geva mær ymiskar intentiónir; á konsertstøðum spæli eg mest mín egna tónleik, og á klubbum og pubbum spæli eg coverløg og jazz og blues, meira fyri at undirhalda. Tað eru tvey ymisk konsept. Onkur støð eru eitt sindur sum Platform her í Havn, har tú hevur eitt sindur av hvørjum. Á stórum støðum spæli eg meira kraftmiklan tónleik sum t.d blues, og á smærri pubbum spæli eg kanska heldur meira friðarligan jazz. Mær dámar øll sløg av tónleiki, so tað er ikki nakar trupuleiki at skifta ímillum.

– Hvussu ert tú endaður her í Føroyum?

– Kristian Blak og aðrir fóru til Argentina at spæla fyri tíð síðan, og á hesum túrinum komu teir til Patagonia, haðani eg eri ættaður. Vit møttust í mínum heimbýi. Vit høvdu eina tónleikafestival har, og mín bólkur byrjaði og teir spældu aftaná. Tað var eitt gott kvøld og vit heilsaðu uppá hvønn annan, men tað bleiv tó ikki til meir enn tað. 10 dagar seinni var ein størri festivalur, ið eitur Barriloche Jazz Festival, og har møttust vit aftur. Hetta er ein festivalur har yvir 200 tónleikarar luttaka, og har eru bólkar úr øllum Argentina, Brasilia, ja sjálvt úr Føroyum! Um náttina høvdu vit eina »jam session« líka út á morgunin, og har spældu vit so saman, og vit gjørdust vinir. Brandur, ið spældi trummur hjá føroyska bólkinum, greiddi mær frá um projektið hjá sær, Minor Brandur, og seinni bjóðaði hann mær til Føroya. Eg svaraði bara »hvar?«. Eg var púra vilstur, hevði ikki hóming av hvar Føroyar var. Men seinni fann eg tað á einum heimskorti. Hann greiddi mær meira frá um projektið, vit hildu fram at maila til hvønn annan, og nú eri eg so her!

– Hvat dámar tær Føroyar? Hvat heldur tú um føroyskan tónleik og føroysku tónleikararnar?

– Hetta staðið hevur so nógva list! Tað er ótrúligt! Tit hava so nógvar tónleikarar, listafólk o. s. fr. Eg haldi tað hevur nakað at gera við landið og landskapið, ið gevur nógvan visuellan íblástur. Eg eri sera imponeraður av føroysku náttúruni. Her er ongantíð dagur og ongantíð nátt, og fólk eru fokuserað á sera ymisk ting um summari og um veturin, tey eru eitt við so nógv ymiskt. Summarið er positivt og ljóst, og veturin er meira innilokaður og myrkur.
Í Argentina hava vit ikki summar og vetur á sama hátt, men hásummar og »lágsummar«. Á hásumri eru nógv ferðafólk í landinum, og har hendir nógv allastaðni. Á lágsumri eru ikki so nógv ferðafólk í landinum, gøturnar eru tómari og fólk sita heima við hús og hava nógva tíð. Hesa nýta summi til at skapa og virka kreativt. Tá hásummari so kemur aftur, kemur tú út við øllum, ið tú hevur »lada upp« ella »downloada« í gjøgnum lágsummari. Síðan fangar tú eisini heildarkensluna á staðnum, júst eins og her í Føroyum. Tit hava fantastisk listafólk her og eisini sera góðar tónleikarar! Vit spældu í Listaskálanum og har var so nógv vøkur list. Vit hava ikki so nógva list í Argentina, tí vit liva undir øðrvísi sosialum umstøðum. Her noyðast tit ikki at ørkymla tykkum um mat og klæði, tit noyðast ikki at stríðast fyri tey tingini, og hava tit tí betri tíð til tónleik og list. Í Argentina noyðast fólk at hugsa um hvussu tey skulu yvirliva. Eg havi ampa av at hugsa um, hvussu eg skal yvirliva sum tónleikari í mínum landi. Men tá eg fari til arbeiðis eri eg glaður. Tað er betri at fara til arbeiðis, út at spæla, enn at sita heima við ampa, tí tú fært góða orku burturúr. Ein er heldur ongantíð tryggur sum listafólk, tað er faktiskt fullkomiliga ótrygt, tí alt avhongur av lurtaranum, av fólkinum, og hvørjum tey vilja hava. Fólk hava ikki so nógv brúk fyri einum tónleikara, sum fyri einum tannlækna t.d, og tí kann ein ongantíð vita seg tryggan.

