Bygdin! - hugvekjandi synth lótir úr Noregi

Skal her stutt gera vart við eina tónlistarliga síðuverkætlan, ið tangentleikarin og trummuleikarin úr eminenta norska synth rock/shoegaze bólkinum 120 Days standa aftanfyri. Teir báðir eita Kjetil Ovesen & Arne Schröder Stöy Kvalvik og heitið á síðuverkætlanini er nakað so genialt sum Bygdin (!) Heitini á løgunum eru so vítt eg dugi at síggja ymisk staðarnøvn í Noregi. Stuttligt.

120 Days er ein superbt góður bólkur, og tí er Bygdin áhugavert. Bygdin er tó meira dronandi og loop orienterað enn 120 Days. Havi ikki reiðiliga gjørt upp við meg sjálvan, hvørt tað er líka feitt, men tað er í øllum førum spennandi og eitt sindur krautrockut. Sum helst kemst av at tað eru trummarin og tangentmaðurin, ið standa aftanfyri tónleikin.

Krautrock tendensir eru altíð kærkomnir. Tað var gamalt. Tó at krautrockskar løtur hómast, er desideraði rockurin (tann við gittar og manér) settur til viks, og eru vit ístaðin í einum yvirhøvur elektroniskt treytaðum heimi. Onkra løtuna næstan techno kent. Tíðum yviri í ambient landsløgum. Gjøgnumgangandi dentur verður lagdur á tað atmosferiska, tað er vist.

Her skal ikki roksast so nógv afturat, annað enn at til ber at lurta eftir nøkrum løgum á myspace hjá Bygdin...og so skal tað líka skoytast uppí, at tað er mestsum ógjørligt at fara lort í býin um ein vitjar inni á myspace hjá 120 Days

Comments