Kaffi/hotdogpausa við Streymin anno 2017. Mynd: Konni Kass. |
Fekk
ein part av sendingini frá upplatingini við. Har vóru fleiri langar
talur. Nógv var snakkað, og sjálvur Móses stakkalin, var drigin upp í
teir mongu forhálaðu metaforarnar. Tað skal eg meina. Beit tó merki við
eitt: eftir mongu talurnar sluppu nakrir hornblásarar framat. Teir
skuldu spæla okkurt hjá Hans Jacob Højgaard, og hvat er meira hóskandi
enn tað? Men akk, her kom bara uppaftur meira snakk frá einum
kringvarpsspikara inn yvir - ein sum forferdiliga gjarna vildi leggja
afturat tí nógva sussi, sum longu hevði verið.
Vit
hava jú hvørki tíð til hornmusikk ella langar biltúrar í modernaðu
verðini. Vit hava skund. Tað snýr seg um at koma víðari í ein fart.
Fordjúpa seg? Njóta ein reflekterandi skáa afturvið Højgaard og co.?
Hatta er alt fortíð, eins og Leið 400. Tíð er pengar, vita tit.
P.S.:
listaligu ískoytini hjá Tróndur Patursson og Jens L. Thomsen gleði eg
meg til at uppliva, tá og um stundir (!) vera til tað.
Comments
Post a Comment