Til minnis um Rasmus Rasmussen

Rasmus Rasmussen 1980-2012.
Hósdagin í farnu viku frættust tungu boðini um, at Rasmus Rasmussen - gittarsnillingur, tónleikanørdur og eldsál - ikki er okkara millum longur. Ein andfrændi er farin.

Eitt av mínum bestu minnum frá tá eg útgav mína debut soloplátu Havsglóð í 2004, var tá eg var á vitjan í Rokkstovuni hjá Rasmussi. Rokkstovan var ikki einans ein góð og egin tónleikasending, hon var eisini eitt fysiskt stað; kamarið hjá Rasmussi, har hann hevði síni ljóðføri, fløgur, plátur, bøkur og upptøkuútgerð, var Rokkstovan.

Eg fari ongantíð at gloyma tað nærlagni, nærveru, opinleika, rúmligheit og blíðskap, ið Rasmus sýndi mær, bæði hesa fyrstu ferðina og seinnu ferðirnar eg vitjaði sendingina saman við øðrum. Tað var ein ótrúligur framíhjárættur sum útgevandi tónleikari at fáa eina so investeraða og seriøsa viðgerð sum hana, ið Rasmus veitti. Hetta merktu vit í eitt nú Gestir, Marius og Petur Pólson.

Rasmus veitti harumframt mongum okkara íblástur. Hóast vit vóru javnaldrar, steig hann á pall sum fyrimynd, hvørs atmosferiski og sigandi gittarleikur skaraði framúr. Sum eysturoyingur upplivdi eg at byrja við Rasmus við ávísari geografiskari frástøðu, og legði fyrstu ferð merki til hann tá hann leikti við Happy? til Pop Top konsertina í 1997. Hetta sveimandi e-bow borna flogið rakti eina nerv, og nógvar líknandi løtur vóru gjøgnum árini.

Umframt Happy? gjørdi Rasmus eisini vart við seg í Diatribes á Prix Føroyum í 1999, hagani eg serliga minnist vakra lagið "Endless Flight", ið Rasmus skrivaði. Og ikki minst við Makrel, ið vóru við í Prixnum í 2003 og 2005, og lótu tríggjar fløgur úr hondum. Kuldaskjálvtin, tá eg fyrstu ferð hoyrdi Makrel spæla "Forever and Beyond" til Prix undanumfarið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Eksplosivi endin í lagnum við tess klassisku Rasmus gittarsolo. Meistaraligt.

Rasmus var eisini fyrstur at geva soloplátu út. Implosive kom longu í 2002, og minnist meg rætt var hetta ein av orsøkunum til, at hann ikki leikti við nøkrum bólki til Prixið í 2001; hann vildi nevniliga halga seg til soloplátuna. Áðurnevnda e-bow gittarflognum valdi hann eisini at vera nokkso moderatur við á teirri útgávuni. Eg spurdi hann einaferð um tað, og hann greiddi frá, at hetta var ein av hansara ljódligu signaturum, og vildi hann av tí sama ikki gera ov nógv av tí. Altíð tilvitaður um sítt úttrykk og sínar metodur.

Implosive vísti á eina nýggja og til tá fyri almenninginum ókenda síðu, har Rasmus við leitandi vakrari rødd sang sínar eginsomu ensktmæltu sangir í einum ópretentiøsum Rasmus hami. Seinni komu instrumentalu útgávurnar Edelweiss og Poems in Sound. Útgávur, har Rasmus dyrkar eitt viðbrekið, erligt, kensluborið, einfalt og (aftur) ópretentiøst úttrykk. Eitt sindur low-fi og heimagjørt. Framleitt inni í Rokkstovuni, sjálvandi.

