Til minnis um Donna Summer 1948-2012

Donna Summer 1948-2012
Hósmorgunin í farnu viku andaðist amerikanska songkvinnan Donna Summer, 63 ára gomul. Eins og Adam Yauch, ið eg skrivaði nøkur orð til minnis um í mínum seinasta bloggi, stríddist hon við krabbamein. Tað var ikki ætlanin at gera eina hálvgum bloggrøð burturúr minningarorðum, men aftur hesuferð kann eg ikki bæra mær at festa nøkur orð niður.

Donna Summer hevði sína stórheitstíð innan disco. Eitt eyðkenni við disco vóru sonevndu disco diva'irnar - Gloria Gaynor, Donna Summer, Grace Jones v.fl. - harav Summer helst var hin kendasta, og enntá var skýrd "The Queen of Disco".

Sum kunnugt gjørdist Adam Yauch við Beastie Boys kendur innan hipp hopp. Hipp hopp og disco hava søguliga sæð fingið øgiliga ymiska móttøku. Hipp hopp vaks spakuliga fram yvir fleiri ártíggju; í 70'unum sum eitt spírandi undirgrundsfyribrigdi, í 80'unum sum eitt vaksandi ungdómsfyribrigdi, og í 90'unum sum eitt definerandi globalt mótafyribrigdi. Til samanberingar kom disco øgiliga skjótt í heimin; var so at siga ikki til í 1970, tók síni fyrstu skjótu fet yvir bert fá ár, og náddi longu í 1979 einum fyribils klimaksi.

Henda skjóta ferðin upp á ovastu mainstream rók gav eisini baksláttur longu sama ár, tá sonevnda "disco sucks!" bylgjan tók dik á seg. Í Chicago var skipað fyri einari "Disco demolition night", har hópur av disco plátum var koyrdur í ein kassa og sprongdur í protest! Óðir rock fjepparar illneitaðust inn á henda nýggja tónleikin, ið ikki bara hevði tikið uppmerksemið til sín, men eisini var "yvirfladiskur" og "óautentiskur".
"Disco Sucks Riot", Comiskey Park, Chicago, 12. juli 1979
Legg afturat hesum, at hipp hopp rættiliga tíðliga fekk bøkur skrivaðar um seg, og altíð hevur vakt ans fyri sosialt orienteraðum tekstum, og at disco til samanberingar ikki hevur fingið seriøsa søguliga viðgerð fyrrenn nýliga, og harafturat altíð hevur havt umdømi sum ein tónleikasstílur, ið hálovar yvirfladu, glamour og tómari njótan, og tú hevur snøgt sagt at gera við tvey sera ymisk øki innan tónleikin.

Í roynd og veru løgið, tí disco og hipp hopp hava nógv til felags. Síðst í 70'unum og fyrst í 80'unum ferðaðust bæði tónleikarar, framleiðarar og diskarar tvørturum um kámu mørkini. T.d. er vert at hava í huga, at fyrsta ordiliga stóra rapphittið var "Rapper's Delight" hjá The Sugarhill Gang, og at hetta lagið jú var tónleikaliga grundað á "Good Times" hjá disco bólkinum Chic. Tónleikararnir á "Rapper's Delight" spæla eitt identiskt groove sum tað, ið ein hoyrir á "Good Times". Tað er neyvt sama útgangsstøði, og tað var ikki fyrrenn miðskeiðis í 80'unum at hipp hopp av álvara differentieraði seg  við meira rútmiskt ágangandi nøvnum sum Run DMC, LL Cool J, og áðurnevndu Beastie Boys.

Orsøkin til hesa undirstrikingina av ymisku móttøkuni av ávikavist hipp hopp og disco, er tí eg haldi tað sigur nakað um søguna hjá disco. Meðan hipp hopp hevur havt eitt gott umdømi sum verandi kul og í ordan at dáma, hevur disco í nógv ár verið úti í kuldanum. Avskrivað sum yvirfladiskt fjant. Glitrandi glar.

Vend tykist tó at vera komin í. Seinnu árini er ein røð av bókum útkomin, har disco verður tikið upp til seriøsa viðgerð. Nevnast kunnu hin avgerðandi Loves Saves The Day: A history of American dance culture 1970-1979 eftir Tim Lawrence (2003), umframt Turn The Beat Around: The Secret History of Disco eftir Peter Shapiro (2006), og Hot Stuff: Disco and the remaking of American Culture eftir Alice Echols (2009). Harafturat tykist ein endurkveiking at vera komin í disco fatanina í kollektivu poppmentanarligu tilvitskuni.
Disco hipp hopp? Vinyl label til "Rapper's Delight"
Hvar er Donna Summer so í øllum hesum?

