U2 og ABBA í Stokkhólmi 1992

Vit liva í einum retromaniskum alduri, ikki minst innan popptónleikin, har alt snýr seg um comebacks, ársdagar, endurútgávur og reunions í tað óendaliga. Internetið hevur gjørt alla søgu og alt tilfar atkomuligt allatíðina. Mentanarligt forstoppilsi. Men hey, tað hevur eisini sínar góðu síður. 

Fríggjadagin komu ABBA aftur í aftur við nýggjari plátu, Voyage, sum er nokkso rørandi at lurta eftir ein sunnudag seinnapart. Og so eru tað allar pláturnar, sum hava ársdag fyri tíðina. 30 ár síðani 1991, 50 ár síðani 1971, 25 ár síðani 1996 o.s.fr. o.s.fr. 

Nú í november eru í øllum førum tvær góðar frá 1991, sum fylla 30 ár. Onnur er Loveless hjá My Bloody Valentine, hin er Achtung Baby hjá U2, ið kom út 18. november 1991. U2 túraðu kring heimin við teirri útgávuni á konsertferð, sum fekk heitið ZOO TV. Hendan konsertferðin breyt upp úr nýggjum tøkniliga og listaliga. Stórskíggjar, speirekandi viðmerkingar til hópmiðlar og postmodernaðar lótir í langar banar - tó við hjartanum á røttum stað. 

Konsertferðin var so kreativt stimbrandi, at bólkurin endaði við at upptaka eina heila plátu afturat, Zooropa (1993), meðan teir hildu steðg frá drúgvu túringini. Zooropa bygdi víðari uppá temu, sum konsertferðin granskaði, og hesar báðar pláturnar Achtung Baby og Zooropa venda aftur til Evropa sum eitt mytologiskt ímyndað stað (har pláturnar frá 80-unum dyrkaðu Amerika sum eitt mytologiskt ímyndað ditto). Klubb tónleikur, evropeiskur elektroniskur tónleikur og dansitónleikur var eisini ein stórur íblástur á hesum útgávum, umframt sci-fi bókmentir o.a. 

ZOO TV var koreograferað niður í minstu detalju, men mittasti parturin av konsertunum var meira leysur og innihelt ofta okkurt óvæntað. Her er eitt stuttligt og nokkso apropos klipp frá ZOO TV vitjanini í Stokkhólmi í 1992. Eitt rættiligt scoop, at Björn Ulvaeus og Benny Andersson játtaðu at framføra við U2 her, tí í 1992 høvdu teir báðir nóg illa staðið á palli í 10 ár. Teir síggja eisini nokkso óvandir út her, men tá Bono til endans bukkar og sigur "We're not worthy!" so meinar hann tað.

Comments