Har vóru annars nógvir góðir garasjudagar árini 2020-2022, tá Oceania Records helt til garasjuni í Klokkaragøtu. Ein herlig og hóskandi staðseting, um enn nakað burturfrá downtown Tórshavn, har fólk kunnu finna uppá at hava sín gerandisliga fortovslevnað. Á nýggju staðsetingini í Dr. Jakobsensgøtu mundi ætlanin verða at fáa fleiri fortovsgangarar inn á gólvið, og tað mundi eisini eydnast í ávísan mun, hóast marknaðurin sum skilst er ov lítil til at hava handil av hesum slag á slíkari staðseting.
Tá garasjuútgávan av Oceania lat aftur, náddi eg innum gáttina áðrenn seinastu afturlating. Tað ferðina hugleiddi eg um seinastu plátuna, ið kom við í posan. Nú handilin lat aftur í Dr. Jakobsensgøtu, eisini kend sum handilsgøtan, náddi eg ikki eingongd útsøluna. Tíverri. Vit kunnu bara vóna at Andreas Weihe Madsen ein fagran dag heldur fram við sínum vinylvirksemi í einum øðrum formati.
Fari her at koma við nøkrum reglum um tær pláturnar, ið komu við í posan á míni seinastu regluligu vitjan í Oceania Records í Dr. Jakobsensgøtu. Hetta var fyri nøkrum vikum síðani, og hetta vóru plátur, ið eg hevði bílagt gjøgnum Oceania. Eitt áhugavert er, at á hesi seinastu vitjanini komu tvinnar plátur við í posan, ið eg hevði ætlað mær leingi. Ein hjá Daft Punk, og ein hjá Low.
Daft Punk: Human After All (2005). |
Daft Punk: Human After All (2005)
Tað vóru keðilig boð, tá Daft Punk kunngjørdu at teir vóru upploystir sum bólkur í 2021. Tó var tað ikki heilt óvæntað, tí har vóru tekin í sól og mána um, at bólkurin sang upp á síðsta vers. Ein kann siga somikið sum, at um málið við bólkinum var at lata eina fullkomna plátuskrá eftir seg, so komu teir øgiliga tætt uppá. Afturi í 2010 skrivaði eg soleiðis um tríggjar tær fyrstu pláturnar hjá bólkinum í grein fyri Listinblogg:
Í 2005 kom hin meira ráliga, minimalistiska og ágangandi Human After All, ið einans tók 6 vikur at framleiða. Plátan fekk ikki fekk eins góða móttøku og hinar báðar undanfarnu, men mitt í monotona og skitliga rokanum koma nógvar gyltar løtur undan kavi, og plátan kann næstan skiljast sum ein heimspekilig spurnarrøð; Hvar endar menniskjan, og hvar byrjar maskinan? Hvat er menniskjaligt? Hvat er tað menniskjaliga í tónleiki? Thomas Bangalter segði einaferð at Human After All var ein roynd at finna útav, hvar menniskjaligu kenslurnar halda til í tónleikinum."
Einaferð í tíðini væntaði eg at teir fóru at útgeva eina plátu, ið æt Robots After All. Hinvegin gjørdist júst hetta eitt tema á teirri fjórðu studio plátuni Random Access Memories (2013). Her dyrkaðu teir tað øvugta av Human After All; fjórða plátan gjørdist ein roynd at finna útav hvar maskinu skilvísið heldur til í teirri fullgjørdu menniskjaligu framførsluni. Møtið millum menniskja og maskinu var teirra stóra og eyðkenda konsept; ein eyðsæddur arvur frá Kraftwerk. Daft Punk megnaðu í síni tíð at fáa lív aftur í futuristiska dreymin hjá Kraftwerk, og nú eru teir ikki til longur. Men Human After All var ein ómetaliga spennandi pláta fyri tað - eisini hóast hon so avgjørt er tann minst atkomuliga og minst innbjóðandi av Daft Punk studio plátunum (og jú, har eru eisini soundtracks, liveútgávur, tólvtummastakplátur, savnsútgávur o.a. forkunnugt í teirri savnaðu diskografiini hjá bólkinum, men tað fara vit at gera meira burturúr eina aðru ferð).
Herfyri kom Thomas Bangalter við síni fyrstu soloplátu aftaná Daft Punk, og í samrøðu við BBC sigur hann soleiðis um sín fyrrverandi robottleiklut: "As much as I love this character, the last thing I would want to be, in the world we live in, in 2023, is a robot." Tað menniskjaliga er komið í hásæti í teirri tíð vit liva í, har ChatGPT, vitlíki, talgilding og eftirlit seta grundleggjandi spurdómar á breddan.
Takk, Knút fyri orðini, fyri prát og vitjaninar í handlinum :) eg haldi at okkurt rør seg í øskuni ;)
ReplyDeleteVinarliga, Andreas