– Men heldur tú ikki, at slíkar sosialar umstøður nevniliga skapa list?

– Jú, tað passar. Komfort og yvirdrivin vælferð skapa ikki list! Tú lærir tá tú ert í trupuleikum. Tú rennir teg í ein vegg, og tú noyðist at bróta hann ella ganga rundanum hann. Í so máta lærir ein nógv undir ringum umstøðum. Í Argentina finnur tú ikki nógv listafólk, eins og her í Føroyum, men nøkur fá. Tú kanst finna ein bólk av sera dugnaligum listafólkum, ið stríðast fyri sína list. Summi menniskju líða uttan at læra nakað av tí, og onnur læra av tí. Menniskju eru ymisk.
– Her hava tit sera dugnalig listafólk allastaðni, øll takast við list á ein ella annan hátt. Av tónleikarum haldi eg, at Teitur Lassen er sera dugnaligur, Rowan er eitt stórt talent, Clickhaze er eitt stórt talent. Øll fólkini í Clickhaze hava eitt sera sterkt konsept og eina góða fatan av tí tey gera. Á Ólavsøkukonsertini vóru 10 bólkar og fleiri av teimum vóru fólk, ið spæla tónleik bara fyri at hava tað stuttligt, men teir spældu ordiliga væl fyri tað!
Slíkt hendir ikki í Argentina. Nógv hava óiva talent, men um tú noyðist at stríðast fyri at yvirliva og fáa mat á borði, so hevur tú ikki tíð til at venja og studera títt ljóðføri. Í mínum heimbýi veit eg bara um tveir tónleikarar; meg sjálvan og so keyboard spælarin í bólkinum, ið eg spæli við! Tú kanst saktans vera kreativur, men tónleikur er eisini tekniskur og tú mást arbeiða við tónleikinum og studera hann. Tú mást vera dedikeraður, tú mást lurta eftir tónleiki, fáa nýggj »orð« so at siga, og fólk hava ikki tíð til alt hetta. Tískil gerst tað ov strævi hjá fólki, og tí hava vit færri fólk, ið liva av tónleiki og list.

– Eg havi hoyrt teg spæla, og beit eg serliga merki við tvey ting; tað fyrsta er, at tú ert blues guitarleikari, og tað seinna er, at tú ert sera kenslurborin og sigandi, tá tú spælir. Eru tað nógvir blues tónleikarar í Argentina, og eisini í Suður Amerika sum heild?

– Vit høvdu eina »blues eksplosión« í Argentina fyri eini 10 árum síðan. Har hevur verið ein blues traditión síðan 60'ini, tá argentinski búðskapurin var væl fyri. Tá fingu vit nógva upplýsing uttanifrá og eisini góða útgerð, og síðan hevur Argentina havt eina traditión fyri blues. Vit hava onkran kendan blues bólk, men teir eru nokkso kommersiellir. Alt virkar eftir peninga háttinum! Vit hava ikki so nógvar einstaklingar, meira størri bólkar við nógvum ljóðførum. Sjálvur dámar mær betur smærri bólkar, tí har er meira tónlistarligt frælsi, og fyri meg er tónleikur frælsi. Tað handlar um at samskifta saman, at royna at siga tað ein hevur í sær, og fara til eitt ávíst punkt saman og so at siga tað í gjøgnum tónleik.
– Hetta hendir altíð á ymiskar háttir, tí tú kennir ongantíð tað sama í tær. Tað er tað góða við blues tónleiki. Tú noyðist ikki at vera tann sami alla tíðina.
– Eg byrjaði við at spæla rock tónleik. Eg elski Clickhaze (vit lurta eftir Clickhaze meðan prátið gongur) og eg elski Led Zeppelin o. s. fr. Eg haldi har eru eini 20 rock bólkar, ið eg elski nógv, men slíkur tónleikur er altíð struktureraður. Hann er altíð tann sami, men á ein kreativan hátt. Tað er eins og ein sjónleikur; tú hevur eitt manuskript og tú framførir tín leiklut. Hann er altíð tann sami, men tú leggur nógvar kenslur í hvørja ferð.
– Tann blues og jazz tónleikurin, ið eg spæli, og sum vit hava spælt her í Føroyum í Blues Valentin Trio, leitar eftir mótsetninginum; ikki at siga tað sama við tí røttu kensluni, men at siga okkurt heilt nýtt hvørja ferð við tí kensluni ein hevur akkurát tá. Improvisatión hevur alt at siga. Mær dámar báðar mátarnar, men eg havi dedikera mítt lív til improvisatión. Tá eg spældi við Teitur og Rowan vóru parametrini púra klár, og onkuntíð er tað ein trupuleiki fyri meg, tí eg eri ikki vanur at spæla soleiðis. Eg kann spæla ein sang í dag á ein hátt og í morgin spæli eg hann fullkomiliga øðrvísi. Tá eg t.d spældi við Rowan á Ólavsøkukonsertini, mátti eg minnast til tey ymsu brotini og syrgja fyri at fylgja við restini av bólkinum, tí um eg ikki gjørdi tað, hevði eg rakt við síðunar av og tað hevði miseydnast. Onkuntíð má eg vera púra fokuseraður, av tí at tað er so øðrvísi fyri meg.