Jú, hon var fødd LaDonna Adrian Gaines, og eins og fleiri aðrir aktørar í disco umhvørvinum vaks hon upp innan kirkjugátt, har hon eisini tók síni fyrstu fet á sangleið. Lívið hjá henni var eyðmerkt av eini pendulferð millum born again evangeliskan kristindóm, og eitt image sum altjóða disco drotning, sex súmbol og gay ikon. Hetta seinna var m.a. hjálpt á veg av eini røð av sangum, ið m.a. hálova kjøtiligari njóting. Men eisini av einum plátufelagi, ið fegin vildi marknaðarføra Summer júst á henda hátt, umframt at stereotypiskar og rasistiskt tónaðar fatanir av seksualitetinum hjá svørtum kvinnum í USA eisini spældu sín leiklut.

Síðst í 60'unum fekk Summer ein leiklut í týskari uppseting av hippie musicalinum Hair, og endaði sostatt hinumegin Atlantshav. Hon var gift eysturríkska sjónleikaranum Helmuth Sommer, og hagani fekk hon eisini eftirnavnið við einum anglofilum twisti (hóast tey bæði seinnu vórðu skyld).

Fyrst í 70'unum fór hon undir samstarv við framleiðaratoymið Giorgio Moroder (úr Italia) og Pete Bellotte (úr Onglandi). Teir hildu til í Musicland Studios í München, og í 1975 vendu teir sær til Summer til tess at fáa hana at syngja eitt lag, ið upprunaliga einans var hugsað sum ein demo. Giorgio Moroder hevði lagt til merkis, at "Jé T'Aime...Moi Non Plus" - erotiska duettin millum Serge Gainsbourg og Jaine Birkin frá 1969 - var komin upp á hittlistarnar aftur, og var hugaður at gera okkurt líknandi.
Donna Summer og Giorgio Moroder
Okkurt líknandi spurdist eisini burturúr! Moroder setti seg handan miksarapultin, ljósini í studionum vóru dempaði, og afturvið repetitivt groovandi tónleikinum fór Summer í holt við eina sensuelt stynjandi vokalrundferð, ið sjálvdan hevur sæð sín (innspælda) líka! Seinni segði hon at hon royndi at ímynda sær hvussu Marilyn Monroe hevði borið seg at, um hon hevði sungið sangin.

Giorgio Moroder var somikið nøgdur við endaliga úrslitið, at hann yvirtalaði Summer til at góðkenna innspælingina til útgávu, og hóast hon óttaðist hvat slíkur ljódliga skjalfestur raddar-erotikkur mundi fara at gera við hennara almenna umdømi, játtaði hon treyðugt.
Lagið æt "Love To Love You Baby" og var sent til Neil Bogart, stjóra á Casablanca Records, ið var plátufelagið hjá Summer. Bogart var bergtikin, og heitti á Moroder og Belotte um at gera eitt sonevnt "extended mix" til diskoteks-dansigólvini, og teir so gjørdu. Úrslitið var 17 minuttir langa "extended version" av "Love To Love You Baby". Eitt stórfingið megnarverk, ið fylti alla síðu A á plátuni.

Tá Summer frætti at hon hittaði í USA, var hon fegin. Tá hon frætti, at tað var "Love To Love You Baby", ið hittaði, ógvaðist hon við. Hetta var ikki tað hon hevði ætlað sær. Men hvat ein so annars heldur um "Love To Love You Baby", slepst illa uttanum at lagið var eitt tónleikaligt nýbrot og er uppá allar mátar á høgum støði. Leggjast kann afturat, at innihaldið í sanginum á ongan hátt er niðrandi, kúgandi ella destruktivt. Summer leggur gamaní rødd til kvinnuliga girnd og tráan, men er tað nakað at vera krymputur og bangin fyri?

Hetta var ikki eindømi um brillierandi samstarv millum Summer og Moroder. Í 1977 avrikaðu tey synthesizer drivna valaverkið "I Feel Love", har funky, syntetiskir, Kraftwerk líknandi klangir hitta alsknu soul fraseringarnar hjá Summer. Lagið var partur av konseptplátuni I Remember Yesterday, ið setti ljóð á fýra ymisk ártíggju innan tónleikin. "I Feel Love" umboðaði futuristiska partin, og var eitt boð uppá hvussu framtíðarinnar dansitónleikur fór at ljóða.