Afturat hesum var alt okkara prát um tónleik. Tað, ið vit høvdu í felag, og alt tað, ið hann vísti mær millum ár og dag. Á áður umrøddu fyrstu vitjan í Rokkstovuni minnist eg, at vit, eftir at hava tikið samrøðuna til sendingina upp, sótu og prátaðu um leyst og fast, meðan vit drukku kaffi. Tá fór Rasmus eftir eini ávísari fløgu, ið hann vildi vísa mær. Tað var Heaven or Las Vegas hjá Cocteau Twins. Í dag elski eg Cocteau Twins um ein háls, og havi dyrkað útgávurnar hjá teimum nógv. At hoyra henda bólkin inni hjá Rasmussi fyri átta árum síðani, var ein eygna opnari, ið stendur við. Rasmus viðmælti nevniliga ikki hvat sum helst, men tað, ið hann visti var viðkomandi. Í mínum føri hetta kvøldið var tað Cocteau Twins.

Árla í 2006 fekk eg uppringing frá útvarpinum, har spurt var um eg vildi vera nýggjur vertur í Rokkstovuni. Rasmus skuldi flyta av landinum, og hevði í tí sambandi viðmælt meg sum nýggjan vert. Ikki sørt at hetta kendist sum ein álitisváttan. Eg tók við, og valdi við samtykki frá Rasmussi at halda fram undir sama navni: Rokkstovan.

Tey trý árini eg var vertur, vóru spennandi og mennandi, og sæð í bakspeglinum vil eg siga, at alt í alt var tað altso Rasmus, ið átti Rokkstovuna. At eg slapp at sita við róðrið í eina tíð, er í roynd og veru eitt gott dømi um hansara áðurnevndu rúmligheit.
Tá eg fór undir at gera sendingar, vóru ráðini frá Rasmussi eittans: "lat altíð innihaldið í sendingini endurspegla tað, ið tú sjálvur ert upptikin av tónleikaliga um dagarnar". Hetta tók eg til mín.
Eitt skifti á sumri í 2006 deildust vit um at gera sendingina, og eg minnist serliga aftur á eina sersending, ið einans snúði seg um ein av okkara felags yndisbólkum, nevniliga Tool.

Tað hoyrir við til søguna, at Rasmus flutti av landinum í 2006, tí hann fegin vildi royna at fóta sær uttanlands. Rasmus var samkyndur, og at vera opið samkyndur í Føroyum hevur inntil fyri heilt kortum verið ein sera einslig tilvera. Eg minnist væl, tá Rasmus kom úr skápinum. Ikki vóru tað mong, ið vóru alment samkynd tá.

Rasmus longdist heimaftur, og flutti tí heim á sumri í 2006. Tá var tað, at vit gjørdu nakrar sendingar saman. Á heysti í 2006 gjørdist Rasmus miðdepil í einum harðskapsmáli í miðbýnum í Havn, og tá hann fór í miðlarnar við hesum og var at síggja á forsíðuni á Dimmu, fekk hann morðhóttan sendandi. Rasmus breyt saman og var innlagdur á psykiatrisku deild. Sannleikin av tí heila er, at hetta setti hol á eina gongd, ið ikki fekk sín enda fyrrenn í plantasjuni í Havn í farnu viku, tá Rasmus loksins fann sítt friðskjól.

Hetta er nívandi at hugsa um. Rasmus var eitt fantastiskt menniskja og eitt lívgandi ískoyti til føroyska samfelagið. Søgan hjá honum er eisini søgan hjá okkum øllum, og vit hava skyldu til at fyrihalda okkum til hana. Hvønn veg skal tað bera? Hvønn veg vilja vit hava Føroyar at førka seg í framtíðini?

Rasmus var sálarliga viðbrekin, og hevði alt annað enn tørv á hatska og trongskygda tónanum, ið møtti honum hetta lagnukvøldið fyri seks árum síðani. Men sjálvandi var hetta ikki øll søgan. Rasmus fekk ein tungan sálarligan róður, og nógv hevur óivað staðið á; hjá Rasmussi sjálvum, hjá familju og avvarðandi, hjá vinfólkum.

Sálarsjúka er als ikki nakað óvanligt fyribrigdi, men kann vera torfør at fyrihalda seg til. Eitt eg tíðum hugsi um viðvíkjandi sálarsjúku er, at hon er abstrakt og konkret um somu tíð. Abstrakt uppá tann mátan, at tað ikki er ein "sjónlig" sjúka sum ein brotin armur t.d. er tað. Konkret uppá tann mátan, at hon viðvíkur okkara persóni og psyku; sjálvum kjarnanum í okkara samleika og veru. Løgið. Eg dugi ikki serliga væl at lýsa tað, men Rasmus hevur gjørt eina rámandi video um evnið.

