Tilskilaða fyrningin


Mikudagin í farnu viku kunngjørdi Apple sína nýggjastu snildfon, iPhone 7. Ein avgerandi broyting hesuferð er, at 7'arin ikki fer at hava nakað sjálvstøðugt ljóðstikk (audio jack ella mini jack). Ístaðin skulu oyrabúffar/oyrafonir framyvir setast til Apple Lightning sambindaran, ið higartil mest hevur verið nýttur at løða telefonina. Her skal viðmerkjast, at ljóðstikk tøknin er eini 140 ára gomul og mini jack er eini 50 ára gamalt. Eisini skal undirstrikast, at henda tøkni er ídnaðarligur standard innan ljóðtøkni. At strika ljóðstikkið er sostatt at strika standardin.

Tá fyrstu frænirnar frættust um hesa broyting í november 2015, vóru reaktiónirnar sterkar. Ein #savejack umsókn innsavnaði 200.000 talgildar undirskriftir, meðan onnur vóru meira líkasæl. Nú er tað so almannakunngjørt, at Apple fremur hesa broyting. Og aftur eru summi ímóti, meðan onnur eru meira líkasæl, og so eru tað tey, ið sipa til tøkniliga menning, uppfinning og framgongd sum nakað óumberiligt.

Eg postaði tíðindini á mínum Fjesbukkuvanga við viðmerkingini "Skandala". Kanska ikki tann mest djúptøkna viðmerkingin at leggja afturat. Ymsar viðmerkingar komu í kjaktráðnum. Summar samdar við skepsisini, aðrar vístu á tøkniliga menning og so vóru onkrar, ið mettu hetta at vera grenj. Grenj haldi eg so ikki at tað kann vera. Eitt sjónarmið um samspælið millum tøkni, mentan og samfelag fær illa verið grenj. Heldur ikki um tað er eitt skeptiskt sjónarmið, ella um vit sum einstaklingar ikki fáa gjørt nakað við tær broytingar, ið fyri koma.

Gekk og hugsaði eitt sindur um hví eg hevði eina skeptiska kenslu mótvegis tíðindunum. Eftir at hava hugsað eitt sindur meira um tað, skrivaði eg hetta sum viðmerking á kjaktráðnum:

"Eg eri ikki viðhaldsfólk hjá teirri innbygdu forgeingiligheitini, ið ræður innan tech. Eitt er, at nýggj tøkni verður uppfunnin, og at tað viðhvørt gongur skjótt fyri seg. Tað er skilligt. Men henda innbygda útskiftingin av elektroniskum dimsum hevur eisini eina eyðsýnda kapitalistiska drívmegi. Tað hongur helst saman við hasum forbrenda mantra'inum um "vøkstur", ið gjørdist normur aftaná 2. veraldarbardaga. Brúka og blaka vekk, tí so fáa vit meira vøkstur. Filosofiskt, menniskjaliga og umhvørvisliga er tað skeivt. Mær dámar ting, ið hava hildið leingi. Mær dámar fólk, ið umvæla gomul ting til at halda leingi. Mær dámar ting, ið eru bygd til at vara. Eitt mini jack er tað sama sum fyri 50 árum síðani. Í mun til floppy diskin og fløguna, ið vóru á veg út, tá respektivu drivini vóru droppaði, er audio jack ein ídnaðarligur standardur, ið alskyns ljóðútgerð hevur ment seg rundanum. Men nú má tað bara víkja, tí gylta tech Eplið rullar víðari? Kanska er alt gloymt um 2 ár, men her og nú tilskili eg mær rættin til at knarra. Vøkstur, schmøkstur."

Á Facebook legði eg merki til at Erik Steinskog, lektari í tónleikavísindi, hevði lagt hesa viðmerkingina hjá Jonathan Sterne út við sitatinum:

"The answer can be summed up in two words: planned obsolescence. There is a big difference between innovation that actually represents a major technical advance, and innovation to keep people buying the same things in new packages."

