Trý ættarlið av endurtøku

Endurtøka. Repetitión. Nógvur góður tónleikur er sprottin úr henni. Síðsta sunnudag hevði eg tað frægd at hoyra Music For Eighteen Musicians hjá amerikanska Steve Reich, framført live fyri fyrstu ferð í Danmark á Athelas New Music Festival. Her er eitt klipp við "Pulse", ið kemur bæði í byrjanini og endanum á verkinum. Reich er sjálvur við á flygli;

 Eitt fantastiskt verk, ið eg uppdagaði síðsta ár, tá eg í sambandi við lesnaðin fylgdi einum skeiði sum æt "Modernisme og Avantgarde", ið m.a. gjørdi meg varhugan við sonevndu amerikonsku minimalismuna. Amerikonsk minimalisma er eitt heiti, ið verður nýtt um komponistarnar La Monte Young, Terry Riley, Steve Reich og Philip Glass. Teir eru í roynd og veru sera ymiskir, men allir hava nýtt nøkur minimalistisk eyðkenni, har í millum endurtøku/repetitión, í sínum verkum, um enn á hvør sín hátt.

Í kvøld verður síðsta konsertin á Athelas New Music Festival, og eisini hesufer eru tvinni nøvn á plakatini, ið hava samband við Steve Reich, nevniliga Brian Eno og Terry Riley. Virda og áhugaverda New York ensemblið Bang On A Can Allstars framførir saman við Mogens Dahl Kammerkor og Athelas Sinfonietta Copenhagen.

Tvey verk eru á skránni frá teimum báðum. Hitt fyrra er Music For Airports hjá Brian Eno, ið útkom á plátuni Ambient 1: Music for Airports í 1978. Eno verður mettur at hava havt ein týðandi leiklut í tilevningini av ambient sjangruni, og á hesi plátuni verður "ambient" fyrstu ferð nýtt so týðiliga (í sjálvinum heitinum). Hugskotið við tónleikinum var at hann skuldi nýtast til at loysa upp fyri spenta og stressaða stemninginum, ið ofta valdar á flogvøllum. Alt annað líka, so er talan um eitt mikið hugtakandi verk, ið m.a heintar íblástur úr tape music verkunum hjá Steve Reich frá miðskeiðis í 60'unum. Music for Airports fevnir um fýra brot ella stykkir; "1/1", "2/1", "1/2" og "2/2". Heitini vísa til hvar hvørt stykki var plasera á upprunaligu LP plátuni, tvs. "1/2" er "nr 1 á síðu 2". "1/2" kann hoyrast her;

Talan er um sera friðarligan og undirspældan ambient tónleik, og tí verður áhugavert at síggja og hoyra hvussu Bang On A Can og co. framføra tónleikin live fyri instrumental ensemble. Hetta er fyrstu ferð at Music for Airports verður framført á henda hátt. Spennandi.

Næsta og seinasta verkið á skránni í kvøld er In C hjá Terry Riley. Verkið er frá 1964 og verður sæð sum eitt hitt fyrsta verkið innan minimalismuna. In C var eitt slag av aftursvari til abstraktu, seriellu, akademisku teknikkirnar, ið nógvir komponistar nýttu miðskeiðis í 20 øld. In C veitti harumframt Steve Reich týðandi íblástur til at gera egin verk, har pulserandi repetitiónin spælir ein lyklaleiklut. Reich tók teknikkin eitt fet víðari, og sum skilst var Terry Riley ikki blíður tey næstu mongu árini, tí hann kendi tað sum um Reich hevði tikið hugskotið frá sær og ment tað víðari, áðrenn Riley sjálvur fekk høvi at gera tað sjálvur. List kann mangan vera "órættvís" í so máta. Tað ber illa til at stýra einari prosess, er hon fyrst sloppin í gongd.
Hvussu enn er og ikki, so verður somuleiðis spennandi at hoyra hetta verkið framført live aftaná Eno verkið. Her er eitt brot frá upprunaligu innspælingini;

Yvirskriftin hjá mær tosar um "trý ættarlið av endurtøku", so eg má eisini halda orð. Terry Riley er hitt fyrsta, meðan Brian Eno er hitt næsta. Triðja ættarlið innan endurtøku verður í kvøld umboða av Tony Lionni, ið diskar á Dunkel í nátt;

Comments

  1. Nice post! I can almost understand it. :-)
    You can hear the Tony Lionni mix I was talking about here: http://soundcloud.com/tony-lionni/tony-lionni-new-mix-june-2010
    There seems to be a newer mix which I haven't heard yet.

    ReplyDelete
  2. That's very cool that you're taking on faroese like that :) I'll check out the mix, thanks for the link.

    ReplyDelete

Post a Comment