–Er tað týdningarmiki fyri teg, at siga tínar kenslur tá tú spælir?

– Tað er ikki nakað, ið er púra klárt í mínum sinni, tað er ikki tað tað handlar um. Tað er bara okkurt við tónleiki; tú hevur okkurt kensluligt viðføri og tónleikurin er kanalin, ið tú nýtir at fáa tað út við. Um eg eri óður so spæli eg ógvusligt, um eg eri keddur so spæli eg okkurt trist, um eg havi hug at spæla okkurt vakurt, jamen so geri eg tað. Onkuntíð er tónleikur so frælsur, at tú hevur ilt við at finna teg sjálvan í honum. Tá kann ein hava tørv á strukturi og formlum, fyri at koma afturíaftur. Men tað handlar ikki um at fáa fólk at »skilja« nakað. Vit spæla sum tónleikarar, men tónleikararnir kenna ikki tað sama í teirra hjørtum, men nógv ymisk ting, og hetta blandaða fer so út til áhoyrararnar, og teirra reaktión ávirkar tónleikararnar. Tað handlar um samskifti, men tað er ikki nakað klárt, og ein fær hvøkkir alla tíðina.

– Hevur tú nakra tónlistarliga útbúgving ella hevur tú sjálvur lært teg at spæla?

– Bæði. Eg plagdi at spæla rock sangir tá eg var yngri, og onkur ið eg kendi, ið plagdi at spæla á eini barr, bað meg koma framvið at jamma. Eg fór og teir spældu blues. Hetta hevði eg ongantíð hoyrt fyrr. Eg hevði lítlar royndir og eg vildi spæla blues, og tað skjótt! Eg gekk hjá einum lærara í umleið 5 mánaðar, ikki long tíð, men hann var sera kul og hann er enn ein góður vinur. Soleiðis sum eg síggji tónleik, so eru lærarar ikki »meistarir«, men vegvísarir, ið »guida« teg fram á leiðini. Tað, ið eg haldi er skeivt við konservatorium og lærdum háskúlum er, at tey nýta eina sera stranga metodologi. Tey hava ein struktur og eitt program og tú noyðist sum næmingur at passa inn í henda struktur, heldur enn at struktururin passar til tín. Tá dámar mær betur at hava ein privatan lærara, ið setur seg inn í tína støðu og tín persón. Hann spyr teg hvat tú vilt, og hann sær hvat tú hevur tørv á.
– Tískil lærdi eg skjótt blues, og seinni tá eg hevði ferðast í mong ár, hevði eg hug at spæla jazz og fór aftur til ein lærara, ið kundi »guida« meg inn í henda tónleikin. Hann er eisini ein góður vinur hjá mær nú. So mær dámar betur vegvísarar enn meistarar. Í einum tónleikaskúla spæla øll tað sama og tey ljóða eisini líka. Eg leiti eftir tí mótsetta; eftir mínum egna sermerki og mínum egna ljóðið.
– Eg undirvísi eisini í guitarspæli og eg havi workshops. Har sigi eg altíð tað sama, nevniliga at »tað finst eingin rættur máti, bara tín máti!«. Um tú gerst títt ting, so finnur tú tónleikin. Tað ger ikki mun hvussu nógv, tað er bara tú og títt ting, og tú kanst eisini blíva við at læra.

