'Lost In Music'

Sister Sledge á Spæliplássinum á G! 2014.
We're lost in music, caught in a trap
No turnin' back, were lost in music
We're lost in music, feel so alive
I quit my 9 to 5, were lost in music


Plátan We Are Family hjá Sister Sledge kom út í 1979. 1979 var sum kunnugt árið, tá disco náddi sínum hámarki, og samstundis eisini árið, har disco var fyri einum (fyribils) falli, og reyk út í kommersiella kuldan. We Are Family er framleidd av Nile Rodgers og The Chic Organisation, ið spæla undir, og hon umboðar eisini totalt Chic ljóðið. Chic og Sister Sledge hanga so nógv saman, at einaferð kom ein "Best of Chic & Sister Sledge" savnspláta út.

We Are Family er Rodgers og co. á toppinum saman við Debbie, Joni, Kathy og Kim Sledge. Nile Rodgers skrivaði einaferð um hvør mundi verða besta plátan, ið The Chic Organisation framleiddi, og viðgekk at "...pound for pound, I think We Are Family is our best album hands down." Plátan íðir bart út sagt av yvirskoti.

Í ár spældi eg konsertir við Tuxedo Rebels og Ave og diskaði um dagarnar, og arbeiddi um kvøldarnar í Stjórastovuni á G! Tískil vóru ikki stundir til tær heilt nógvu konsertirnar. Slapp tó ein túr yvir á Spæliplássið at hoyra eini fýra sangir hjá systrunum, og tað var somikið væl at timað at eg fekk 'He's The Greatest Dancer' av We Are Family við. Tað hevði súmbolskan týdning at hoyra júst tann sangin, tí hann hevur fingið serligan týdning fyri meg sum diskara (og so minti Jens meg seinni á kvøldinum á, at tað var eisini nakað við at vit lurtaðu eftir sanginum, tá vit gingu á student).
Plátuhúsin til Sister Sledge: We Are Family (1979).
Tað var gamaní ikki nakað Chic, ið spældi undir á spæliplássinum. Einamest helt eg at tað, í øllum førum hesa løtuna eg var hjástaddur, var í so nógv "live rock við trummurullum", og dekan ov lítið av hypnotiskum disco groove sum bara slapp at koyra/loopa (sum jú er tað sublima við disco). Men tað var alt í alt eitt habilt orkestur og ein hugnalig løta. Gittaristurin var faktiskt ein heilt ok stand-in fyri Nile Rodgers, og trummarin koyrdi afrofuturistiska stílin við egyptiskum høvuðbúna! Hvussu kul er tað ikki?

Eitt annað, ið var kul var at Sister Sledge nettupp spældu á Spæliplássinum. Av tí sama komu tær nógv tættari uppá áhoyrararnar, og løtan gjørdast intim. Alt vegna veður og vind og flóð. Ivist onga løtu í at slíkt veitir fyriskipanarligar marrur, men akkurát tað at Sister Sledge spældu á Spæliplássinum var ein genial detalja mitt í øllum rokanum.

Anyways, at vera "lost in music" er mær bestemt ikki nøkur ókend hugsan/kensla. Tann sangurin er somuleiðis genialur, og sí; hann er eisini av We Are Family. Niðast havi eg viðfest er eina longda 12-tumma versión av sanginum, ið Nile Rodgers og Chic bassisturin Bernard Edwards miksaðu í 1984. Diskara legendan Larry Levan, sáli, ið knýtti bond millum disco og house, plagdi at spæla hesa versiónina tann tíð tað var.
Solveig og eg a.k.a. Sugardaddy & Honeypie stóðu fyri tí praktiska í Stjórastovuni, og diskaðu eisini har fríggjakvøld. Stórhugni! Mynd: Ditte Maria Joensen/veingir.
Apropos diskarar, so er hetta annað árið á rað, at G! fær nøvn upp, ið hava havt heilt serligan týdning fyri nøkur okkara seinastu mongu árini. Í fjør var tað Bárður, ið yvirtalaði Laid Back at koma hendaveg, og í ár var tað Rasmus, ið fekk Sister Sledge og DJ Buda hendaveg. Hasi trý nøvnini - Laid Back, Sister Sledge og DJ Buda - høvdu kunna uppsummerað heilt nógv um Grundina og Undirbeat og annað mangt. Tøkk fái tit, og tøkk fái allir gestir, tónleikarar, hjálparfólk og starvsfólk og fyriskiparar.

Solveig og eg ornaðu fyri í Stjórastovuni í Fjósinum, og hon var tað semi-loyniliga og David Lynchutta alternativið í ár. Heilt ólukksáliga kul stað, ið fleiri áttu sín lut í at skapa. Hóskvøldið løgdu Jollyklub frá landi, og  Neuph! endaði kvøldið við at leggja eitt meistarligt úrval av LP'um undir nálinar. Tøkk! Fríggjakvøldið var "gamlamannakvøld" við genialari og læruríkari disking frá Petur Rouch og Gissuri og Sonna. Tøkk! Eg og Solveig høvdu somuleiðis tað frægd at leggja føroyskar 7-tumma klassikarar undir nálina hetta kvøldið, og tað var heilt ótrúliga stuttligt! Leygarkvøldið bjóðaði uppá genialar retro/swing/funk/balkan/rock'n'roll og ikki minst rockabilly tónar frá Mr. Blackbeard (ið BARA brúkti 7-tumma stakplátur!), Palov, Fnubri Tarzan og Fujiyama Mama. Tøkk!

Men nú var ikki ætlanin at gerast sentimentalur. "Lost In Music" eitur sangurin, og disco er bestemt ikki ókul longur. Góðska er tað einasta, ið yvirlivir tíðarinnar tonn. Vert at leggja sær í geyma.

Comments