Yoko Ono venur saman við Ornette Coleman, Ed Blackwell, Charlie Haden og David Izenzon. |
-Yoko Ono.
Ah, undurfulla tíðin, tá tað rann saman millum Fluxus avantgardu og popp tónleik <31970 er eitt hugtakandi og kreativt tíðarskeið hjá teimum báðum John Lennon og Yoko Ono, ið útgóvu hvør sína plátu undir heitinum Plastic Ono Band.
John Lennon/Plastic Ono Band er hansara fyrsta solopláta post-Beatles, upptikin sum trio við Ringo Starr og Klaus Voorman, og við sjálvum Phil Spector sum framleiðara. Minimalistiskur rokkur sum stendur í feskari andsøgn til bitlarnar, eitt satt meistaraverk, har vaksni móðurloysingurin Lennon ýlir sína sorg út. Á fylgisneytaplátuni Yoko Ono/Plastic Ono Band eru somu tónleikarar við, og tey fara uppaftur longur út eftir avantgarde ásanum, eisini eitt meistaraverk. John Lennon revsar el-gittaran sum ein trásettur á hesi plátuni, tað er mikið hugtakandi at leggja oyru til.
Tey bæði Lennon og Ono gingu til "primal terapi" hjá Arthur Janov í tíðarskeiðnum, og hetta var viðvirkandi til kreativu forloysingina á báðum útgávunum. Yoko Ono dyrkar eisini hetai sang í hesum tíðarskeiðnum, sum er eitt sera ekspressivt slag av sangi úr japanskum kabuki teatri. Eitt av løgunum á Yoko Ono/Plastic Ono Band plátuni er upptøka frá februar 1968, har Yoko Ono improviserar saman við ongum minni enn Ornette Coleman og bólki. Coleman bjóðaði henni at framføra við sær í Albert Hall, eftir at hann hevði sæð hana framføra í París. Upptøkan stavar frá venjing til konsertina. Hetta var meðan John Lennon og hinir bitlarnir roksaðust við transendenta meditatión yviri í India.
Yoko Ono er eitt spennandi og víðskygt listafólk, og tað var hon eisini langt áðrenn hon møtti Lennon. Ein hoyrir eisini onkrar paralellir til tað, sum Kraftwerk og onnur fingust við í Týsklandi í sama tíðarskeiði. Alt í alt fantastiskt, so kom og sigi nei takk til rockistiskan dovinskap og sexistiska Yoko Ono bashing, og ja takk til avantgardistiskt dirvi og listaligt víðskygni. Hipp hipp hurrá 🙌❤️
Comments
Post a Comment