Abbi 100 ár

Í dag eru tað 100 ár síðani, at abbi okkara, Knút Erling Háberg, varð borin í heim 7. november 1920. Á hesi myndini frá 1995 sita abbi og mamma í køkinum á Torfinsgøtu. Mamma okkara Anna Knútsdóttir Háberg var einkardóttir hjá abba og ommu okkara Sunnevu F. Háberg. Hetta eru fólk, sum systur mín Sunneva og eg hava elskað djúpt, og sum vit enn elska, hóast tey ikki eru okkara millum longur. Lívið hjá abba var mangan merkt av sorg, trega og mótgongd, men sum hendan myndin vitnar um, vóru sanniliga eisini løtur við ljósi og láturi.

Abbi segði um foreldrini hjá sær, at mamman Malla var kanska tann meiri lívliga, meðan pápin Poli var tann innhugsni. Ein kundi freistast at sagt tað sama um ommu og abba, men í veruleikanum vóru tey bæði meira samansett enn so. Omma var mangan stuttlig og dugdi at fjolla við okkum børnum, men hon hevði eisini eina álvarsama síðu, og hon og abbi gingu jú gjøgnum bæði sorg og gleði. Abbi kundi hinvegin eisini flenna og skemta sum fáur, tó at hann eisini var ein álvarsmaður á nógvum økjum.

Fólk flest kendu abba sum sparikassastjóra í Føroya Sparikassa, har hann legði bróðurpartin av sínum vaksna arbeiðslívi eftir seg. Frá 1946 til 1989 arbeiddi hann í sparikassanum, og síðstu tíggju árini av hesum tíðarskeiði sat hann sum sparikassastjóri. Fyrst saman við øðrum, og síðstu árini sum einsamallur stjóri. Hóast abbi sostatt kundi sigast at vera komin upp á “ovastu rók” í samfelagnum, so byrjaði hansara tilvera eina heilt aðrastaðni.

Sum áður nevnt var abbi føddur í 1920, og eg hugsi mangan um, at hann var “tannáringur” í tríatiárunum. Gamaní var hugtakið “tannáringur” als ikki til tá, tí tannáringur er eitt modernað, so segði hann, konstrukt, sum var uppfunnið í tíðini eftir kríggið - einamest av handilsligum ávum. Tað sigur ikki einki um, hvussu uttaru viðurskifti kunnu forma lív menniskjans í modernaðu verðini. Men Í tríatiárunum var tað altso framvegis soleiðis, at fyrst vart tú barn í nøkur ár, og tá tú fylti 14 vart tú vorðin vaksin. Longri var tað ikki, tí har vóru hvørki stundir, ráð ella umstøður til annað. Abbi tók sostatt síni fyrstu fet á arbeiðsmarknaðinum í tríátiárunum.

Tað vóru eisini júst tríatiárini, sum sótu djúpast í honum, tá hann fortaldi søgur úr sínum langa lívi. Sum prokuristur, bókhaldari, varastjóri og at enda stjóri í Føroya Sparikassa upplivdi hann av “fyrstu parkett” tað risa materiellu framgongd og uppgongutíð, ið føroyska samfelagið var fyri í hesum tíðarskeiði. Kortini var tað fátækradømið í tríátiárunum, ið lá sum ein undirstreymur í hansara samfelagsliga, menniskjaliga og tilveruliga útsýni. Regin Dahl hevur einaferð sagt, at “oyggjarnar vóru kargar í 30-unum” sum eina tilsiping til trongu korini, har krakkið á Wall Street og herjandi fíggjarkreppan førdu við sær, at tey londini, ið vanliga keyptu fisk í Føroyum, vóru nógv viknað. Tað er tí neyvan ov nógv sagt, at tríatiárini vóru fátækasta tíðarskeið í Føroyum í 20. øld. Abbi plagdi at greiða frá, at tá hann og beiggjarnir Petur og Niels Juel høvdu verið úti og tjent sær nakrar krónur, so komu teir heim, løgdu peningin á borðið og lótu mammuna telja saman. Hvør króna varð vend, tí tað ráddi um at spara og hugsa seg væl um.

Tá abbi helt 40 ára starvsdag í Føroya Sparikassa í 1986, vóru samrøður við hann í bløðunum, og her fylla tríatiárini eisini nógv. Í Sosialinum sigur hann, at “ongin kann ynskja sær tey vánaligu tríatiárini aftur, men eg kundi hugsað mær, at ungdómurin í dag visti eitt sindur meira um, hvussu tað var tá á døgum. Tað vóru ikki bara ringar síður.” Í Dagblaðnum sigur hann, at tað “kom ein ein ávís vælferð við krígnum, tó at mangur sorgarleikur annars spurdist burturúr, men sammett við tey fátæku tríatiárini broyttist nógv tímiliga til tað betra.” Hann greiðir síðani frá, at tá hann fór til arbeiðis eftir realprógv, gekk leiðin út á keiina, har havnamenn ofta í hundraðtali stóðu og bíðaðu eftir lossingarkjansi. Abbi heldur fyri, at “tað mundi vera tungt hjá formonnum at skula velja út millum teir mongu familjumenninar, sum stóðu lið um lið við okkum ungu og leysu. Teir kjansir, sum vóru, máttu verða býttir so kristiliga og eftir tørni.”

