Strúkikvartettin í 1897. |
Havi lurtað nokkso fitt eftir plátuni í seinastuni, meðan eg havi arbeitt við spesialinum hjá mær. Í tí sambandi var tað stuttligt at koma framá brot í greinini "Tónar í hundrað ár – Tema við variasjónum í “dur” og “moll”" eftir Maurentius Viðstein. Greinin stóð fyrstu ferð á prenti í blaðnum Følv í 1967, og var endurútgivin í bókini Horvnar Havnamyndir í 1983. Maurentius skrivar soleiðis um Føroya fyrstu Strúkikvartett, ið var mannað av Georg Casper "Bakar" Hansen, Emil Traber, Georg Long og Dia við Stein:
“…At siga nær, ið teir byrjaðu við hesi strúkikvartett, letur seg ikki gera, tí helst hava teir hildið tað í loynd fyrstu tíðina. Men kvartettin – Strúkikvartettin – var veruleiki í 1882, tí tá var myndin tikin av teimum, meðan teir spældu.Nótar úr Leipzig vóru v.ø.o. nakað heilt serstakt. Tað er ikki óhugsandi at umrøddu nótarnir komu frá heimsins elsta nótaforlagi Breitkopf & Härtel, ið var stovnað í Leipzig í 1719. Leipzig hevur harumframt altíð havt eitt ríkt tónleikalív og eigur sín lut í vesturlendskum kompositiónstónleiki.
Og teir spældu klassiskan tónleik í strúkikvartettini, teir kundu ikki hugsa sær nakað annað. Hetta var fínur tónleikur, og tað var ikki so frætt, at teir tóku Carl Møller í Århus uppá tunguna. Tað var annars frá Carl Møller í Århus teir høvdu dansinótarnar. Hetta vóru nótar fyri strúkikvartett, sum teir høvdu fingið úr Leipzig – og tað var heldur ikki hitt ringasta slagið. Nei, nei. Her var Largo av Haydn (úr Cellosuituni) og eisini av Händel (úr Oratoriunum “Xernes”), Sarabanda av Händel, Am Meer (Við Havi) av Schubert og so Brúdleypsmarch úr Summarnáttardreymi av Mendelsohn-Bartholdy o.fl. Álvarsamir sótu teir og spældu, tí taktin skuldi haldast, men komu teir til nakað heilt sprelllivandi í einhvørji allegro, so smíltust teir fyri seg sjálvar. Teir vóru glaðir við tónleikin, og teir vóru góðir við hann. – Og tá ið teir pakkaðu saman, stóð altíð ein kaffikoppur fyri teimum – og teir skuldu ikki hava sitið og spælt fyri heilt einki! Hetta var so fyrsta stigið til musikalskt samanspæl.”
Óansæð er okkurt poetiskt í hesum at nótarnir, ið Føroya fyrsta strúkikvartett nýtti, komu úr Leipzig, og eini 125 ár seinni legði kvartettin í Orka (Jens L. Thomsen, Ólavur Jákupsson, Alap Momin, Høgni Lisberg) leiðina framvið sama Leipzig, har teir gjørdu grundupptøkur til nýggja plátu. Gamaní er tað hvør sín siðvenja, og millum hesi bæði søguligu sambondini stendur sjálvandi upptøkutøknin, grammofonin, LP'in, fløgan, mp3 og stroyming, ja stutt sagt; tónleikur í innspældum líki, men stuttligt er tað fyri tað.
Orka: Leipzig (Tutl, 2014) |
Comments
Post a Comment