Tá Aretha Franklin bergtók

Jerry Wexler og Aretha Franklin í upptøkuhølinum. Mynd: GAB Archive/Redferns
Navnframa soul drotningin Aretha Franklin (1942-2018) er farin í annað ljós.

"Soul" er eitt hugtak sum verður brúkt at lýsa afrikanskt-amerikanska populertónleikin sum mentist í USA frá 1950’unum upp í 60’ini og 70’ini. Summi síggja soul sum eitt nýtt hugtak fyri tað sum áður æt “rhythm & blues”. Rhythm & blues er eitt felagsheiti fyri ymisk sløg av afrikanskt-amerikanskum populertónleiki frá aftaná 2. veraldarbardaga.

Tað var Jerry Wexler, ið kom við hugtakinum “rhythm & blues” í 1947. Hetta var meðan hann starvaðist sum blaðmaður fyri Billboard Magazine. Hann helt at heitini á hittlistunum vóru niðursetandi og óhóskandi: “Harlem Hit Parade”, “Sepia” og “Race”. Í 1949 broytti Billboard navnið á hittlistanum fyri svartan tónleik til “Rhythm & blues”. Jerry Wexler venda vit aftur til.

Tey slóðandi rhythm & blues nøvnini vóru svørt, teirra tónleikur gjørdist vælumtóktur millum hvít og var so líðandi umskapaður til tað sum var kent sum “rock’n’roll”. Elvis Presley verður tá tann stóra rock’n’roll stjørnan. Eftir hetta kemur eitt nýtt ættarlið av svørtum artistum, sum endurtulkar tað sum rhythm & blues slóðarnir gjørdu. Um vit siga at rock’n’roll er ein “hvít” lesing av rhythm & blues, vendur soul aftur til røturnar í svarta tónleikinum - gospel og blues. Soul er “sekulert gospel” sambært summum.

Hetta umskiftið stendur í fullum blóma í tónleikinum hjá Aretha Franklin. Mamman var gospel sangari og klaverleikari, pápin var pastorur og prædikumaður. Tað eru ótrúliga nógvar afrikanskt-amerikanskar sangarinnur í 20. øld, ið eru komnar úr kirkju/samkomu høpi. Aretha er einki undantak. 18 ára gomul skifti hon yvir til “sekuleran” tónleik. Frá 1960 og nøkur ár fram var hon á Columbia Records, har hon gjørdi respektablan tónleik, men hon var ikki serliga populer. Hon var hampað og snøggað til at vera ein jazz/popp sangarinna.

Í 1966 skifti hon til rhythm & blues kraftsentrið Atlantic Records og tá kom ferð á. Jerry Wexler, ið nú starvaðist sum tónleikaframleiðari, fekk stóran týdning fyri hennara yrkisleið. Wexler var jødi úr New York við ótrúligum tevi fyri m.a. soul tónleiki. Hann gav henni størri rásarúm og kontroll yvir sínum úttrykki. Hon slapp at sameina tað spirituella og tað holdsliga sum henni lysti. "Let Aretha be Aretha” var hugburðurin. Hetta eyðkendi restina av hennara lívi og yrkisleið.

Her eru 10 løtur, har Aretha Frankin bergtók:

1. 'You Grow Closer'

Tá hon 14 ára gomul sang gospel í New Bethel Baptist Church í Detroit, har pápi hennara var pastor. Her í eini inniligari tulking av 'You Grow Closer'.

2. 'I Never Loved A Man (The Way That I Love You)'

Tá hon saman við Jerry Wexler og framúrskarandi Muscle Shoals toyminum slapp sær úr nydeliga jazz/popp haftinum og fór undir at gera rátt, sveittut og sprongkvæmt soul! Fyrsta lagið tey festu á band var 'I Never Loved A Man (The Way I Love You)'. Her sleppur hon bókstaviliga teymunum, og restin er, so segði hon, søga. Sí lýsing av hendingini úr heimildarfilminum Muscle Shoals frá 2013:

Aretha Franklin at Muscle Shoals from Course Media on Vimeo.

3. 'Respect'

Tá hon tók ein útmerkaðan Otis Redding sang og umskapaði hann til ein tíðaranda fevnandi fylkingarsang. Aretha legði sjálv henda partin afturat: "R-E-S-P-E-C-T, find out what it means to me". Stríðsfólk innan bæði borgararættindi og javnrættindi hava tikið sangin til sín. Jerry Wexler segði seinni um sangin:

“Respect” had the biggest impact, truly global in its influence, with overtones for the civil-rights movement and gender equality. It was an appeal for dignity combined with a blatant lubricity. There are songs that are a call to action. There are love songs. There are sex songs. But it’s hard to think of another song where all those elements are combined. [...] Otis came up to my office right before “Respect” was released, and I played him the tape. He said, “She done took my song.” He said it benignly and ruefully. He knew the identity of the song was slipping away from him to her."

