Mynd: Sverri Egholm/Portal.fo. |
Heimildarrøðin Vit herja á! er sanniliga eisini søgan um glógvandi eldsálir, sum ditta sær at hugsa og realisera ørar tankar (takk og lov fyri slík menniskju). Hetta við passiónini og kærleikanum eru somuleiðis eyðkenni í føroyskum fótbólti, sum tað er fantastiska stuttligt at vera vitni til. Gamaní eru pengar av álvara á veg inn í fótbóltin her á landi, men varðveitið framum alt passiónina - eisini í komandi tíðum.
Í kvøld gjørdi eg av at fara inneftir við pápa og bróðuri til hálvfinaluna millum Víking og B36. Hugsaði undan dystinum, at óansæð úrslitið, so er hetta kvalitetstíð saman. "Í viðgongd og mótgongd vit eru øll við", sum Víkingasangurin sigur tað so væl. Well, hetta vísti seg at vera ein dagur við viðgongd, og meiri enn tað. Frálíkt at vitna eitt tendrað Víkingalið í dýrdarveðri við Løkin.
Sverri Egholm frá Portal.fo fangaði hesa løtuna, har menn síggja ikki sørt misnøgdir út - óivað við ein brendan málmøguleika - men hóast skræðan er álvarsom, so brúsar gleðin og passiónin innaní!
Eina viku seinni var hendan myndin tikin. Feðgar á Tórsvølli. Takk fyri okkum. Tillukku HB. Framtíðin er kortini ljósablá. #feðgaráferð #steypafinala #víkingur #ljósabláir. Egin mynd. |
Comments
Post a Comment