Mikro sampling - um The Field

Ein bloggur við einum sindri av fríari youtube assosiatión um hugtakið mikro sampling; hetta at sampla evarska lítil brot úr øðrum sangum og verkum, og síðani konstruera størri samanhangir burturúr teimum.

Tað byrjaði við at eg fyri kortum hugdi eftir einum stuttligum parti av Family Guy, ið m.a. innihelt hetta brotið:

Family Guy speisemi tá tað er best! Tó var eitt annað, sum fangaði meg við brotinum, tá eg hugdi eftir tí umaftur. Talan var um ljóðførissamansetingina í Lionel Richie sanginum, soleiðis sum hon hoyrist á uml. 0:22 markinum í klippinum omanfyri. Eg helt meg hava hoyrt akkurát hasi sekundini ella taktina/taktirnar fyrr. Í video'ini til "Hello" hoyrist sama brot á uml. 1:23 markinum:


Fantastisk 80'ara video forrestin. Niðurstøðan viðvíkjandi hasum brotinum var, at eg hevði hoyrt tað fyrr. Fann útav online, at svenski techno framleiðarin The Field brúkar tað sum eitt grundleggjandi element í lagnum hjá sær, nevnt "A Paw In My Face". Lagið finst á debutplátuni hjá honum, nevnd From Here We Go Sublime frá 2007. Henni havi eg lurtað nógv eftir, og tískil kendi eg tað aftur hagani.

Umrødda brot og fleiri onnur element úr sama sangi vera nýtt gjøgnumgangandi í lagnum hjá The Field. Í endanum hoyrist eisini eitt brot úr solo'ini/c-stykkinum í Richie sanginum, har eitt frekt synkoperað taktslag hoyrist...prøva og gev tí eitt lurt:

Eg haldi at hetta er ein fasinerandi og hamrandi kulur máti at gera tónleik uppá. At man tekur evarska lítlar "sellur" ella brotabitar úr einum lagi, og setur hesar saman í ein nýggjan samanhang, hvørs heild onkursvegna er meir enn hvat einstøku lutirnir leggja upp til.

"Tension/release" er eitt væl kent trick í nógvum techno. "Spenningur og forloysing" á nøkunlunda føroyskum. Hetta kann vera ítøkiligt; at bygt verður upp til klimaks o.a., men "tension/release" er mangan eitt slag av grundleggjandi støðu í sjálvum tónleikinum. Eitt væl frágingið techno lag kann gjøgnumgangandi innihalda bæði spenning og forloysing samstundis. Tað er ótrúliga feitt, tá fólkið aftanfyri dugir. Og The Field hann dugir.

Lionel Richie er ikki einasta samplingar-keldan, ið verður nýtt á From Here We Go Sublime. Byrjunarlagið "Over The Ice" heintar eisini samplingar aðrastaðni frá, hesuferð frá "Under Ice" hjá Kate Bush. Lagið er av Hounds of Love plátuni frá 1985;
KATE BUSH Under The Ice (1) from Sky Vibes on Vimeo.

Eitt friðarligt og eitt sindur ófrættakent lag, við vakra sanginum hjá Bush og tí sum kundi ljóða sum eitt bland av akkustiskum og elektroniskum strúkarum í fokus. Kate Bush syngur eina yrking og eina søgugongd, ið berir sangin fram.
Síðani kunnu vit lurta eftir "Over The Ice" hjá The Field, og vita eftir hvussu hann nýtir samplingarnar:

Tað hoyrist at hann serliga nýtir røddina hjá Kate Bush til at skapa melodiir og hugløg. Eg meini meg eisini hoyra bakgrunds synthin í "Under Ice" havandi ein líknandi leiklut í "Over The Ice". Men røddin er tað sum onkursvegna er fremst í myndini. Tó eru tað ikki orð vit hoyra, men einstøk stavilsir og tað sum er uppaftur styttri. Røddin verður sostatt eitt ljóðføri uttan semantiskan týdning.

Hetta at taka vokalin og separera hann frá semantiska týdninginum minnir meg eitt sindur um Different Trains hjá amerikanska Steve Reich. Verkið er frá 1988, skrivað fyri strúkarakvartett og band/tape og í trimum pørtum:

America-Before the War (movement 1)
Europe-During the War (movement 2)
After the War (movement 3)

Reich var smádrongur undir 2. veraldarbardaga, og tá plagdi hann at ferðast við toki millum New York og Los Angeles, tí foreldrini vóru fráskild, og búðu í hvør sínum býi. Reich er av jødiskari ætt, og seinni fór hann at hugsa um at um hann hevði búð í Europa heldur enn USA hesi árini, so hevði hann kanska ferðast í Holocaust tokum, tvs. tokum, ið koyrdu jødiskar fangar til týningarlegur.

Í verkinum nýtir Reich samrøður við fólk, ið tosa um tað at koyra í toki. Í fyrsta parti um tað at koyra í toki í USA áðrenn kríggið, í næsta um at koyra í toki í Evropa undir krígnum, og síðani um at koyra í toki aftaná kríggið.

Eitt áhugavert við hesum er at Reich nýtir tosandi røddirnar sum grundarlag fyri melodiskum tilfari. Tá vit tosa vanligt eru tónar í røddum okkara, og arbeiðir Reich við hesum í verkinum. Hóast tok og tokferðir, USA/Evropa og ræðusøgan um kríggið og Holocaust er "bakgrundsteppi" fyri verkið, so snýr ítøkiliga nýtslan av tosandi røddunum seg fyrst og fremst um teirra fonetiska virði, og síðani um teirra semantiska virði:

Eitt sindur av hesum hoyra vit hjá The Field. Eg sigi bara "eitt sindur", tí hjá The Field er alt klipt nógv  meira sundur í styttri brot, og hjá Reich er eisini talan um eitt melodiskt samspæl við akkustiskar strúkarar, og tað gevur nakrar øðrvísi arbeiðshættir.

...men The Field MÁ hava lurtað eftir Reich...eg havi í hvussu so er ein sterkan illgruna um tað. Hvussu enn er og ikki, so ger The Field sera áhugaverdan og feitan tónleik. Pláturnar eru higartil tvær í tali; From Here We Go Sublime frá 2007 og Yesterday and Today frá 2009. Báðar eru útkomnar á spennandi týska techno plátufelagnum Kompakt, ið heldur til í Köln.

Her at enda eitt lag av nýggjastu The Field plátuni Yesterday and Today; hitt frálíka "Leave It". Eg haldi meg hoyra nógv element frá minimalismuni hjá Reich og co. í hesum lagnum. Hvussu enn er og ikki, so er talan um eitt avbera feitt lag, har tað ber væl til at blíva vekk í vakurt konstrueraða meyldrinum av friðsælu og rokaligheit;

Comments

  1. Feitur bloggur!

    Havi vita av hasum við Lionel Richie samplinum nokkso leingi. Men eg visti ikki um Kate Bush - Under Thin Ice samplingini. Okkurt lærir man hvønn dag.

    Men yes, dyrki tínar blogs. Drív á.

    ReplyDelete
  2. Takk fyri tað. Feitt at hoyra og vita at lisið verður. Gleðilig jól og gott nýggjár har sum tú ert.

    ReplyDelete

Post a Comment