Hetta boðið vísti seg eisini at vera óvanliga beinrakið. Sambært David Bowie, ið tá var í holt við at innspæla sína sonevndu "Berlin trilogi" í Berlin í Týsklandi, hevði "I Feel Love" ávirkan longu beinavegin. Hann greiðir soleiðis frá: "One day in Berlin ... [Brian] Eno came running in and said, 'I have heard the sound of the future.' ... he puts on 'I Feel Love', by Donna Summer ... He said, 'This is it, look no further. This single is going to change the sound of club music for the next fifteen years.' Which was more or less right."

"I Feel Love" gjørdist ein hornasteinur - ikki bara í samtíðarinnar disco, men eisini í techno og house sjangrunum, ið tóku seg upp í 80'unum. Enn tann dag í dag - yvir 30 ár seinni - ljóðar lagið futuristiskt og dreymakent.


Í 2007 vóru vit nøkur, ið saman settu gongd á Undirbeat tiltøkini, ið hýstu disking og elektroniskum dansitónleiki. Okkara fyrsti útlendski diskaragestur var Maggi Lego (e.k.s. Hunk Of A Man) úr Íslandi. Hann vitjaði eisini á Ólavsøku árið eftir, umframt á G! Festival í 2009.

Maggi hevur eina øgiliga holla og umfatandi vitan um bæði disco, techno og house tónleik, var við til at stovna tiltikna bólkin GusGus, og er harafturat ein sera fittur fýrur. Einki at siga til, at hann er áhugaverdur at práta við. Eg minnist at vit sótu og prátaðu tað eina kvøldið undir vitjanini í 2008. Maggi greiddi frá hugtakandi røvarasøgum úr síni longu yrkisleið sum diskari í Reykjavík.

Tá hann fyrstu ferð spældi til eitt uttandura rave. Tað regnaði, stroboskop lampurnar bleiktraðu, og fólkini dansaðu. "Tað var eitt fantastiskt kvøld" segði hann og hugdi framfyri seg.

Tá hann fyrstu ferð spældi techno á einum diskoteki í Reykjavík, har hann var "resident DJ" (fastur diskari). Hetta var síðst í 80'unum. Hann hevði frí tað kvøldið, men fór innum at heilsa uppá diskaran, ið var til arbeiðis. Komin innar í diskarabásin spyr hann hin diskaran um hann ikki kann fara eftir onkrum drekkandi til sín? Jú, gamaní. Hin diskarin ferð oman í barrina, men hvat ger Maggi? Hann læsir hurðina til básin.

Tingið var at hetta diskotekið fekk plátur sendandi regluliga úr Onglandi. Disco plátur. Í hópatali. Men í seinastuni var eitt annað slag av plátum byrja at koma úr Onglandi; techno plátur.
Inni í diskarabásinum vóru techno pláturnar lagdar í ein bunka fyri seg. Bunkin vaks, men eingin tordi at røra hann. Eingin av diskarunum visti hvat hann skuldi gera við henda bunkan. Uttan Maggi. Hann tímdi ikki longur at ganga sum ketta um heitan greyt.

Tískil læsti hann diskarabásin, og fór í holt við at spæla burturav techno bunkanum! Eitt lag og annað eftir, og longu beinavegin var dansigólvið fullkomiliga tómt. Hin diskarin, ið var til arbeiðis, var sjálvsagt svakur, og bankaði og bukaði á hurðina, men nei; Maggi gavst ikki so.

Hann helt áfram at spæla techno plátur, og tá nakrir tímar vóru gingnir byrjaðu fólk so smátt at dansa aftur. So líðandi fyltist dansigólvið, og tá kvøldið leið at enda, var dansigólvið fult aftur.
Hetta var søgan um hvussu Maggi byrjaði at spæla techno, og hvussu hetta diskotekið fór undir at hýsa techno, men eg havi eisini illgruna um at hetta var søgan um hvussu techno fekk innivist í Íslandi!
Vinyl label til "I Feel Love"
Prátið kom eisini inn á disco. Maggi er disco nørd av eini aðrari verð. Eg royndi meg við míni tá rættiliga avmarkaðu vitan um disco, og eg fekk m.a. nevnt okkurt um "Hot Stuff" hjá Donna Summer, og at mær altíð hevði dámt tann sangin. Tað geri eg eisini enn, tó at tað hann telist millum meira rock kendu løgini hjá Summer og Moroder.