Jonathan Sterne er granskari og professari í samskiftistøkni, og hevur m.a. skrivað bøkurnar The Audible Past: Cultural Origins of Sound Reproduction (2003) og Mp3: The Meaning of A Format (2012). Í greinini viðger Sterne ljóðstikk broytingina á nýggju iPhone, og hann metir hetta vera eitt greitt dømi um "planned obsolescence". Sprotin umsetur hetta til "fyrning tilskilað". Tilskilað fyrning (ætlanarfyrning?) er tá eitthvørt verður fyrnað uttan, at hetta í grundini er neyðugt. Víðari skrivar hann, at:

"Apple wants you to think of your iPhone as out of date. And they release a new phone every year and stop supporting old ones not because they need to, or because progress demands it, or because they have invented something new – but because planned obsolescence is their business model. The missing headphone jack is a reminder that there is a cost to our communication technologies being subject to fashion. It means throwing out stuff that ought to – in Apple’s words – “just work” a lot longer than it does."

Gjørdist forvitin eftir at frætta meir um hugtakið tilskilað fyrning. Á ferniseringini fyri framsýningini SPOR hjá Jóhan Martin Christiansen kom eg í prát við við vinmannin og tónleikafelagan Sakaris Emil Joensen, og evnið kom m.a. inn á nýggju iPhone broytingina. Eg nevndi hetta hugtakið um "tilskilaða fyrning". Sakaris viðmerkti, at har finst ein heimildarfilmur um evnið. Googlaði í vikuskiftinum og sí; The Lightbulb Conspiracy kom undan kavi. Filmurin snýr seg um júst tilskilaða fyrning, og liggur mín sann á Youtube.

Filmurin inniheldur m.a. eina søguliga gjøgnumgongd at tilskilaðari fyrning gjøgnum tíðirnar. Víst verður á, at tilskilað fyrning tekur seg upp í sama tíðarskeiði sum forbrúkarasamfelag og hópframleiðsla. Ljósperan í heitinum spælir ein miðsavnandi leiklut. Vit frætta m.a. um eina ljósperu í einari amerikanskari bygd, ið var tendrað í 1901 og sum lýsir enn! Lagt verður upp til, at alt var betri fyrr. Í merkingini: fyrr vóru tingini bygd til at vara. Keypti tú tær stásklæði, ja so tókst tú tey við í grøvina.

Søgan um tilskilaðu fyrningina byrjar í 1920'unum, tá sonevnda Phoebus kartellið (!) - eitt kartell av  ljósperu fabrikantum - knæsetti framleiðslu av tíðaravmarkaðum ljósperum. Hetta fyri at selja fleiri ljósperur. Ljósperur, ið lýsa í 100 ár eru jú einki serliga góðar fyri business! Hetta ljóðar ófrættakent og kanska eitt sindur konspiratiónsteoretiskt, men tað sær út til at Phoebus søgan passar. Ikki eingongd lygn:

"The thousand-hour life span of the modern incandescent dates to 1924, when representatives from the world’s largest lighting companies—including such familiar names as Philips, Osram, and General Electric (which took over Shelby Electric circa 1912)—met in Switzerland to form Phoebus, arguably the first cartel with global reach. The bulbs’ life spans had by then increased to the point that they were causing what one senior member of the group described as a “mire” in sales turnover. And so, one of its priorities was to depress lamp life, to a thousand-hour standard. The effort is today considered one of the earliest examples of planned obsolescence at an industrial scale."

Í 1932 útgav Bernard London ritið Ending The Depression Through Planned Obsolescence, har hann setti fram uppskot um at staðfesta tilskilaða fyrning við lóg. Mett verður, at hann var maðurin, ið fann uppá hugtakið. Hetta skuldi gerast fyri at fáa gongd aftur á búðskapin aftaná Wall Street krakkið í 1929. Uppskotið vann tó ongantíð frama.