Um pápa sín Pola sigur hann, at hann “spældi violin, og í einingi kundi hann tekna og mála. Men tí livdi eingin av tá í tríatiárunum. Pápi var skómakari, og eg minnist, hvussu hann kundi brúka tímar til at seyma einar slitnar skógvar ella stivlar, sum annars ikki vóru verdir at goyma, men hvørs eigari ikki hevði ráð til nýtt. Pápi kundi siga, at leðrið og tilfar noyddist hann at gjalda, men tímalønin mátti vera ókeypis, tí eigarin ikki hevði ráð til at gjalda nakað sum helst.” Abbi leggur síðani afturat: “Tann fátæka tíðin kravdi nógv av menniskjum, sum í vælferðini liggur meiri hult og ónýtt, tóat ein aldri má ynskja neyðarárini aftur”.

Hetta upprunastøði merkti abba í øllum, sum hann tókst við, og tann stovnurin sum hann arbeiddi fyri - Føroya Sparikassi - var eisini eyðkendur av jarðbundnum virksemi. Hetta var fólksins sparikassi, og her vóru ongar villar ætlanir lagdar fyri dagin. Tað ráddi um at vinna virðing millum kundarnar, og abbi legði alstóran dent á at viðfara øll við integriteti og kurteisi - óansæð um tey so fingu eitt ja ella eitt nei. Eg frætti av og á frá fólki, ið hava gott at bera abba í so máta, og tað fegnist eg um (summi hava kanska verið minni nøgd, men teimum frætti eg so ikki frá).

Eg hugsi onkuntíð um, hvat abbi hevði sagt til gongdina innan føroyska fíggjarheimin seinastu 10-15 árini, ikki minst í tí peningastovni, sum einaferð var. Og so eri eg skjótur at hugsa “gott tað sama”. Tí í roynd og veru gleðist eg um, at hann slapp undan at uppliva hetta, og sostatt einki upplivdi av tí innantóma “re-branding” tíðarskeiði sum koma skuldi - fyrst við “Eik” og síðani “Betri”, har man eftir øllum at døma í fleiri umførum heldur seg hava uppfunnið djúpa tallerkin av nýggjum. Eitt at síggja til heldur innantómt og postmodernað tíðarskeið í føroyskari fíggjarsøgu. 

Her skal ikki vera sagt meira um tað, annað enn at 100 ár eftir at abbi var føddur kunnu vit bert staðfesta, at sangirnir sum hann og omma løgdu eftir seg, fara at liva longri enn tað tímiliga virksemi sum hann legði sítt arbeiðslív í. Gott tað sama.

Abbi smíðaði eina røð av løgum til yrkingar og týðingar hjá eitt nú bróðurinum Peturi Háberg, Victor Danielsen og Jens Dam Jacobsen. Millum annað gjørdi hann lagið til vælumtókta grækarismessu- og vársangin ‘Vaknaður vársins songur’ (‘Lítil Vármynd’) við yrking eftir Jens Dam Jacobsen (1912–1970). Sangurin er kendur í upptøku við framúrskarandi listamanninum,  sangaranum og vinmanninum, tí javnaldrandi Ingálvi av Reyni (1920–2005). Teir báðir abbi og Ingálvur vóru føddir um somu tíð, giftust um somu tíð og fóru foldum frá um somu tíð. Upptøkan við sanginum varð gjørd í 1976, tá ið bókin Vaknaður vársins songur við yrkingum eftir Jens Dam Jacobsen varð útgivin. Zacharias Hammer, sáli stóð fyri upptøkunum í Læraraskúlahøllini, og abbi hevði sjálvur klaverundirspælið.

Ingálvur av Reyni sang eisini ‘Mær leingist at síggja staðin’ við lagi eftir abba og orðum eftir Victor Danielsen. Í 1968 kom EP-útgáva á plátufelagnum Hørputónum, har ‘Mær leingist at síggja staðin’ var á. Upptikið var í Sankt Nikolaj Kirke í Keypmannahavn. Abbi var ikki heilt nøgdur við harmoniseringarnar hjá danska organistinum, tí slíkt legði hann sera stóran dent á. Men tað er kortini stuttligt, at sangurin finst í “professionellari” útgávu. Eg havi sjálvur eina instrumentala tulking av hesum vakra og sorgblíða lagi á plátuni hjá mær, On High frá 2013.

