Á Leirvíkskonsert

Mynd: Eiler Hansen.
Live tónleikaárið 2020 var í stóran mun merkt av avlýsingum, pausum og niðurlæsingum. Onki var sum tað plagar. Kortini vóru undantøk, og nakrar ferðir untist einum at framføra á palli.
 
Eitt hæddarpunkt var, tá vit 1. august spældu uttandurakonsert á krokkettvøllinum í Leirvík við Høgna Lisberg (a.k.a. HOGNI). Ein bindiklubbur í Leirvík tók stig til konsertina, og tað skulu megnar frýrnar hava takk fyri, tí tað var ein stór løta. Eiler Hansen tók hesa myndina frá konsertini.
 
Alexander Gaard gjørdi ljóð, Víkinga legendan Sølvi Vatnhamar og LÍF legendan Petur Sjúrðaberg bygdu pallin, Jón Eliassen legði fyri við fløvandi klavertónum, og aftaná konsertina var felagssangur við Hugo Leo. Hvat meir kann ein ynskja sær, tá ein spælir á heimavølli.
 
Í mong ár hava vit spælt handan fjall á G! Festival, og tað sluppu vit í grundini eisini í ár, men tað heilt serliga var at spæla í heimbygdini, niðri í fjøruni, har eg havi so mong minni. Í baksýni á myndini síggjast Ritafjall og Uppi á Mann. Kæri abbi okkara í Leirvík var røktingarmaður í ein mansaldur og kendi hendan hagan sum sín egna buksulumma.
 
Í bygdini sjálvari er nógv broytt síðani eg var barn, men tað er altíð hugaligt at vitja gamlar gøtur, ikki minst tá vitjanin er av so serstakum slag sum hetta kvøldið. Takk!

 

Comments