 Hvat er týdningarmikið tá ein spælir saman við øðrum? Hvat leggur tú dent á?

– Tað er kemiin og attitudan. At vit hoyra hvønn annan, hava eitt konsept og eru í einum ávísum stemningi. Ja, tað er sera týdningarmiki at vit hoyra hvønn annan. Í summar mátar er tað at spæla tónleik ein attituda, tú sigur okkurt við áhoyraran við tínum rørslum og verumáta. Onkuntíð kunnu tveir tónleikarar vera kul og góðir, men teir eru bara ikki tann sami, teir fanga ikki hvønn annan og samskifti miseydnast. Faktiskt er tónleikur ein annar háttur at elska saman! Tú mást vera nakin og intimur saman við øðrum. Tú kanst velja ímillum at taka tað, ið tú vilt hava, uttan at hugsa um hin partin, ella tú kanst respekteran hin partin og fáa alt at svinga væl, so báðir partar fáa okkurt gott burturúr. Essensurin er tann sami!

– Hvat gevur tær íblástur til at spæla?

– Nógv ymisk ting. Eg haldi alt kann geva íblástur. Vit vita ikki hvussu okkara sinni virkar og vit vita ikki hvussu tað velur upplýsing. Har hendir bara okkurt løgi. Onkuntíð kanst tú møta upp til eina framførslu, tú ert troyttur, svangur og tú hevur tørv á einum brúsubaðið, men alíkavæl spælir tú ordiliga væl, tí at umstøðurnar og løtan geva tær íblástur.
– Eg kann eisini lesa eina góða bók ella síggja ein góðan film og fáa íblástur. Onkuntíð er tað bara ein góð løta, ið ger munin.

– Fært tú íblástur av politikki? teimum sosialu umstøðunum? ella trúgv?

– Fyrst og fremst vil eg viðmerkja, at í Argentina eru vit von við umstøðurnar. Vit eru von við at skula berjast fyri tingini. Tað er keðiligt, men ikki so ræðuliga keðiligt, um tú skilir. Tú mást finna ein ella annan hátt at vera glaður og eydnusamur óansæð. Hygg bara at brasilianarum. Fólkið har er sera fátækt, men tey eru sera glað alíkavæl. Tey hava tað stuttligt og tey liva lívið! Í Argentina hava fólk ein tendens til at grenja meir. Tey grenja bara, uttan at reagera.
– Eg haldi, at um tú hevur eina fatan av hvat hendir rundanum teg, um tú ert ónøgdur við umstøðurnar, so mást tú royna at broyta tær! Eg kann finna eydnu í mínum lívið! Um tú ert ein klókur persónur, so kanst tú bara lata hesi ting ið henda rundanum teg, broyta teg.
Eg búði í Brasilia eitt tíðarskeið og tá var eg eitt sindur uppi í politikki. Eg búði í einum sera fátækum økið, har fólk høvdu stóran tørv á ymiskum tingum, so eg og onnur byrjaðu at arbeiða fyri at skaffa ymiskt til hetta økið. Tað gav mær eisini góðan íblástur.
– Í Argentina hava vit eina anti politiska mentan orsaka av yvirklassanum. Politikararnir eru tjóvar og tað er ikki gott! Tí um fólkið fær tað fatan, at politikararnir eru nakrir svindlarar og búrhundar, so fara tey aldrin at vilja hava nakað við politik at gera. Orsaka av hesum eru fólk anti politisk. Tey síggja ikki, at tað ber til at broyta viðurskifti í gjøgnum politik. Tú kanst broyta hvussu tú skal búgva, eta og yvirliva.
– Yvirklassin, ein lítil partur av fólkinum, eigur alt samfelagið og tað er keðiligt. Í dag eru viðurskiftini sera ring, tí nú er tað ikki longur argentinar, men fólk úr øðrum londum, ið eiga allar ognirnar í landinum. Fólk úr Spania, Onglandi og USA eiga meginpartin av Argentina. Okkara land er ogn hjá øðrum londum og okkara politikarar fáa pening frá hesum fremmandu fólkum, ið vilja gjalda stórar upphæddir fyri at verja síni áhugamál.
– Alt hetta gevur sjálvandi íblástur, tí tú gerst óður av øllum hesum. Tú heldur at tað er forferdiligt, tú heldur at tað stinkar, tú fært íblástur og tú fært okkurt kreativt burturúr.
– Tú spurdi eisini um trúgv? Tað er ein løgin spurningur?

