Low 40 ár


"...For many years Berlin had appealed to me as a sort of sanctuary like situation. It was one of the few cities where I could move around in virtual anonymity. I was going broke; it was cheap to live. For some reason, Berliners just didn't care. Well, not about an English rock singer anyway." -David Bowie.

Í dag eru 40 ár síðani Low hjá David Bowie kom út hin 14. januar í 1977. Ikki hissini pláta. Tann fyrsta í sonevndu Berlin trilogiini. Kanska mín yndis Bowie útgáva, tó at aðrar eisini eru mær kærar. Plátan umboðar eina "persónliga og estetiska yvirháling" sambært Rolling Stone, og tað er ikki heilt av leið.

Undanfarna útgávan Station To Station (1976) var innspæld í Los Angeles. Eisini ein ræðuliga góð pláta og potentiel yndis, ið hevur nøkur ting til felags við síðstu Bowie plátuna Blackstar (2016). Station To Station umboðar eitt steðgipláss - sí proverbialu jarnbreytarstøðina(r) í heitinum - millum hitt amerikanska Philadelphia "plastic soul", ið Bowie meistarliga dyrkar á Young Americans frá 1975, og so tann evropeiskt/týskt informeraða art rokkin á Low frá 1977.

Listaliga fekk Bowie nógv burtur L.A., men persónliga mátti hann rinda ein ov høgan prís. Undan Station To Station menti hann eina persona við heitinum "The Thin White Duke", ið m.a. bygdi á leiklutin sum Thomas Jerome Newton í filminum The Man Who Fell To Earth (Nicolas Roeg, 1976). Permumyndin á Low (sí omanfyri) er eisini tikin úr filminum. "Thin White Duke" var eitt spartanskt alternativ til meira litríku Ziggy Stardust, Halloween Jack v.fl. Hóast spartanska lookið var hetta tíðin har Bowie veruliga nærkaðist kantinum, og eitt skifti livdi hann bert av kokain, reyðari piparfrukt og mjólk (!)

Seinni skýrdi hann L.A. "...the most vile pisspot in the world" og viðgekk, at hevði hann ikki skift lívskós høvdu 70'ini óivað gjørt av við seg. Skrædlið lúrdi, og Bowie flýddi eystur um hav til Berlin. Hóast Berlin var heimsins heroin høvuðsstaður tá í tíðini, gjørdist býurin ein rættiligur frístaður hjá Bowie. Hann helt seg tíbetur frá heroininum, og eisini var hann mestsum ókendur í býnum. Í øllum førum fekk hann frið at vera tann, sum hann var og kundi dyrka list og tónleik frítt.

Kosmiski krautrokkurin gjørdist greiður íblástur, har bólkar sum Kraftwerk, Neu! o.a. vóru dyrkaðir. Hetta var alt kanaliserað á teirri slóðandi, kollveltandi og enduruppfinnandi Low. Frálíki backing bólkurin á Station To Station var eisini við her, og sum nakað nýtt var synthesizer og ambient gyklarin Brian Eno við sum tónlistaligur sparringspartnari hjá Bowie. Tony Visconti, ið hevur virkað á trettan Bowie útgávum frá 1969 til 2016, sat í prodjúsarasessinum. Við sær hevði hann m.a. ein Eventide Harmonizer, ið hann m.a. nýtti til slóðandi snaretrummuljóðið á plátuni.

Síða A er elektroniskur rokkur við tilknýti aftur til elektronisku r'n'b/soul tónarnar á Station To Station. Fyrsta og síðsta lag á A síðuni eru instrumental, meðan tey írestandi eru við vokali. Størsta hittið higani er allarhelst 'Sound and Vision', tó at plátan skal hoyrast í síni heild. Síða B er elektroniskur ambient/avantgarde tónleikur, harav nøkur løg eru instrumental. Hóast henda síðan liggur sera langt frá rokkinum á síðu A, er ein gjøgnumførd heild yvir allari plátuni. Ein djúpt melankolsk útgáva, ið kortini er futuristiskt upplyftandi. Eitt stórverk, ið fekk eitt tematiskt framhald á teirri somuleiðis meistarligu "Heroes" árið eftir, umframt á Lodger frá 1979.

"Much has been made of Kraftwerks influence on our Berlin albums. Most of it lazy analyses I believe. Kraftwerks approach to music had in itself little place in my scheme. Theirs was a controlled, robotic, extremely measured series of compositions, almost a parody of minimalism. One had the feeling that Florian and Ralph were completely in charge of their environment, and that their compositions were well prepared and honed before entering the studio. My work tended to expressionist mood pieces, the protagonist (myself) abandoning himself to the 'zeitgeist' (a popular word at the time), with little or no control over his life. The music was spontaneous for the most part and created in the studio. [...] What I WAS passionate about in relation to K. was their singular determination to stand apart from stereotypical American chord sequences and their wholehearted embrace of a European sensibility displayed through their music. This was their very important influence on me." -David Bowie.

Henda vakra teknirøðin/strípan lýsir tíðarskeiðið væl, og hesin teknifilmurin er ein innforstaðin og humoristisk lýsing av Low upptøkunum:


Comments