Burt Bacharach, The Posies og White Flag


Í dag fyllir hansara easy listening hátign, Burt Bacharach, 90 ár. Í tí sambandi leitaði eg aftur á slóð.

Í 2002 spældi amerikanski punk bólkurin White Flag tvær konsertir í Føroyum saman við Clickhaze. Eina í Losjuni í Gøtu og eina í Lognbrá í Klaksvík. Grót skipaði fyri. Báðar konsertirnar vóru nokkso klikkaðar og høvdu dám av tí legendariska. Hvat hevur hetta við Burt Bacharach at gera? Jú, tað koma vit til. White Flag høvdu verið í Íslandi og spælt konsertir sum Kristin "Kiddi" Sæmundsson og aðrir skipaðu fyri. Kiddi og teir høvdu samband við Sólarn Solmunde og Jón Tyril úr Grót, og so var lag á monnum at skipa fyri konsertum. Hetta var partur av eini heimstúring, har White Flag túraðu við útgávuni History Is Fiction, ið var útgivin á Tutl!

Á konsertini í Losjuni manifesteraði ein blaðungur Benjamin Petersen seg sum gittarhetja, tá hann fór upp at jamma við White Flag. Hann spældi m.a. við gittaranum aftanfyri ryggin, og blakaði eisini gittaran upp í loft. Hetta var gittarin hjá Eric Erlandson, ið spældi við White Flag. Erlandsson var ikki ovurfegin um hendingina. Erlandsson spældi annars við í amerikanska bólkinum Hole, har navnframa Courtney Love var sangarinna. 

Konsertin í Klaksvík hevði ein skítsvakan enda, har White Flag geilaðu fólkið upp til eitt monstrøst jamm, sum endaði við at tað vóru fleiri fólk á pallinum enn úti á gólvinum. Ein blaðung hondbóltsgenta tók mikrofonina frá sangaranum Pat Fear, improviseraði scat sang og gjørdi spagat í meðan. Haldi ikki hon nakrantíð hevði staðið á palli áður. Eftir lokna konsert tók Pat í økslina á mær, hugdi meg í eyguni, og segði álvarsliga "You are a lead singer. You just have to make a deal with Satan!" Javel, javel. Pat Fear, hvørs kristna navn var Bill Burtell, andaðist í 2013. Hann festi seg í minnið.

Bassleikarin í White Flag æt Ken Stringfellow. Hann er multi-instrumentalistur og hevur leikt gittar, bass og tangentar í fleiri ymsum bólkum. Hol var sett á yrkisleiðina við power pop bólkinum The Posies, og Stringfellow og Jon Auer úr The Posies vóru í fleiri ár limir í Big Star. Stringfellow spældi og túraði eisini við R.E.M. í eitt áramál. Stringfellow spælir m.a. frálíku synth solo'ina í 'Imitation of Life' (Reveal, 2001). 

The Posies gjørdu m.a. eina innspæling av 'What The World Needs Now Is Love' saman við Burt Bacharach. Hendan útgávan endaði á soundtrackinum til fyrsta Austin Powers filmin. Eg spurdi Stringfellow um nokkso nógv av hesum ymiska, tá hann var í Føroyum á sinni. Minnist tó ikki um eg spurdi hann um Bacharach, men nú finnur man jú alt á internetinum. 

Tað er ein góð versión teir hava gjørt her. Hon ljóðar sum ein "spleysa" útgáva av ávikavist Bacharach og The Posies innspælingunum, men tað riggar. Sangurin er framúr góður. Tá Bobby Kennedy bleiv skotin spældu útvarpsrásirnar í Los Angeles henda sangin á tamb (í útgávuni hjá Jackie DeShannon frá 1965). 

What the world needs now is love, sweet love
It's the only thing that there's just too little of
What the world needs now is love, sweet love
No, not just for some but for everyone

Fulla útgávan hoyrist her:

Comments