Tey deyðu fáa ikki vart seg

Petur W. Háberg (1914-1984).
Hanus Kamban gevur ilt av sær í lesarabrævi í Dimmalætting síðsta fríggjadag. Hóast eg partvíst eri samdur við hansara kritikki av sitandi stýri her á landi, so eru nøkur átaluverd viðurskifti í lesarabrævinum, sum ikki kunnu standa ósvaraði. Tí hesar reglur.

Um vit skulu fylgja kronologiska kausalitetinum í greinini hjá Kamban, so gjørdi eitt bláoygt ørindi, sum mín tá 23 ára gamli abbabeiggi Petur Háberg yrkti um samtíðar Týskland í næmingablaðnum Vitanum í 1938, sítt til, at 6 milliónir jødar vóru týndir næstu átta árini!

Lat tað vera endurtikið, at tey vóru mong, sum høvdu skeivar og naivar meiningar um føraran og nasismuna í 1930unum. Listin er langur. Longri enn vit ynskja at hugsa okkum. Eftir kríggið vóru umfatandi ræðuleikarnir skjalfestir og almannakunngjørdir. Hetta úrslitaði í eini djúpari og drúgvari mentanarkreppu um allan vesturheimin. Men síðst í 1930árunum var tíðin ein onnur.

Á ungum árum var Petur Háberg (1914-1984) sum so mong onnur hugtikin av teimum politisku rákum, ið vóru uppi í tíðini. Hetta var ein tíð, ið dyrkaði sterkar leiðarar, og Petur taldist millum teirra, ið fylktust um Jóannes bónda. Hann var virkin kjakari og var partur av ymsum felagsskapum her á landi. Petur kendi eitt djúpt og lívlangt órættvísi aftaná ógildaðu Fólkaatkvøðuna í 1946, og her var hann heldur ikki einsamallur.

Sjálvt um hann var politiskt engageraður, hendi kortini tað, at Petur tók eina persónliga avgerð um at fara burturúr politikki og ístaðin halga seg til lívið í samkomuni. Petur var ein kensluborin maður og ofta víðgongdur í sínum meiningum. Hann var í mangari lesarabrævs-orrustu í føroysku bløðunum um trúarspurningar. Hann tók eitt persónligt val millum politikk og trúgv, og hetta gjørdist ein miðsavnandi táttur í hansara lívi. Tað bar ikki til at tæna tveimum harrum. Hann valdi sum kunnugt samkomuna.

Tað hevur gamaní mangan nívt meg, at brøðrasamkoman síðani 1970ini hevur dyrkað vaksandi alliansuna við høgravongin, serliga Fólkaflokkin, men her var Petur í grundini eitt av undantøkunum. Hjá honum var tað antin-ella. Antin fórt tú upp í politikk, ella gjørdist tú virkin partur av samkomulívinum. Bæði bóru ikki til. Persónliga vildi eg ynskt, at fleiri millum yngru ættarliðini í samkomunum tóku við læru frá Peturi og øðrum, sum í síni tíð dugdu at skilja millum politisku og andaligu síðuna av tilveruni.

At Hanus Kamban velur at konstruera Petur Háberg eldra sum hugsjónaðarligan brúgvasmið millum Fólkaflokkin og Brøðrasamkomuna er tí bæði ósatt og ósiðiligt. At hann harumframt roynir at stovnseta henda persónin, ið hevur verið deyður í skjótt fjøruti ár og ikki fær vart seg, sum okkurt slag av nasi-sympatiserandi forfaðiri og felagsnevnara fyri totaliter politisk og religiøs rák í nútíðini, hoyrir ongastaðni heima.

At summi so eisini velja at hálova hesi greinini á Facebook, sigur ikki lítið um hvussu stutt vit eru komin, tá um religiøsa kategorisering ræður (við vón og væntu um at yngra ættarliðið framhaldandi “skítir á hvør er babs ella pins”, sum Teitur syngur í ‘Yngra ættarlið’, Káta Hornið 2007). Tað gevur óivað fína meining at seta Petur Háberg í samband við bæði líkt og ólíkt, um ein til gerandis hugsar um hann og allar aðrar “babtistar” sum verandi ein gráur, einsháttaður og andlitsleysur hópur. Men skal tað hinvegin verða pláss fyri menniskjaligum undantøkum og frábrigdum, ja so krevst øðrvísi og meira nuansera hugsan um hesi tingini.

Ófrávíkiligt er tað í øllum førum, at Petur Háberg kom til eitt persónligt val um at taka seg úr politikki, og hann brúkti restina av ævi síni til virksemi í samkomuni. Petur fekk við tíðini serligan alsk til Ísrael og jødiska fólkið. Í 1968 hevði hann seks fyrilestrar í Ebenezer um Ísraels fólk, ið hann sá sum "Guds útvalda fólk". Fyrilestrarnir vóru seinni útgivnir í bókini “Ísrael - Land lyftisins og vit”. Ein kann halda hvat ein vil um innihaldið í teirri bókini, men tað er eyðsæð ikki í tráð við nakra nasistiska læru.

Um alt tað skeiva og hálovandi, ið var sagt og skrivað av føroyingum um føraran og nasismuna í 1930unum, skal dragast fram í ljósmálan og teknast í beinari linju til hendingar í nútíðini, so enda vit skjótt í berum øðrvitisskapi.

Og um alt tað skeiva og hálovandi, ið aðrir føroyingar í áratíggju bóru fram um kommunismuna og hennara ymsu “leiðarar” - inntil múrurin til endans fall - skal dragast fram í ljósmálan og ákærast eftir samtíðar mátistokki, so verður talan um eina lívlanga og náðileysa verkætlan. Tað vóru júst slíkar, ið vóru drívmegin í totaliteru rørslunum í 20. øld.

Kom víðari.

Comments