Roskilde '12 bloggur - 1. partur

Bruce Springsteen á Orange! Mynd: Solveig H. Olsen
Nú er longu ein mánaði síðani enn ein megnar Roskilde festivalur fór afturum bak. Eftir loknan festival settist eg at skriva nakrar tankar niður um tær mongu tónleikaligu upplivingarnar. Av tí at eg seinasta mánaðin havi verið so skundmikil í øðrum høpi, hava stundir ikki verið at skriva hetta liðugt fyrrenn nú. Afturat tónleikaligu upplivingunum skal nevnast, at veðrið var framúr, at vit búðu í einum deiligum leiri, og at alt líkasum gekk upp í eina hægri eind. Orange feeling rópa tey tað.

At vera á festival snýr seg líka nógv um tað, ið ein ikki fær við, eins væl og tað, ið ein hevur stundir til at kasta seg útí. Hvat upphitingarnøvnunum á Apollo pallinum viðvíkur misti eg tvinni nøvn: Raske Penge og Klumben, ið spældu meðan EM finalan var, og Kúra, ið spældu meðan eg hevði ørindi í Keypmannahavn.

Ghostigital
Triðja upphitingarnavnið, ið eg hevði sett feita striku undir, fingu vit tó við: íslendsku Ghostigital spældu mikudag eina so passaliga skítsvaka konsert á Apollo pallinum. Eg hoyrdi teir fyrstu ferð á einum so aparte stað sum Galleri Ribarhús í Fuglafirði fyri eini 7-8 árum síðani.

Tvinnir mans eru við í Ghostigital: sangarin, róparin, rapparin, yrkjarin og listamaðurin Einar Örn (til vinstru á myndini omanfyri), og prodjúsarin og diskarin Curver (til høgru á myndini).
Curver er meistari í at evna til beats, ið leita sær íblástur úr bæði hipp hopp, dub og techno. Umframt prodjúsaraleiklutin hevur hann eisini vokal-effektir um hendi: ein ørgrynna av delay og echo effektum verður løgd á røddina hjá Einari gjøgnum framførsluna, og tá hetta riggar allarbest er talan um eina imponerandi intuitiva samrenning millum teir báðar.

Frontmaðurin Einar Örn arbeiðir nógv við improvisatión í síni framførslu. Henda dagin stóð sólin t.d. inn á pallin, og burturúr teirri banalu sannroynd at hann tískil ikki sá áhoyrararnar serliga væl, og at tað eisini var heitt, manaði hann fram ein sannan vevna av frásøgnum og tankamynstrum, ið nortu við bæði surrealismu, dadaismu og gott gamaldags rock'n'roll.

Einar Örn var á sinni annar sangarin í Sugarcubes saman við Björk. Tískil var tað ein ikki sørt poetisk heild í at síggja Ghostigital fyrst og Björk síðst. Björk endaði festivalin á Orange sunnukvøldið, og tað var snøgt sagt ein piss hamrandi feit konsert. Nýggja plátan og app'in Biophilia var snúningsásurin, men gimsteinar úr diskografiini sluppu eisini við. Eitt nú var tað ein sonn gleði at leggja oyru til Homogenic klassikarar sum "The Hunter" og "Joga".

Björk á Orange. Mynd: Solveig H. Olsen
Björk hevði eisini eitt mega feitt og minimalt setup við sær: eitt íslendskt gentukór, ein teldunørd, og ein percussionist. That's it. Djúpir bassklangir og beats, gentukór og undurfulla røddin hjá Björk. Einki meir tvætl. Alt gekk upp í eina hægri eind, og handan pallin sóust væl frágingnar animatiónir, ið høvdu samband við sangirnar og heildina. Og so var fýrverk og ein tesla coil (!) fyri rest. Handan kvinnan er eitt totalt flogvit, og eitt hitt størsta listafólkið í norðanlondum (just sayin'). Hon og Einar Örn hava røtur í íslendska punk listaumhvørvinum í 80'unum, og gleðiligt er at síggja at hesin heilt serligi útnyrðingsvillskapurin enn er á lívi.

