Lee "Scratch" Perry Uncut (Mono 3:4)

Lee "Scratch" Perry í The Black Ark. Mynd: David Burnett.
Í heyst var eg vertur í fýra Mono sendingum í ÚF. Evnið var "prodjúsara pionerar í 20. øld". Sendingarnar vóru hálvan tíma til longdar, so ikki vóru stundir at hava alt við, ið ein kundi hugsa sær. Tí havi eg sett saman playlistar, ið kunnu økja um fatanina av teim ymisku prodjúsarunum. Eisini eru nakrar reglur skrivaðar um løgini her á blogginum.

Triðja sendingin snúði seg um Lee "Scratch" Perry, og 7 viðkomandi løg vóru spæld. Playlistin inniheldur hinvegin 12 Scratch relateraði løg frá tíðarskeiðnum 1975-2013. Playlistin skal síggjast sum eitt ískoyti til sendingina, so eg viðmæli øllum at geva henni eitt lurt eisini. Gerið so væl!



Sangir, ið vóru við í sendingini hava eina * aftanfyri.

Lee "Scratch" Perry & The Upsetters: 'Clint Eastwood Rides Again' (1970)
Heitið á sanginum er so skrapt at hann má við!

Lee "Scratch" Perry: 'Revolution Dub' (1975)*
"Music to rock the nation". Á onkrum útgávum eitur hetta lagið 'Dub Revolution', á øðrum eitur tað 'Revolution Dub'. Tað er upprunaliga av plátuni Revolution Dub frá 1975. Scratch er ein kollveltandi figurur, so tað gevur góða meining óansæð.

Lee "Scratch" Perry & The Upsetters: 'Zion's Blood' (1976)
Av dub meistarverkinum Super Ape frá 1976.

Lee "Scratch" Perry & The Upsetters: 'Dread Lion' (1976)*
Somuleiðis av dub meistaraverkinum Super Ape.

Max Romeo & The Upsetters: 'Chase The Devil' (1976)*
Scratch framleiddi lagið fyri Max Romeo. 'Chase The Devil' var samplaður av The Prodigy í lagnum 'Out of Space' frá 1992.

Lee "Scratch" Perry: 'Disco Devil' (1976)
Scratch gjørdi hesa frálíku dub versiónina burturúr eini samanseting av áðurnevnda 'Chase The Devil' og lagnum 'Croaking Lizard' av Super Ape.

Keith Rowe: 'Groovy Situation' (1977)*
The Upsetters: 'Groovy Dub' (1977)*
Brot úr hesum báðum løgunum vóru spæld í sendingini, til tess at vísa á munin millum sangin á síðu A og dub versiónina á síðu B. Groovy indeed!

Beastie Boys: 'Dr. Lee, PhD' (1998)*
Scratch hevur íblást nógvar tónleikarar, eitt nú teir í Beastie Boys, ið fingu hann at MC'a til hetta lagið. Heitið er ein rættiliga greið ábending um at teir hámeta Lee "Scratch" Perry.

The Upsetters: 'Natural Dub' (2011)
Ein dub versión av 'Natural Mystic' hjá Bob Marley. Ikki er greitt nær hon er gjørd, men hon var útgivin á The Return of Sound System Scratch frá 2011.

The Orb feat. Lee "Scratch" Perry: 'Golden Clouds' (2013)
The Orb og Scratch samstarvaðu á útgávuni The Orb Presents The Observer In The Star House frá 2013. 'Golden Clouds' er ein tulking av The Orb klassikaranum 'Little Fluffy Clouds' frá 1991.

The Orb feat. Lee "Scratch" Perry: 'Ball of Fire (Mad Professor Dub Mix)' (2013)
Observing The Star House in Dub innihelt ymiskt eykatilfar frá samstarvinum millum Scratch og The Orb. Her er tað ein annar dub kongur, Mad Professor, ið roynir seg við einari dub versión av 'Ball of Fire'.

Phil Spector Uncut (Mono 1:4)
Joe Meek Uncut (Mono 2:4)
Martin Hannett Uncut (Mono 4:4)
 
Mynd: David Peters.

Comments