Hesin bloggurin kundi tað sama iti "Loppen meg her, og Loppen meg der", tí bæði umrøddu nøvnini hava spælistaðið Loppen, ið liggur Christiania megin markið millum Christiania og restina av DK, sum karm um sínar framførslur. Onnur konsertin hevur verið, og hin verður í kvøld (mánakvøld).
Miike Snow
Fríggjakvøldið vóru tað svensku Miike Snow, ið spældu á Loppen. Feit konsert. Kendi bara nøkur einstøk løg frammanundan, men haldi ikki tað bilti so nógv. Miike Snow eru ein trio, ið er manna av amerikanska sangaranum Andrew Wyatt og svensku prodjúsara duoini Christian Karlsson og Pontus Winnberg. Teir báðir eru kanska betri kendir undir prodjúsara heitinum Bloodshy & Avant. Um tú kennist við tað navnið, so er tað ikki so løgið, tí Bloodshy & Avant hava skrivað og produserað løg fyri Britney Spears, Madonnu, Ms Dynamite, Kelis, Kylie Minogue og Jennifer Lopez.
Kendasta lagið frá teirra hond, er óivað stórhittið "Toxic" hjá Britney. "Toxic" er eisini eitt hamrandi feitt popp lag, og dømi um mainstream popp, tá hann vísir seg frá síni allar bestu og mest uppfinnsamu síðu (jú, slíkt hendir faktiskt viðhvørt, men bara viðhvørt...)
Um onkur annars kennist við navnið Pontus Winnberg, so er tað ein orsøk til tað. Hann er nevniliga beiggi Peter Winnberg, ið er bassleikari í frálíka íslendska reggae bólkinum Hjálmar, ið vitjaði á G! Festivalinum í 2005.
Miike Snow er so nýggjasta verkætlanin hjá teimum báðum og Andrew Wyatt. Haldi teir tríggir deilast um sangskriving og sovori. Tá teir spæla live eru teir seks mans á palli; Wyatt (sang, gittar, tangentar), Karlsson (elektronikk), Winnberg (bass og tangentar) og so ein trummari, ein tangentleikari og ein trummumaskinu/DJ miksara maður. Stuttlig samanseting, ið eisini riggar væl.
Mær dámar væl tónleikin hjá Miike Snow, tí hann er eitt sindur torførur at seta í bás. Tað er heilt avgjørt poppur, ið inniheldur hópin av referansum til popp landslagið seinastu 10 árini, men tað er alt møguligt annað eisini; eletroniskt, sindur house kent í løtum, rockur, folk...kul samanseting av ymiskum tingum. Her eru so nøkur løg frá sjálvnevndu debutplátuni, ið kom út í oktobur:
Fyrsta staklagið og fyrsta lagið á plátuni:
Næsta staklagið:
Frálíkt og super einfalt lag (tríggjar akkordir allan vegin), ið flytir seg yvir í hissini house rundferðir:
Her er sama lagið live á amerikonsku KCRW útvarpsstøðini. Giti at teir spæla í gitnu alternativu tónleikasendingini "KCRW's Morning Becomes Eclectic". Eg haldi tað er áhugavert, at teir ikki eru 100% avgjørdir frammanundan í hvussu lagið skal menna seg, men lata ístaðin live elementið og spontanitetin spæla inn. Soleiðis ljóðar og sær tað í øllum førum út her hjá mær. Skrúva hart frá, tí ljóðið er nakað spakuligt:
Damien Jurado
Næsta navnið, ið er til umrøðu og altso spælir á Loppen í kvøld, er amerikanski sangskrivarin og Seattle búgvin Damien Jurado. Hann hevur givið plátur út síðani 1997, og hin nígginda, nevnd Caught In The Trees, kom út í septembur í fjør.
Damien Jurado skrivar ólukksáliga góðar sangir. Hann er eitt slag av songwriter's songwriter. Ein sovorin sum aðrir sangskrivarar lurta eftir og hava virðing fyri. Hann hevur eisini eina feita rødd. Ikki tí at hann er nakar croonari ella ger fancy teknisk ting ella hevur stóra vídd ella nakað, men tí at hann syngur inniligt og vakurt og viðbreki. Hann syngur soleiðis sum viðkomandi er fyri sjangruna(r), ið hann ferðast í, og hann ger hetta væl.
Fyrstu fýra pláturnar hjá Jurado komu út á legendariska og somuleiðis Seattle baseraða indie plátufelagnum Sub Pop (sum í síni tíð hýsti Nirvana, og í dag hýsir sovornum sum The Shins, Band of Horses og Fleet Foxes). Í sambandi við fimtu útgávuna Where Shall You Take Me? frá 2003 flutti Jurado yvir á kanadiska (og somuleiðis sera indie-sliga) Secretly Canadian. Og har hevur hann verið síðani.
Pláturnar hjá Jurado flyta seg (generelt sæð) frá tí nakna og low-fi einfalda, til tað meira rock og el-gittar orienteraða. Tær flestu merktar av tí fyrra, og onkur einstøk av tí seinna. Ghost of David (Sub Pop, 2000) er óivað tann mest nakna og low-fi-sliga, meðan I Break Chairs (Sub Pop, 2002) er ein rockut ein, ja faktiskt nógv tann mest rockutta hjá Jurado. Ein feit pláta, sum eg havi lurtað heilt nógv eftir millum ár og dag. Tað var vinmaðurin og tónleikaligi sparringspartnarin Bogi á Lakjuni, sum í síni tíð vísti mær tað plátuna. Takk fyri tað, Bogi.
Havi seinni lisið meg fram til, at Jurado einamest gjørdi I Break Chairs í eini handavending, fyri at sleppa burturúr sáttmálanum við Sub Pop. Tað havi eg eitt sindur ilt við at trúgva, tí løgini eru somikið góð. Men hey, kanska passar tað, og kanska vitnar hetta um gávurnar hjá Jurado at hála góð løg og góðar tekstir upp úr ermuni, soleiðis í eini handavending. Eisini tá um sleppan burturúr úr sáttmálum ræður. David Bazan framleiddi tað plátuna, forrestin (David Bazan er annars ein søga fyri seg, men hon má bíða).
Eg skal ikki roksa so nógv afturat, annað enn at eg viðmæli øllum at tjekka Damien Jurado út. Og Miike Snow. Latum okkum ikki gloyma teir. Teir hava gamaní spælt, men Jurado spælir í kvøld. Á Loppen. So um hetta vekir tín áhuga og tú ert í økinum, so hevði tað kanska verið eitt hugskot at lagt leiðina framvið. Nøkur klipp:
Av teirri nýggjastu; Caught In The Trees (ið satt at siga leggur seg nakað uppat I Break Chairs, hvat rockinum viðvíkur):
Eitt vakurt friðarligt lag, somuleiðis av Caught In The Trees:
"Lose My Head", av teirri frálíku I Break Chairs frá 2002:
Hitt avbera vakra "Tonight I Will Retire", live framførsla frá 1998 ella 99:
Man-hevði-hoyrt-eina-knappanál-detta-á-gólv live framførsla av "What Were The Chances", upprunaliga av And Now That I'm In Your Shadow frá 2006:
Miike Snow á myspace
Damien Jurado á myspace

Animal sangurin er meega feitur! Má fara at checka teir meira út
ReplyDelete