Tá hugdi Maggi aftur framfyri seg við einum hugsunarsamum eygnabráið, og segði; "Kennir tú hetta her lagið, "I Feel Love"? Tað er eitt fantastiskt lag". Eg visti ikki um eg hevði hoyrt tað, men eg hevði ikki givið tí ans. Skilti á lagnum, at tað fór at loysa seg um eg lærdi tað at kenna. Eg kundi eisini lesa millum reglurnar, at Donna Summer var avgjørt ikki nøkur hvør sum helst, og at hon hevði serligan týdning fyri henda roynda diskaran.

Síðani tá havi eg lurtað og lisið. Um Donna Summer og um disco. Tí disco er øgiliga nógv. Gamaní kom ein filmur í 1977 ið æt Saturday Night Fever. Hann snúði seg um disco, men tað var ein øgiliga stovurein versjón av disco. Disco savnaði upprunaliga tey, ið vóru útskot í samfelagnum. Svørt, latinos, samkynd. Tey, ið ikki sluppu uppí part í seksuellu kollveltingini í 60'unum, funnu ein eyka frígerandi møguleika í disco.

Disco byrjaði sum ein samrenning av nógvum ymiskum - einamest svørtum - tónleikastílum. Hetta fór eg eisini í holt við at hugsa um, tá eg hatta kvøldið í 2008 spurdi Maggi um hann dámdi eitt annað navn frá disco tíðini? Svarið var stutt og greitt "ov hvítt". Tá eg spurdi nærri um hetta, forkláraði hann; "ov stívt...ikki nóg leyst" og gjørdi groovandi rørslur við armunum. Hóast eg haldi tað er best at vera varin við essentialiserandi tosi um rasur í tónleiki, so er nakað um tað. Tað hoyrist.

Tónleikinum á Saturday Night Fever stóðu serliga BeeGees fyri, og hetta leiðir okkum til Robin Gibb, ið eisini andaðist nú ein dagin, meðan eg skrivaði henda bloggin. Friður verið við honum. BeeGees gjørdust á mangan hátt ímyndin av disco. Tríggir hvítir beiggjar, ið vóru uppvaksnir í Avstralia. Tað hevði ikki so nógv við disco røturnar at gera, hóast teir gjørdu góðan tónleik, og vóru væl meira disco enn filmurin.

Fyri at venda aftur til Donna Summer, so haldi eg at hon umboðar mótsetningarnar. USA og Evropa (Týskland). Svart soul og eurodisco. Organiskan sang og syntetiskar klangir. Vaks upp í kirkjuni, gjørdist sex súmbol og disco drotning og var dyrkað av samkyndum báðumegin Atlantshav. Vendi aftur til evangeliskan kristindóm fyrst í 80'unum, eftir at hon hevði fingið nokk av dominerandi plátufeløgunum og disco var vorið ókul. Um hetta mundið skal hon hava sagt niðrandi ting um samkynd, og tað gjørdi hana illa dámda. Men sum sangarin í Erasure sigur í BBC dokumentarini Queens of Disco; "we listened to her anyway". Seinni gjørdi Summer nógv burturúr at bera í bøtuflaka, og sang til fleiri LGBT tiltøk.

Hóast mangt av hesum kann tykjast sjálvmótsigandi, haldi eg at Donna Summer var ein stór listakvinna, ið kastaði seg út í tingini og setti orð og ljóð á tað at vera menniskja. At vera menniskja er at smoyggja sær undan løttum loysnum, og liva við mótsetningunum, kontrastunum, paradoksunum, ja øllum tí, ið mótsigandi er. Hennara lovsangir fluktueraðu millum hitt himmalska og hitt holdsliga, men poengið er at teir vóru verandi júst tað; lovsangir.

Hvíl í friði.

------------

Keldur:
Brewster, Frank & Broughton, Bill: Last Night A DJ Saved My Life: The history of the disc jockey
Echols, Alice: Hot Stuff: Disco and the remaking of American Culture
Lawrence, Tim: Loves Saves The Day: A history of American dance culture 1970-1979
Shapiro, Peter: Turn The Beat Around: The Secret History of Disco

Queens of Disco, BBC dokumentar 2012
The Joy of Disco, BBC dokumentar 2012

Comments