Leygarkvøldið diskaði eg í Sirkus. Sirkus hátíðarhelt 9 ára føðingardag hetta kvøldið, og Bjórkovin í neðra fylti 2 ár. Tað var heilt fantastiska stuttligt og deiligt at standa handan pultin í hjørninum aftur. Ikki minst til eitt so serstakt og hugnaligt høvi sum 9 ára føðingardag. Teitur hevði gjørt eina framúr góða suppu, Sunneva og co. høvdu pyntað hølið til UG og nógv fitt fólk leitaðu sær oman. Gott lív í og eitt livandi dansigólv í fleiri tímar. Hvat meira kann man ynskja sær? Tillukku við teimum 9 árunum, Sirkus! We've come a long, long way together through the hard times and the good I have to celebrate you baby I have to praise you like I should
Hendur framhaldandi í loft! Mynd: Sunneva Háberg Eysturstein.
Comments
Post a Comment