Í 1950'unum kom hugskotið at fáa forbrúkararnar sjálvar at fremja tilskilaða fyrning, ikki við lóg men við eftirspurningi. Umvegis mótarák og ynski um at eiga tað nýggjasta nýggja av onkrum tók tilskilaða fyrningin dik á seg og gjørdist eitt grundarlag undir okkara forbrúkarasamfelagi.

Apple eru eisini við í filminum. Fyrsta ættarlið av iPoddum var soleiðis háttað, at battaríið helt ikki serliga leingi. Tá fólk ringdu inn og bóðu um nýtt battarí, var mælt teimum til at keypa sær nýggjan iPod ístaðin (!) Sakarmál tók seg upp, og Apple tillagaði battarílivitíðina og longdi eisini garantiina til tvey ár.

Hetta við iPhone 7 og ljóðstikkinum er sostatt ikki fyrstu ferð, at Apple er í brennideplinum, tá tað kemur til tilskilaða fyrning. Áður hevur Apple gingið undan við avtøkuni av bæði floppy disk drivinum í 1998 og CD drivinum fyri nøkrum árum síðani. Munurin hesuferð er, at ljóðstikkið ikki er á veg út. Tað var floppy diskurin á sinni, og tað var fløgan eisini, men ljóðstikkið er sum áður nevnt ídnaðarligur standard og verður nýtt til alt møguligt.

Kortini eru tað summi, ið meta, at ljóðstikkið skjótt verður søga, og at Apple aftur hesuferð markar seg við at tora at ganga á odda. Hesi halda, at vit skjótt fara at flyta okkum uppaftur longur inn í talgildu tónleikalurtingina við tráðleysum oyrabúffum. Tráðleysa perspektivið er so avgjørt spennandi, eingin ivi um tað. So leingi sum ljóðgóðskan fylgir við. Tað eru heldur ikki øll, ið lata illa at tilskilaðu fyrningini. Marketing guru'in Philip Kotler heldur t.d. uppá at:

“Much so-called planned obsolescence is the working of the competitive and technological forces in a free society—forces that lead to ever-improving goods and services.”

Í hesum perspektivinum er sokallaða "tilskilaða fyrningin" viðvirkandi til at vit fáa betri ognarlutir, vørur og tænastur. Hóast eg hoyri speisku orðini hjá Bill Hicks fyri mær, so er eisini okkurt um tað í hesum føri. Hinvegin kemst ikki uttanum umhvørvisliga perspektivið. "Brúka og blaka vekk" hugsunarhátturin úrslitar eyðvita í eini ómetaligari mongd av burturkasti, og sum tað eisini verður tikið til í filminum omanfyri: hvussu kunnu vit hava óavmarkaðan vøkstur á eini avmarkaðari planet?

Hetta seinasta gerst pínliga grelt tá tosað verður við umhvørvisjournalistin Mike Akane úr Ghana í Afrika. Ghana er eitt stað, har farmaskip í hóptali dumpa elektroniskt burturkast, e-waste, úr vesturheiminum. Hetta var í øllum førum støðan, tá filmurin var gjørdur í 2010. Í filminum er Akane farin í hernað móti tilskilaðu fyrningini við at innsavna upplýsingar til ein dátugrunn yvir tær fyritøkur, ið tveita burtur slíkt, sum endar á strondini í Ghana.

Fyri at venda aftur til iPhone 7, so verður spurningurin um hetta fer at vera hendingin, ið hevur við sær eitt paradigmuskiftið innan oyrabúffalurting og ljóðstikk, ella um hetta fer at vera sætt sum eitt mistak. Apple tykist at hava fullvart seg hesuferð, tí við í keypinum av 7'aranum verður eitt millumstykki til tey, ið framvegis vilja brúka siðbundna ljóðstikkið. Livst so spyrst.

Comments