John Lennon 75 ár

Á Yoko Ono framsýning á Louisiana í 2013. Mynd: Solveig H. Olsen.
John Lennon hevði fylt 75 ár í dag. Eg havi tað eitt sindur ambivalent við tí manninum. Sum tannáringur var eg íðin Bitla og Lennon fjeppari, so íðin at eg einaferð skal hava spurt pápa mín hvussu tað var liva, tá John Lennon livdi (!) Við árunum troyttaðist eg tó av teirri "heilagu almennu" Lennon reseptiónini, ið roynir at seta henda harðkjarnaða ótangan úr Liverpool í senu sum okkurt slag av hippy dippy friðarhøvdinga. Har banalt bras sum "Imagine" verður hálað fram í ljósmálan sum eitt hápunkt. Spell, tí har er so nógv annað gott.

Taki heldur ikki undir við teirri útbreiddu fatan, ið dikterar at John Lennon var = góður, og Yoko Ono var = ónd. Tvørturímóti. Fyri nøkrum árum síðani vóru Solveig, Sunnvá og eg til eina retrospektiva Yoko Ono framsýning á frálíka Lousiana Museum of Modern Art norðanfyri Keypmannahavn. Tað var ein fangandi og fordjúpandi uppliving, har eg av álvara fataði hvussu nógv Yoko hevði at siga fyri John.

"Heilaga almenna" versiónin er at Yoko gjørdi sær dælt av John, í og við at hon gjørdist so nógv kendari av at vera saman við honum. Well, tað øvugta gjørdi seg eisini galdandi, tí tá tey hittust hevði Yoko longu í fleiri ár sett sín dám á avantgarde listaumhvørvi í USA og aðrastaðni. Longu í 50'unum var hon fremst við teimum fremstu. Áðrenn hon nakrantíð hitti Lennon hevði hon havt samband við eitt nú La Monte Young, John Cage og Fluxus rørsluna. At John helt saman við Yoko gav honum sostatt legitimitet sum seriøsur listamaður við einum sindri av avantgarde broddi. "Tá tað regnar á prestin dryppar tað á degnin". Í hesum føri vóru bæði tvey prestur og degnur. Tað gekk, stutt sagt, báðar vegir.

Myndin omanfyri er av tiltikna verkinum "Ceiling Painting, Yes Paining" frá 1966. Hetta var verkið, ið fekk John at forelska seg í Yoko. Tað paradoksala við at síggja verkið á Lousiana, var at hetta var reint faktiskt tann stigin, ið John Lennon kleiv uppí afturi í 1966. Av tí sama sluppu vit onnur ikki at klíva upp í stigan, men máttu standa passivt og hyggja at verkinum. Nokkso absurd, tí tað var jú endamálið við upprunaliga listaverkinum at tú skuldi upp í stigan og lesa "Yes" skriftina uppi undir loftinum. Um hasin stigin hevði so nógv uppá seg, kundi ein annar stigi verið settur í staðin, ella hvat? Tað museala og tað sakraliserandi er ein afturvendandi hóttan móti allari livandi list og mentan, og hesir tendensir hanga so avgjørt uppi við øllum, ið John Lennon tókst við.

Eg segði áður, at har var so nógv annað gott. Tað er rætt. Eg elski t.d. hetta lagið. "Walking On Thin Ice". Yoko Ono sang og skrivaði tekst. Hetta er síðsta upptøkan, ið Lennon spældi við á, og hann hevði faktiskt eitt spolaband av upptøkuni í hondini, tá hann var skotin 8. des. 1980. John og Yoko høvdu beint áðrenn verið í The Record Plant og miksað lagið. Tað gevur eitt snapshot av hvar tey vóru ávegis tónlistarliga talað, áðrenn alt var avbrotið á so ófatiligan hátt. New Yorkarasligt post disco við new wave dámi, og John spælir lead gittar. Lagið fekk seinni endurreising sum undirgrunds diskotekshitt, og eg uppdagaði tað fyri nøkrum árum síðani umvegis savnsfløguna Disco Not Disco. Sigi sum Effersøe á sinni: "tað er tann Lennon sum mær dámar".

Comments