– Nei, tað er bara tí at soleiðis sum eg havi fata Suðuramerika og fólkið ið býr har, so hevur trúgv og átrúnaður nógv at siga fyri tykkum?

– Jú, men Suðuramerika er ræðuliga stórt og fjølbroytt. Øll tey ymisku londini hava ymiska søgu og ymiska menning. Tað er t.d nógvur átrúnaður í norðara partinum av Brasilia og ikki so nógv í tí sunnara partinum. Hetta hevur nakað at gera við, at fleiri átrúnaðir vóru blandaðir saman har norðuri einaferð í tíðini.
– Sjálvur haldi eg, at alt er meir ella minni ein illusión, ein hvørvisjón. Tá tú droymir so heldur tú tað vera veruleika, men tað er bara ikki. Ella er tað? Tú kanst ongantíð vita teg tryggan. Eg royni bara at vera glaður fyri tann veruleika, ið vit nú einafer liva í.

– Hevur tú nakrar tónlistarligar hetjur?

– Ja, tað havi eg. Fleiri guitaristar sjálvandi. T.d Jimi Hendrix og Jimmy Page tá eg var yngri. Stevie Ray Vaughan broytti mítt lív. Eg royndi at ljóða sum hann í mínum guitarspæli, tí hann var so máttmikil í sínum spæli. Tá eg so fann ta styrkina fór eg víðari og leitaði eftir øðrum tingum. Í Brasilia hitaðu vit einafer upp fyri Roben Ford, og tað var fantastiskt. Keith Jarret (klaverleikari) er ein stór inspiratión fyri meg, Miles Davis er ein stórur lærari, John Coltrane, B.B. King og ein rúgva av ymiskum fólkum. Eg lurti faktiskt ikki serliga nógv eftir guitarleikarum, lurti meira eftir klaverleikarum. Eftir jazz trioum við klaveri, bassi og trummum. Mær dámar annars eisini saxofon leikarar sum t.d Branford Marsalis.

– Hevur tú verið við á nakrari fløguútgávu?

– Umstøðurnar eru rættiliga nógv øðrvísi í Argentina. Eg havi tiki upp alt mítt lív, men eg havi ongantíð innspælt tónleik, ið var framleiddur í stórum upplagið, tí eg spæli ikki kommersiellan tónleik. Eg havi gjørt upptøkur heima við hús og eg havi spælt trummur á eini live fløgu. Eg havi eisini spælt guitar og sungið á fløgum hjá øðrum tónleikarum, sum studio tónleikari. Havi faktiskt ikki gjørt tað stóra!

– Hvørjar ætlanir hevur tú í framtíðini? Kemur tú aftur til Føroya ella hvussu?

– Hattar er eisini ein illusión. Mínar ætlanir eru altíð illusiónir. Í februar í ár hevði eg onga hóming um, at eg fór at enda her í Føroyum. Eg veit ikki hvat hendir í næsta mána. Eg fari at vera í Argentina í nakrar mánaðar og fari at ferðast til onnur støð. Um summari hava vit ymiskar festivalar, ið eg fari at spæla á. Ætli mær eisini at koma aftur hendavegin, tað er í hvussu so er mítt ynski.
– Eg vil gjarna sleppa at spæla aftur saman við Brandur og øðrum fólkum her. Kanska kann eg finna fleiri listarligar møguleikar og vón her enn í Argentina.

– Er tað ìkki stressandi soleiðis ongantíð at vita hvat ein fer at gera í framtíðini?

