|
P.O.D. live í Høllini á Hálsi 22. mars 2019. |
Seinasta hálva árið havi eg verið til tvær konsertir í høllini á Hálsi. Sermerkt er at tað gingu akkurát seks mánaðir ímillum hesar konsertirnar: hin fyrra var við Uriah Heep 22. september 2018, hin seinna við amerikansku P.O.D. 22. mars 2019. Eisini er tað sermerkt, at eg sá júst hesar báðar bólkarnar live í London veturin 2001/02. Eg var á málskúla hetta tíðarskeiðið og fór á so nógvar konsertir sum yvirhøvur gjørligt. Eg plagdi at blaða í blaðnum
Time Out London, ið skúlin hevði standandi á einum stativi í forhøllini. Har stóðu flestu konsertir og tiltøk í.
7. desember 2001 fór eg á konsert við Uriah Heep í Shepherd's Bush Empire. Hetta vísti seg at vera eitt rættiliga serstakt konsertkvøld undir heitinum
"The Magician's Birthday Party", ið seinni var útgivið á DVD. Fleiri gestir vóru við á konsertini, ja bæði Ken Hensley (orgul og gittar) og John Lawton (sang) vóru við, umframt at Thijs Van Leer leikti floytu. Lee Kerslake var framvegis trummuleikari tá.
|
Uriah Heep live í Høllini á Hálsi 22. september 2018. |
Alt í alt eitt serstakt kvøld, og ein framíhjárættur at sleppa at síggja henda legendariska bretska 70-ara rokk bólkin við stinnastu manning. Eingin ivi er um at mínar yndis útgávur við Heep eru
Demons & Wizards og
The Magician's Birthday, báðar frá 1972. Víðskygdur progg rokkur við miklum hugflogi og einum dismi av psykedelia. Tí var tað ikki sørt hugaligt at hesar báðar útgávur áttu serligt pláss á teirri konsertini.
Í høllini á Hálsi í september var bólkurin meira trimmaður, og teir mongu gestirnir vóru sjálvsagt ikki við. Í dag er Mick Box einasti uppruna limur sum framvegis leikar við Uriah Heep. Bólkurin var tó í fínum formi og framførdi eina kompakta og orkumikla konsert. Hæddarpunktini vóru 'Sunrise', 'The Magician's Birthday', 'The Wizard' og 'Easy Livin'' av áðurnevndu plátuútgávum. Mick Box er framvegis gandakallur og bjóðar øllum í føðingardag, tá hann er á pallinum. Hattin av fyri tí.
|
Uriah Heep live í Høllini á Hálsi 22. september 2019. |
P.O.D. (stytting fyri Payable On Death) úr San Diego, Kalifornia hoyrdi eg á spælistaðnum The Garage í London 9. januar 2002. Konsertin var útseld og eg hevði einki atgongumerki, men eg fór kortini. Hetta var beint um tað mundið, tá teir brutu í gjøgnum altjóða og fingu nøkur megahitt. Eg kendi eitt sindur til útgávuna
The Fundamental Elements of Southtown (1999), men tað var við útgávuni
Satellite frá 2001 at teir fingu tað stóra altjóða gjøgnumbrotið.
'Youth of the Nation' kom út sum staklag í desember 2001. Hetta var bert ein mánaða undan konsertini, og komandi árini gjørdust P.O.D. eitt stórt navn innan nu metal. Ein kendi tað eisini á konsertini, at her var ein serstakur spenningur rundanum. Uttanfyri royndu atgongumerkjahávar at selja mær atgongumerki fyri okursprís. Inntil ein tilvildarligur fýrur kom og bjóðaði mær eitt atgongumerki fyri "a pint of lager". Eg segði "ok". Hann fór at heva pengar, og ein av grammaru hávunum royndi at billa mær inn, at hesin fýrurin var klikkaður og gjørdi hetta hvørja ferð.
Eg valdi tó at bíða eina løtu, og hesin fýrurin kom aftur. Hann segði, at hann hevði akkurát vunnið tvey atgongumerki í onkrari blaðkapping, og fekk ongan við sær. Vit fóru innum, hann segði sítt navn í hurðini, eg keypti honum eina pint, vit ynsktu hvørjum øðrum góða konsert og tað var tað. Tað var ein góð konsert. Intenst. Seinni fingu teir eitt stak negativt nu-metal predikat á seg, men man visti hvaðani teir komu.
|
P.O.D. live í Høllini á Hálsi 22. mars 2019. |
|
P.O.D. live í Høllini á Hálsi 22. mars 2019. |
P.O.D. kendust sum júst teir somu í høllini á Hálsi í gjárkvøldi. Teir hava integritet og hava altíð gjørt hetta. Ein kundi fyri tað sæð teir live á onkrum lítla klubba á amerikansku vesturstrondini og kenslan hevði verið tann sama. Teir spæla rapp metal í 90-ara siðvenju a la Rage Against The Machine, við fitt av nu metal eyðkennum blandaðum uppí og einum melodiøsum tevi í teimum størstu hittunum sum 'Youth Of The Nation', 'Alive', 'Boom' og 'Satellite'.
Menn vóru vornir nakað eldri, men teir spældu sera væl, ja í grundini spældu teir sum ein dreymur. Frálíkur gittarleikur frá Marcos Curiel, góður bassbotnur frá Traa Daniels og Sonny Sandoval er ein sannførandi frontfigurur (trummutøkningurin Johnny Beats var stand-in fyri Wuv Bernardo á hesi konsertferðini, og hann dugdi síni ting til lítar). Dámligt við skiftum millum ágangandi riff og meira droymandi atmosferiskar passasjur. Gamaní havi eg einki forhold til nýggja tilfarið hjá bólkinum, men tá hittini frá
Satellite (2001) vóru spæld, kendi ein veruliga formatið á bólkinum.
|
Eg fekk tikið mynd av settlistanum, ið ljóðmaðurin hevði liggjandi á pultinum. Mær tykir at P.O.D. kutaðu tveir sangir úr framførsluni: 'Without Jah' og 'Beautiful', og fóru tí beint úr 'Youth of the Nation' yvir í 'Alive'. |
I Am hitaðu upp fyri P.O.D, og tað var stuttligt at hoyra teir aftur eftir so langa tíð. Eg kendi so at siga øll løgini hjá I Am aftur. Tey ljómaðu nevniliga á fløgu og í útvarpi í sama tíðarskeiði sum tá P.O.D. slóðu í gjøgnum altjóða. Í so máta eitt gott match, og eitt ikki sørt nostalgiskt kvøld. Løg sum 'Friðsæla stund' og 'Alla leið' eru ikki at kimsa at. Arni Zachariassen var ikki við vegna sjúku í familjuni. Alt gott ynskist honum og hansara. Ein vónaði kanska stillisliga at Mikkjal Hvannastein fór at trína á pallin, men so var ikki. Tó skal sigast at Pauli Reinert Poulsen framdi eitt heiðurligt avrik undir óvanligum umstøðum. Alt í alt ein fín konsert.
Comments
Post a Comment