HÓSDAGUR
Ímillum Ghostigital og Björk hoyrdu vit tó eina rúgvu av konsertum. Hin fyrsta á sjálvum festivaløkinum var The Shins. The Shins eru eitt sindur sum eitt amerikanskt indie Frændur. Ella, tú veitst. Eg havi altíð droymt um at skriva handan setningin, so eg veit ikki um hann er forseraður. You decide. The Shins geva út á Sub Pop og teir hava eisini ein sovornan Sub Pop 00'ara gittarindierockpopp klang. James Mercer dugir at skriva løg, og øll spæla væl. Men tað er heilt ólukksáliga skikkiligt hjá teimum. Ov skikkiligt. Eg haldi egentliga ikki at teir eru so forferdiliga fantastiskir, sjálvt um allar tær "røttu" alnetspublikatiónirnar hava roynt at fortalt mær tað í nøkur ár nú.

Næsta konsertin hetta kvøldið var ein av teimum, ið eg gleddi meg mest til frammanundan: The Cure. Eg havi sæð teir einaferð fyrr, og tað var á Orange í 2001. Tað ferðina var talan um eina fantastiska konsert, har eg skilti hví teir eru post-punk legendur. Men konsertin hesuferð var ein fløt og langdrigin uppliving. Fyri tað fyrsta spældu teir aaaaaaalt ov leingi. Skil meg rætt: eg havi einki ímóti longum konsertum um orkan og nærveran er tilsvarandi. Tað var hon ikki hesuferð. Konsertin var alt ov misjøvn: okkurt riggaði og okkurt var líkamikið. Best var "One Hundred Days", ið er byrjunarlagið av Pornography frá 1982. Og tað var eisini feitt at hoyra "Lovesong", "Pictures of You" og "Lullaby" av Disintegration (1989).

The Cure. Mynd: Solveig H. Olsen
Størsti trupulleikin var ljóðmyndin hjá bólkinum: tað er okkurt hálvgum perverst í at síggja livandi post-punk ikon standa og føra seg fram sum ein búksíður stadion-dinosaurur. Bombastiskar another-day-at-the-office popp rock trummur, kavmogin "digitalt" klingandi keyboard ljóð, og so lead gittaristurin Reeves Gabrels, ið einki hevur at gera undir liðini á Robert Smith. Hóast hann áður hevur brillierað saman við David Bowie, so má eg staðfesta at hann stinkar í The Cure. Fresi solo'ir, porno wah og umfatandi whammy bar ekvilibrisma er ikki ordiliga sakin, tá man skal geva eitt boð uppá hvat The Cure hava at týða anno 2012. Robert Smith var tó kul. Bassleikarin Simon Gallup tað sama. Men eg skilji ikki ordiliga hví teir blíva við at spæla. Lat okkum heldur hava pláturnar og minnini í frið. Vit fóru faktiskt avstað undir fyrsta eykasettinum. Tímdu ikki meir. Tað hevði eg aldrin trúð.

Allar súðir vóru tó ikki syftar hetta hóskvøldið, tí yviri á Arena spældi amerikanska Janelle Monáe upp til mæta popp/soul/r'n'b veitslu. Hóast konsertin á mangan hátt var ein endurtøka av hennara ekstremt væleydnaðu debutkonsert á Roskilde í fjør, so var tað ein upptúrur at hoyra hana aftur. Karismatiska Janelle syngur ótrúliga væl og stendur í besta James Brown stíli á odda fyri einum feitum backing orkestri. Tónleikaliga sipar hon til sína egnu søgu við at spæla coverløg av bæði Jackson 5, Prince, Stevie Wonder o.s.fr. Hennara egnu løg eru eisini feit, og so hava pláta og konsept eitt sci-fi element yvir sær. Alt í alt ein kulur artistur, har fortíð og framtíð renna saman.

Sci-fi elementið helt fram yviri á Orange, har kvøldsins síðsta navn var superkvartettin Apparatjik. Við manning úr Mew, Coldplay og A-ha er talan um royndar tónleikarar. Apparatjik var eitt rúmdarsligt show við nógvum ymiskum elementum: rock konsert, DJ sett, installatiónslist, klædnasniðgeving, koreografi, animatiónslist o.s.fr. Eitt stuttligt boð uppá hvat Orange pallurin kann bjóða, og hvat framtíðin evt. hevur at bjóða. Ein fínur háttur at enda eitt kvøld.

