Tevtonskur Týsdagur (Michael Rother)

Michael Rother í upptøkuhølinum í 70'unum.
Hetta er annar bloggur í nýggjari bloggrøð, ið setur sjóneykuna á feit krautrock nøvn. Heitið á røðini er "Tevtonskur Týsdagur". Hví? Tí tað er eitt stuttligt bókstavarím. Bloggarar brúka ofta slík til afturvendandi bloggrøðir, t.d. "Music Monday" ella "Throwback Thursday". Eg er farin eitt sindur meira esoteriskt til verka; "tevtonskt" er føroyskt fyri "teutonic", ið stutt sagt merkir "týskt" ella "germanskt"!

NEU! / HARMONIA / MICHAEL ROTHER
Næsta navnið, ið verður umrøtt í hesi bloggrøð, hevur nøkur ting til felags við tað fyrsta: í báðum førum er talan um navnframar týskar gittarleikarar. Hesuferð er talan um Michael Rother: dyrkingarverdi gittarleikarin handan slóðandi bólkar sum NEU! og Harmonia, ið eisini hevur givið út frálíkar solo plátur.

Neu!
Rother og trummuleikarin Klaus Dinger stovnaðu NEU! fyrst í 70'unum, tá teir vóru við í einum av elstu inkarnatiónunum av Kraftwerk. Teir báðir høvdu tó hug at gera sítt egna. Kraftwerk er sum kunnugt ein onnur søga (sí ein av komandi Tevtonskum Týsdøgum). NEU! gjørdu konsekvent motoriskan rocktónleik við denti á repetitiva rútmu, dronar og harmoniska stillstøðu.

Tær tríggjar pláturnar NEU! (1972), NEU! 2 og NEU! 75 (1975) eru allar framúr góðar og viðmælisverdar. NEU! hava verið fyrimynd hjá eini langari røð av yngri bólkum. Av debutplátuni NEU! havi eg valt byrjunarlagið 'Hallogallo', ið er eyðkent av áðurnevnda repetitiva rútmiska drivinum, ið  tónleikajournalistar á sinni skýrdu "motorik".


Harmonia
Um tað finst nakar krautrock "superbólkur", so er Harmonia kanska eitt boð. Bólkurin telir í hvussu so er Michael Rother úr NEU! og teir báðar Hans-Joachim Roedelius og Dieter Moebius úr Cluster (ein annar frálíkur bólkur frá umrødda tíðarskeiði, ið nokk skal fáa innivist í einum komandi Tevtonskum Týsdegi).

Sum Harmonia góvu teir tvær góðar studioplátur út í 70'unum: tað ambient orienteraðu Musik von Harmonia í 1974 og hina meira beat drivnu Deluxe í 1975. Upptøkur, ið teir gjørdu í 70'unum saman við bretanum Brian Eno, vóru útgivnar í 90'unum. Lagið, ið eg her havi valt, er av aðru studio plátuni Deluxe, og tað er hitt stórfingna og droymandi "Immer Wieder".


Michael Rother
70'ini vóru eitt virkið tíðarskeið hjá Rother, og í 1977 lat hann sína fyrstu solo plátu úr hondum. Meðan Neu! var eyðkent av spenninginum millum sveimandi gittarleikin hjá Rother og proto-punk villskapin hjá Dinger, vóru solo útgávurnar eyðkendar av eini meira lýriskari tilgongd.
Á trimum teimum fyrstu soloplátunum leikar Jaki Liebezeit trummur, ið annars er kendur sum trummuleikari í Can (eisini ein frálíka góður krautrock bólkur, og mín sann um ikki ein Tevtonskur Týsdagur eisini kann væntast her).

Her havi eg skoytt tvinni løg uppí, og tað eru heitisløgini frá ávíkavist debutsoloplátuni Flammende Herzen (1977) og uppfylgjaranum Sterntaler (1978). Í báðum førum er talan um avbera góð løg av avbera góðum plátum. Tann triðja Katzenmusik frá 1979 verður eisini hjartaliga viðmæld, og tann fjórða, Fernwärme frá 1982, hevur somuleiðis viðmæli uppiborið.



Í apríl í 2014 høvdu vit tann framíhjárætt at síggja Dieter Moebius (Cluster, Harmonia), Michael Rother (NEU!, Harmonia) og Tangerine Dream (jeps, Tevtonskur Týsdagur er væntandi) framføra á einu og somu superkrautkonsert í Tivolis Koncertsal í Keypmannahavn. Michael Rother framførdi tað besta hjá NEU!, Harmonia og sær sjálvum, og Tangerine Dream frumframførdu soundtrackið til Sorcerer (William Friedkin, 1977). Moebius framførdi bert nýggjan tónleik, men tað var sera gott.

Hetta var eitt ótrúligt kvøld, og síðani konsertina eru bæði Dieter Moebius og Edgar Froese úr Tangerine Dream farnir foldum frá. Tað er ikki sørt, at ein er takksamur fyri at tað untist einum at uppliva konsertina. Michael Rother er, so segði hann, still going strong, og myndin niðanfyri er frá áðurnevndu konsert.
Michael Rother (t.v.) live við Hans Lampe (t.h.) á trummum í Tivolis Koncertsal í apríl 2014.

Comments