Vakurleikans Íbygda Virði

Fyri 2 mánaðum og 1 viku síðani var tað 15. september. Ein týsdagur. Ein dagur eins og dagar flest. 1 dagur. 24 tímar. 1.440 minuttir. 86.400 sekund. Eitt løgið við akkurát hesum degi var at mamma okkara, Anna Knútsdóttir Háberg, hevði fylt 55 ár um hon hevði livað. Hon andaðist bert 36 ára gomul tann 1. januar 1997. Tá var eg 16 ár.

Saknurin eftir ein kæran fer ongantíð úr tær, hóast tað sjálvandi broytist nógv við árunum. Tað er umráðandi at hava hesa sannroynd í huga, og tað er somuleiðis av týdningi, at saknurin verður viðgjördur onkursvegna. Fyri meg hevur tað at skriva, spæla og lurta eftir tónleiki altíð verið ein vegur út. Fátt kann hýsa vilstum kenslum sum tann rætti sangurin hina röttu lötuna. 

Ein, ið hevur skrivað nógv um saknin eftir mammuna er Bono úr U2. 14 ára gamal misti hann mammu sína, og tað hevur havt stóra ávirkan á hann sum tónleikara og skald. U2 trummuleikarin Larry Mullen Jr. misti eisini mammuna á ungum árum, so júst hetta hevur fylt nógv í teirra universi. Mullen Jr. hevur ongantíð skrivað um sína sorg, men i samröðu við The Guardian sigur hann seg virða Bono fyri at hava sett orð á tað. Í somu samröðu sigur Bono soleiðis:

“If somebody were to do an analysis of the singers and writers in rock’n’roll, you’d be so shocked by how many lost their mother,” he says. “You’re just at the age where you’re discovering girls and the woman who brought you into the world exits stage left in a very dramatic way. But what’s more interesting is the rage that follows grief. Where do you put it? Music arrives in my life as an emancipation and punk rock gives me a place to howl. And it’s alchemy. It’s literally turning your shit into gold records.” 

Tað finnast sostatt rættiliga nógvir U2 sangir, ið so ella so snúgva seg um missin av mammuni, og her havi eg valt tríggjar burturúr. Tríggjar, ið ramma tað inn.

'Tomorrow'
Av aðru U2 plátuni October frá 1981. Bono hevur sagt at sangurin snýr seg um jarðarferðina hjá mammuni, men at hann var als ikki tilvitaður um hetta, tá hann 20 ára gamal skrivaði tekstin. October er ein rættiliga intenst andalig ella kristilig pláta. Limir í bólkinum vóru í iva um, hvørt teir skuldu halda áfram við tónleikinum ella halga seg til evangeliskt kristna felagsskapin "The Shalom Fellowship", ið Bono, The Edge og Larry Mullen Jr. vóru við í um tað mundið.

Tað vóru røddir frammi, ið hildu at tað var skeivt av U2 at søkja eina yrkisleið sum "versligur" rockbólkur. Tvístøðan var øgilig, og hetta hoyrist aftur á plátuni. Sum søgan prógvar, valdu teir at halga seg til tónleikin og gott tað sama. Á 'Tomorrow' hoyrist m.a. Uillean sekkjapípa, ið er eitt slag av tjóðarljóðføri í Írlandi. Vinnie Kilduff leikar. Hóast tað er eitt eyðkent írskt ljóðføri, er tað óvanligt í U2 høpi, men tað riggar væl til langtandi og melankolska huglagið.

I'm going out
I'm going outside mother
I'm going out there


'Mofo'
Av níggjundu U2 plátuni Pop frá 1997. 90'ini vóru eitt listarliga kollveltandi tíðarskeið fyri U2. Teir brúktu nógva orku uppá at dekonstruera teirra egna úttrykk. Bono hevur einaferð sagt, at Achtung Baby, fyrsta U2 plátan í 90'unum, var "...the sound of four men chopping down the Joshua Tree". Á Pop fara teir á summum økjum uppaftur longur út at venda. Pop er eins og Zooropa (1993) í stóran mun íblást av elektroniska klubb- og dansitónleikinum, ið var frammi um tað mundið.

The Edge hevur einaferð sagt, at hann brúkti øll 90'ini uppá at ljóða sum onkur annar enn The Edge, og tað hoyrist í hesum sanginum. Sangurin telist helst millum mínar yndis U2 sangir, ja kanska millum mínar yndissangir yvirhøvur. Bono hevur seinni víst á henda tekstin sum ein av teimum, ið hann sjálvur er ovfarin av at hava skrivað. Sangurin er ílatin 90'ara techno ham, og dugir ein at virðismeta hetta, er gott í væntu.

Mother, am I still your son?
You know I've waited for so long
to hear you say so
Mother, you left and made me someone
now I'm still a child, but no one tells me no



'Iris (Hold Me Close)'
Av trettandu og nýggjastu U2 plátuni Songs of Innocence frá 2014. Skrivaður fjøruti ár eftir at mamma Bono, ið bar navnið Iris, small um til jarðarferðina hjá pápa sínum, og doyði bert fáar dagar seinni. Í 00'unum og 10'unum hava U2 vent aftur til teirra klassiska sound, um enn í partvíst dagførdum hami. Tað hoyrist aftur her.