Apparatjik høvdu einki minni enn ein sveimandi fugl við á pall! Fuglurin var festur í veirar upp undir loftinum, og tað sá rúmdarsliga vakurt út, tá hann fór á flog. Mynd: Solveig H. Olsen.

FRÍGGJADAGUR
Dagurin byrjaði væl við frálíkum cowboy/stoner/banditta rocki frá amerikonsku kvartettini Red Fang úr Portland, Oregon, ið spældu á Odeon pallinum. Teir tóktust vælupplagdir og spældu eina orkumikla rock/metal konsert. Hóast konsertin var avbrotin mitt í orsaka av nøkrum so amatørsligum sum streymsviki (!), so vóru teir feitir. Streymsvikið var ikki teirra skyld, men Roskilde'sa. Ringur stílur.
Peppan til Red Fang. Mynd: Solveig H. Olsen
Næst á skrá vóru Gossip á Orange. Eg havi sum so onga meining um Gossip, og tað havi eg framvegis ikki. Ella; tað var rættiliga líkagyldugt fyri mítt viðkomandi. Tey spældu, og tað var tað. Spældu ikki serliga væl, heldur ikki serliga illa. Tykist eitt sindur sum um tey høvdu okkurt serstakt, tá tey byrjaðu, men hava mist pippið á leiðini.

Av tí at vit vildu sleppa í fremra pittin til Jack White, og stóðu í kø á Dyrskuepladsen, hoyrdu vit eisini The Cult. Tað var ein kavrotin konsert, har sangarin brillieraði í at siga fornermaði ting við áhoyrararnar, tí hesi ikki vóru nóg við uppá tað. Well, flestu fólk hava einki forhold til pub rockin hjá The Cult, ið var stórur í 80'unum, men hevur lítið uppá seg í dag. Droppa tað, mister.

Tað loysti seg tó at standa í kø, tí Jack White var fullkomiliga uppi at koyra. Saman við frálíka kvinnuliga (!) backing bólkinum The Peacocks spældi hann eina superfeita konsert við tilfari frá nýggju soloplátuni eins og einum hollum úrvali úr sínum eftirhondini imponerandi rúgvusmikla sangskatti.
Jack White & The Peacocks. Mynd: Solveig H. Olsen
Tónleikararnir leiktu hegnisliga á trummur, kontrabass, tangentar, kór og steel guitar. Steel guitarleikarin eitur Margrethe "Maggie" Bjørklund, og kemur faktiskt úr Roskilde. Tær vóru allar ekstremt kular, og hugtakandi var at síggja teirra síðu hársnið rysta og bleiktra afturvið garrvilla tónleikinum. Bass- og trummuleikarinnurnar høvdu svart hár, keyboarddaman hevði reytt hár, steel guitar daman hevði ljóst hár...og mitt á pallinum stóð hin ævigt intensi Jack White og bar fram sang og tekst. Feit konsert, ið kláraði at leita seg upp í mín persónliga topp 3. Meir um tað seinni.
Hegnisligt og snotiligt! Mynd: Solveig H. Olsen.
Tá hundratals nøvn spæla á sama staðið yvir bert fáar dagar, slepst ikki undan sonevndum "overlaps", tvs. at nøvn spæla samstundis ella inn yvir hvønn annan. Sostatt mátti eg hetta kvøldið við ringum tannabiti veitra farvæl til Lee Ranaldo á Odeon, ið byrjaði einans hálvan tíma áðrenn Jack White. Lee Ranaldo er annar gittarleikarin úr Sonic Youth, og hann hevur fyri kortum útgivið eina frálíka soloplátu.

Eftir Jack White gekk leiðin innar í júst Odeon teltið, har svensku Niki & The Dove spældu eina fína popp konsert. Tó vóru vit vorðin lin um hetta mundið; tað var vorið seint og vit høvdu verið tíðliga á fótum tann dagin. Tískil fóru vit avstað einar 3/4 inni í konsertini, og oman í leirin at leggja okkum.

Hetta var 1. partur. 2. partur kemur heilt skjótt, og tá verður hildið áfram innar í leygardagin og sunnudagin á Roskilde '12.

Comments