The Besnard Lakes

Malmö er slett ikki so býttur. Altso býurin. Liggur bara eitt sindur meir enn ein hálvan tíma frá Keypmannahavn via tok. Og har eru áhugaverd tiltøk viðhvørt. Konsertir og sovori. Sum t.d í kvøld, hóskvøld 8 apríl. Tá spælir ein kanadiskur bólkur sum eitur The Besnard Lakes á Debaser í Malmö.

The Besnard Lakes eru ordiliga góð, og tað eru hjúnini Jake Lasek og Olga Goreas, ið reka bólkin. Tónleikurin er eitt sindur retro kendur melodiøsur rockur við psykedeliskum og stórfingnum dámi. Jake Lasek hevur verið studio tech hjá m.a Arcade Fire. The Besnard Lakes minnir eisini eitt sindur Arcade Fire, men í eini meira steinaðari útgávu og við (nógv) meira gittarútblástri. Rock 'n' roll.

Plátan sum vakti ans æt The Besnard Lakes Are The Dark Horse og kom út í 2007. Minst líka góði uppfylgjarin The Besnard Lakes Are The Roaring Fire kom út fyrr í ár. Solveig og eg fara á konsert, og tað verður forkunnugt. Malmö er eisini mikið hugnaligur. Fáa okkum allarhelst ein bita áðrenn rokk og rullið.

Knall hamrandi feit live upptøka av "And this is what we call progress" av teirri nýggju plátuni


"Albatros" - fyrsta staklagið av The Besnard Lakes Are The Roaring Fire


"And You Lied To Me" - super feitt lag av The Besnard Lakes Are The Dark Horse (2007)

"Like the Ocean, Like the Innocent pt. 1 & 2" - Byrjunarlagið á teirri nýggju plátuni

Comments