4.'A Change Is Gonna Come'

Tá hon tulkaði máttmikla og definitiva civil rights fylkingarsangin 'A Change Is Gonna Come' somikið væl, at hennara tulking stendur mát við upprunaútgávuna hjá Sam Cooke. Slíkt hevði lættliga enda heilt galið hjá minni stórbærum sangarum.

5. 'Spirit In The Dark'

Tá hon svaraði aftur uppá persónliga mótgongd við inniligu og fantastisku plátuni Spirit In The Dark (1970). Í 1968 sang hon til jarðarferðina hjá familjuvininum og borgararættindastríðsmanninum Martin Luther King Jr. Í 1969 var hon sundurlisin frá fyrsta manninum Ted White, ið fór illa við henni. Í 1970 kom Spirit In The Dark, ið kanska er hennara besta pláta. Fimm av sangunum hevur hon sjálv skrivað.

6. 'Rock Steady'

Tá hon skrúvaði upp fyri funk botninum á hinum láturliga væl svingandi 'Rock Steady' av plátuni Young, Gifted and Black frá 1972. Havi onkuntíð diskað henda sangin og undrast á hvussu groovy hann er. Tá eg so lesi credits og tjekki hvør spælir við, so undrist eg ikki meir:

Aretha Franklin – sang, klaver, sangskrivari
Donny Hathaway – elektriskt klaver, orgul
Bernard Purdie – trummur
Cornell Dupree – gittar
Richard Tee – orgul
Chuck Rainey – bass
The Sweethearts of Soul (Brenda Bryant, Margaret Branch, Pat Smith) — kórrøddir
Robert Popwell, Dr. John – percussion
The Memphis Horns
Wayne Jackson – trompet
Andrew Love – tenor saksofon
Gene Paul – tøkningur
Jerry Wexler – framleiðsla
Tom Dowd – horn útseting, framleiðsla
Arif Mardin – framleiðsla

7. 'Amazing Grace'

Tá hon við teirri máttugu gospel live plátuni Amazing Grace (1972) slerdi fast við sjeytummaseymi, at óansæð hvat hon annars sang um og hvar hon annars fór á lívsleiðini, so var gospel bæði byrjanin og endin.

8. 'Think'

Tá hon stjól showið í kultfilminum Blues Brothers frá 1980.

9. 'Sisters Are Doin' It For Themselves'

Tá hon í 1985 sang stuttliga og skrappa feministiska fylkingarsangin 'Sisters Are Doin' It For Themselves' í duett við Annie Lennox úr Eurhytmics.

10. '(You Make Me Feel Like) A Natural Woman'

Tá hon rørdi øll og blásti takið av Kennedy Center á Kennedy Center Honors í 2015. Hetta er eitt árligt tiltak, ið heiðrar listafólkum fyri lívlangt ískoyti innan útinnandi leiklistir. Í 2015 var sangskrivarin Carole King millum tey heiraðu, og sum ketta úr høvdatrog kom Aretha á pallin og framførdi 'You Make Me Feel Like) A Natural Woman', ið Carole King skrivaði saman við Gerry Coffy afturi í 1967. Carole King var ovfarin, rørd og bergtikin av hesum og fekk illa rúma upplivingini, ið innihelt fleiri yvirraskilsi: Franklin legði fyri við at spæla klaver, og tað var hon mestsum givin við tá. Hon sang við eini ómetaligari nervu og nærveru, og fekk sjálvan Obama at tára áðrenn fyrsta vers var yvirstaðið. Franklin reistist síðani, tveitti pelsin frá sær, sang við ófatiligum souldiva yvirskoti og vísti øllum heiminum hvar skápið skuldi standa. 74 ára gomul. Ótrúligt.

Takk fyri sangin, Ms. Aretha Franklin.

Samrøða, ið Finnur Koba hevði við meg í Summartímanum í ÚF:
Til minnis: Souldrotningin lagt gull eftir seg

Onkrar keldur:
https://www.britannica.com/art/rhythm-and-blues 
https://www.britannica.com/art/soul-music
https://pitchfork.com/reviews/albums/aretha-franklin-spirit-in-the-dark/

Comments