Songs of Innocence er tematiskt mest persónliga ella heimliga plátan, ið U2 hava latið úr hondum. Sangirnir snúgva seg í stóran mun um barna- og ungdómsárini í Dublin í 70'unum. Bono heldur fyri, at plátan snýr seg um "first journeys". Um fyrstu ferðirnar. Tær hava lyndi til at rita seg fastar í minnið. Ein sangur eitur 'Cedarwood Road', ið var barndómsgøtan hjá Bono. 

Seinni hevur hann umrøtt hvussu huglagið í barndómsheiminum harðnaði, tá mamman doyði. Teir vóru bara menn eftir; hann, beiggin og pápin, og sorgin var beisk og ósøgd. Tá pápin, Bob Hewson, andaðist í 2001, skrivaði Bono avbera vakra sangin 'Sometimes You Can't Make It On Your Own'. Eg hoyrdi U2 spæla henda sangin í Parkini í Keypmannahavn í 2005, og tað er millum sterkastu konsertupplivingar eg havi havt. Tað var katharsis sum vildi nakað, og allar slúsur stóðu víðopnar. Her er tað ein sangur til mammuna.

the ache
in my heart
is so much a part of who I am



Helst eru fleiri orsøkir til, at eg fyri tíðina knýti hesar tankar omanfyri um 15. september at U2 sangum. Um sama mundið sum hesa dagfesting, eydnaðist tað Solveig og mær at fáa fatur í atgongumerkjum til U2 í Dublin, og nú eg leggi síðstu hond á henda blogg, eru vit stödd í býnum. Hósdagin vóru vit til stórfingna prógvhandan hjá Solveig í Canterbury Cathedral í landssynnings Onglandi. Stórt og serstakt at sleppa á hesa ferð, og nú at uppliva U2 live í sjálvum heimbýnum. Fyrsta av tveimum konsertum fyri okkara viðkomandi verður í annaðkvöld.

Herfyri kom eg framm á ein blogg á The Huffington Post, har Frank Schaeffer skrivar um aktuellu Innocence + Experience konsertferðina hjá U2. Frank Schaeffer er enfant terrible og útbrótari úr konservativum evangeliskum kristindómi, og fyrst í 80'unum skrivaði hann eina bersøgna bók, ið æt Addicted To Mediocrity. Tað var ein rættilig skorfleingja til mediokru listafatanina í evangeliskum kristindómi, har missión og nyttumoralur ganga framum vakurleika og listarliga góðsku.

Bókin gav mær frið í sálina í einum tíðarskeiði, har eg vendi nógvum viðurskiftum og ikki reiðiliga visti hvønn veg eg skuldi fara. Stríddist helst við nakrar av somu spurningum, ið U2 limirnir mundu stríðast við afturi í Shalom døgunum. Bókin var í so máta við til at broyta ella víðka mítt útsýni. Eg havi ikki fylgt so væl við tí, ið Frank Schaeffer hevur skrivað síðani, men í summar hevur hann verið á U2 konsert, og hann leggur ikki fingrarnar í millum:

"...The Innocence & Experience show is one long fuck you to meaninglessness. It is more ballet than music, more theater than rock, more art show than glam show. It is also the best stage show I've seen since watching Peter Sellars' production of the St. Matthew Passion at the Armory in NYC last year. [...] So the question is is U2 naval-gazing. Of course they are. So is every writer and movie maker. All we have is our stories and our lives. All we have is our experiences. Sure it gets a little churchy. What do you expect? Bono is still working through the guilt all people feel who believe in a higher purpose they know they (we) can never attain. This band travels in a cloud of evangelical good will, even brings along a chaplain of sorts who I last met at a Christian music festival (Greenbelt) in the UK. So what? You got a problem with world peace? What's the new U2 show finally about? The inherent value of beauty. Period."

"The inherent value of beauty". Vakurleikans íbygda virði. Hetta er í samljóði við tað, ið Schaeffer setti fram í áðurnevndu bók; at eingin orsøk er at rættvísgera tað, ið longu er vakurt og gott í sær sjálvum. Vakurleiki hevur eitt íbúgvandi virði. Ikki tí at hann hevur "nyttu" og kann brúkast til hetta og hatta, men tí at hann heilt einfalt er vakur. Eg havi verið á U2 konsert tvær ferðir áður (í 2005 og 2010), og í roynd og veru hava báðar konsertirnar staðfest hetta.

"One long fuck you to meaninglessness". Uttan at taka støðu til opinskáraða orðavalið hjá Schaeffer, so eri eg so sára samdur í, at ein viðkomandi háttur at taka broddin úr meiningsloysi er at lýsa tað á meiningsfullan hátt. At skriva sangir um sorg er t.d. júst hetta. Tað er okkurt treiskt og íblásandi yvir mátanum, sum U2 hava gjørt tað nú í skjótt fýra áratíggju. Tað er eisini hugtakandi og eyðmjúkt, at heimsins størsti og kendasti rock bólkur ultimativt peikar á eitt uppaftur størri og hægri endamál í øllum hann tekst við. "It’s literally turning your shit into gold records”, so segði hann.

Í annaðkvöld verður tað. Nú er stund at gleða seg...
Tók hesa myndina í St. Patrick's Cathedral í dag, tá vit løgdu leiðina framvið.

Comments