Sangur og video eru ognað minninum um Rógva Jacobsen, ið var vinmaður hjá Rasmussi. Eg spældi saman við Peturi og Benjamini til jarðarferðina hjá Rógva, og minnist at Rólant í Skorini í síni talu tosaði um menniskjasinnið sum eitt pendul. Hjá summum okkara gerast mentalu sveiggini somikið ógvuslig, at vit ikki klára at standa ímóti longur, og fara útav eggini.

Síðani eg flutti niður at lesa, havi eg ikki fylgt líka væl við tónleikaligu leiðini hjá Rasmussi, og vit hava heldur ikki sæst líka nógv hesi seinnu árini. Seinast vit tosaðu saman var í januar í ár, tá eg spældi konsert í Perluni. Hann lat væl at, og tað fløvaði at hoyra hansara vinkul uppá tingini. Í sama viðfangi hugsaði eg, at tað var løgið/spell, at vit ikki høvdu tosað meira saman. Í summar sá eg lítið til Rasmus. Tíverri.

Tað er hart at ásanna, at ein ikki fær høvi at práta við Rasmus aftur, og fregnast um leyst og fast. Ein bólkur, ið vit plagdu at práta um, og sum bæði Rasmus og eg hava spælt í Rokkstovuni millum ár og dag, var kanadiska post rock kollektivið Godspeed You! Black Emperor. Tey hava júst givið út nýggja plátu, aftaná at hava ligið í dvala í næstan 10 ár. Eg hevði so hjartans fegin vilja vitað hvat tú heldur um plátuna, Rasmus! Hoyrt tína meining!

Alt hetta verður av ongum. Rasmus hevði so ótrúliga nógv í sær, og tað kennist blóðskeivt. Rasmus var ein av okkum.

Tíbetur er nógv listarligt tilfar til eftir Rasmus. Allar tær útgávurnar og upptøkurnar, ið hann átti sín leiklut í, og øll tann ørgrynnan av tilfarið, ið liggur á netinum. Tað ljóðar kanska sum ein klisjé, men eg finni ein ugga í at Rasmus hevur latið allan henda tónleikin frá sær, og at ein partur av honum livir víðari. Vit hava høvi at orientera okkum í tilfarinum, ið hann lat eftir seg. At fara í holt við tað, er sum at fara í holt við eitt puslispæl, ið ongantíð verður liðugt. Soleiðis eru treytirnar. Rasmus hevði sína egnu rás á Youtube við hóskandi heitinum Rokkstovan. Har ber til at byrja.

Góði Rasmus, í klippinum omanfyri um sálarsjúku tosar tú rørandi um "vakurleikan, ið er allastaðni allatíðina". Hetta fær meg at hugsa um nøkur vers úr Bíbliuni, og eg hopi at tað er í ordan við tær, at tey koma við í hesi orðini, ið eg skrivi tær til minnis:
"Eg sá strevið, ið Gud hevur givið menniskjabørnunum at pøsa seg við. Alt hevur Hann gjørt vakurt á tíð síni, ja, ævina hevur Hann lagt í hjarta teirra, tó so, at menniskjað fatar hvørki hitt fyrsta ella hitt síðsta av tí, ið Gud hevur virkað." -Prædikarin 3:10-11.

Tann Gud, ið verður lýstur í hesum versinum er rættiliga ófatiligur, men hann er við Jesusi eisini óendaligur kærleiki. Tú vart honum líkur: opin og rúmligur og nærverandi. Eg eri takksamur fyri at hava kent teg.

Tankarnir eru hjá tykkum avvarðandi hjá Rasmussi. Familjan, tey nærmastu, vinfólkini. Øll, ið hava livað so tætt uppá hetta skínandi og skapandi menniskja, ið hevur rørt so mong okkara.

Hvíl í friði.

Comments