Stak áhugavert at vera við í nýggju útvarpsrøðini um Tey brølandi tjúguni, ið Gunnar Nolsøe leggur til rættis. Í 2. parti viðgera vit hvussu jazztónleikurin og nýggj tøkni settu sera stóran dám á 1920-árini. Eisini umrøða vit hvussu øll ikki tóku jazztónleikin og tann meiri avbjóðandi klædnamótan og dansin til sín. Tey virðiskonservativu dámdu als ikki hetta nýggja rákið, men tað gjørdu tey ungu. Umframt at viðgera altjóða ella vesturlendska jazzrákið, umrøða vit eisini tónleikin í Føroyum í 1920-unum.
Eg havi áður gjørt fimm Mono sendingar um brølandi 20-árini, umframt at eg havi undirvíst í viðkomandi evnum, sum hava við tíðarskeiðið at gera, bæði á útbúgvingini í listaligum arbeiði og á tónleikalinjuni á læraraútbúgvingini á Setrinum. Eitt mikið spennandi tíðarskeið, ið hevur onkrar áhugaverdar parallellir til tíðina, ið vit liva í í dag. Sendingin hoyrist her.
NB! Í sætta og seinasta parti umrøddu vit fyrstu grammofonplátuna, ið var útgivin í Føroyum.
Comments
Post a Comment