– Jú, eitt sindur, men eg royni bara at slappa av, hava tað stuttligt og njóta mítt lív. Eg eri eydnusamur alíkavæl. Eg haldi eg havi ein eingil, ið ansar eftir mær, ella kanska er tað ein serlig »kraft« av onkrum slag. Hvør veit. Framtíðin er vælkomin, maður! Um tú altíð skalt hugsa um framtíðina, so gloymir tú nútíðina! Tað er sera avgerandi, at tú hugsar um nú! Tú mást vera tað tú vilt vera nú! Ver glaður! Tú kanst ganga tvørturum gøtuna og vera ákoyrdur av einum bili og doyggja áðrenn tú veitst av, og tá eru allar tínar »framtíðarætlanir« farnar fyri skjeyti! Tú mást liva nú! Eg havi verið glaður og nøgdur alt mítt lív. Eg kundi doyð nú og vita at eg havi liva eitt gott lív. Eg ætli mær ikki at bíða eftir framtíðini.

– Hevur tú ein síðsta tanka, ið tú vilt leggja aftrat?

– Eg lesi eina bók akkurát nú fyri tíðina, ið eitur »Freeplay«. Hon er um improvisatión. Ikki tónlistarliga improvisatión, men um improvisatión í øllum lívsins viðurskiftum. Nokkso apropos tað, ið vit hava tosa um. Hon er skriva av einum fýri, ið eitur Stephen Nadchmanovich. Hann tosar um lívið og list og alt blanda saman í eitt. Eg viðmæli øllum at lesa hana, tí hon er sera sterk.
– Øll bókin sum hon er handlar um tað sama. Hann kemur við ymiskum dømum; »tónleikarar spæla við teirra ljóðførum, myndahøggarar spæla við grót, Gud spælir við mannaættina og børn spæla við tað sum tey nú einafer hava í hondunum.« Tað er eisini akkurát poengið; børn eksperimentera alla tíðina. Tey eru ikki bangin fyri at spæla, tí tey vita einki um ting, og tey kunnu ikki gera annað enn at spæla.
– Vit hava eitt samfelag í dag har tað er alneyðugt at vera tryggur, at vera ein vinnari, at vera fyrstur. Eg haldi at hetta stinkar, tí at tað er fullkomiliga óneyðugt! Við hava ikki tørv á hesum! Gloym alt um alt hattar við at vera tann skjótasti, tann kendasti og tann besti. Tað stinkar! Liv lívið nú!
– Annars havi eg gjørt eina áhugaverda eygleiðing her í Føroyum. Tá eg kom og hevði verið í nakrar dagar, undraði tað meg at eg ikki sá nakrar politistar nakrastaðni! Tað eri eg annars púra vanur við í Argentina, har tað eru politistar allastaðni. Aftaná eina viku her sá eg tann fyrsta politibilin og á ólavsøkukonsertini sá eg tveir politistar, ið hjálptu onkrum. Tað var fyrstu ferð eg sá politistar og tá hevði eg verið her í ein mánaða!
– Eg haldi at tað er áhugavert, at tit kunnu liva her uttan eygleiðing og vegleiðing frá yvirvøldini. Men tað er faktiskt nokkso einfalt; um eg respekteri teg, so respekterar tú meg!
– Um eg hinvegin fari at stjala, so fara fólk ikki at hava álit á mær. Um fólk byrja at stjala so má onkur kontrollera støðuni og halda eyga við fólkinum. Her hava fólk samvitsku yvir fyri hvørjum øðrum. Tit hava ikki stuldur og heldur ikki serliga nógv herverk. Eg haldi tað er fantastiskt, tí tað er júst slíkt, ið oyðileggur okkara samfelag í Argentina.
– Men alíkavæl, Argentina er eisini eitt vakurt stað. Har ið eg búgvi eru fantastisk fjøll rundanum, júst eins og her. Tað er eisini tað góða við at ferðast; tú fert avstað og tú saknar heimlandið, síðan fert tú heimaftur og leggur merki til alt tað vakra, ið er har. Ferðing gevur mær frískan íblástur!


Hatta var tað. Ein samrøða. Frá 2002. Um tú vilt vita og hoyra meira, so er at leggja leiðina framvið myspace profilinum hjá Valentin

*Um tú hómaði ein farra av sarkasmu í hasum, so ert tú ikki heilt av leið.

Comments