Abbi var somuleiðis virkin í sangi og kórsangi í Ebenezer í ein mansaldur, og hann stjórnaði eisini kórinum eina tíð og hevði mangan klaverundirspælið. Jens Guttesen og abbi vóru báðir leiðarar í Ebenezerkórinum, og Jens Guttesen stjórnaði kórinum, til sonurin Jens Christian tók við. Omma var mest virkin sum sangarinna, men hon gjørdi millum annað tvey løg, ið hava verið at hoyrt í útvarpi og á útgávum. Tey eru ‘Eg elski tær bløðandi hendur’ til orð hjá Peturi Háberg og ‘Ei eg gloymi teg, Viðareiði’ til orð hjá Martini Joensen. Eftir at útvarpið varð sett á stovn í 1957, heitti Niels Juel Arge, útvarpsstjóri, á Ingálv av Reyni um at taka sangir upp at senda í útvarpinum. Ingálvur av Reyni og omma sungu saman á stakplátu, ið Hørputónar gav út í 1958. Abbi hevði undirspælið á hesi útgávuni.

Abbi var á mangan hátt ein sera abbaligur abbi, ikki minst uppá tann mátan, at hann ofta fortaldi tær somu søgurnar umaftur. So hvørt sum hann eldist var tað sum um, at søgurnar fækkaðu í tali, vóru brýndar og presiseraðar niður í sín kjarna. Ein søga, sum hann fortaldi hundratals ferðir fyri okkum - og eg meini veruliga hundratals ferðir - var um eina hending, sum honum var fyri, tá hann gekk á realskúla í Havn. Hetta var í tí tíðini, tá lærarin var einaráðandi, so tað ráddi um at akta og ganga í takt. Men har var ein lærari, sum fór illa við einum drongi. Drongurin var javnt og samt happaður, og tað var óreint. Ein dagin var ovboðið, abbi fór upp læraran, tók í økslina á honum og segði “nú er nokk!” Lærarin gjørdist í øðini og klagaði abba til leiðsluna. Abbi var sendur inn á skrivstovuna hjá skúlastjóranum, og fekk tey tungu boðini at hann mátti tíverri koyrast úr skúlanum. Ein hørð lagna hjá einum ungum havnadrongi í tríatiárunum.

Stutt eftir hetta hendi tó tað ótrúliga, at allir dreingirnir í flokkinum tóku seg saman og fóru inn til skúlastjóran. Har góvu teir tey boð, at “um Knút verður koyrdur úr skúlanum, so fara vit allir úr skúlanum.” Hetta bar sjálvsagt ikki til, og abbi slapp at halda fram. Hann segði so ofta frá hesi hendingini, at hon má hava heilt serstakan týdning fyri hann. Jú meira eg hugsi um tað, jú meira sannførur verið eg um, at hetta var ein miðsavnandi hending í hansara lívi. Ein hending, sum gjørdi av hvør maður hann var, og hvør hann fór at vera víðari á síni lívsleið. Og so er hetta eisini ein søga um solidaritet - samhald. At saman standa vit sterkari. Sig so ikki tað.

Hvat annað er at siga um abba ein dag sum í dag? Abbi upplivdi nógva sorg í sínum lívi, og tungasta tíðarskeiðið kom tá mamma okkara, einkardóttir hansara, andaðist í 1997. Síðsta tíðarskeiðið hjá abba var hart. Somikið hart, at hann kom ongantíð fyri seg. Hann var ein brotin maður hesi árini. Tað kemst ikki uttanum. Men eg vildi onki av hesum verið fyri uttan, og í langar tíðir var hann ein klettur í okkara lívi, ein fyrimynd. Tað kennist sum at hann var ein sannur risi. Abbi í Havn var jarðaður í november 2005, og vit sakna hann.

Hvussu enn er og ikki, so fari eg at enda við einum Bíbliuversi, tí hetta sømir seg, tá tað er abbi sum er til umrøðu. Hetta er tað Bíbliuversið, sum hann hevur endurtikið oftast fyri sínum abbabørnum - líka frá tí at hann plagdi at fara í sunnudagsskúla við okkum og inntil sínar síðstu dagar. Hetta eru eisini vers, sum hava okkurt heilt sjáldsamt afturljóð uppi við sær í teirri tíð og teirri verð, sum vit liva í, har stúran, ivi og angist tykjast at seta dagsskránna í alt ov nógvum viðurskiftum. Filippibrævið kap. 4, vers 6-7: “Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk! So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.”

Ærað veri minnið um abba.

Comments