Vinylfinningar í Havn

Var mær í vikuni í Oceania Records og fekk hendur á allarsíðsta eintaki av Dehumanizer (1992) hjá Black Sabbath, ið plátubúðin lokkaði við á sínum FB vanga. Tann seinasta essentiella Sabbath LP'in, ið enn ikki var fingin til høldar. Talan er um repress frá í fjør, og handilsmaðurin Andreas Weihe Madsen visti at siga at hon er longu útseld frá forlagnum. Dagur í, so segði hann, viku.

Lag á manni at blaða víðari, og millum tær brúktu stóð Eddie Cochran uppsamlingin Sensational Masters Series (1972). Eitt respektabult plátusavn inniheldur sum minimum eina Cochran plátu. Tað bleiv so henda. Eitt ummæli sigur at hon hevur í so nógvar sangir á, men tað mátti verið ein luksustrupulleiki. Leiðir sjálvandi tankarnar á The Best of Buddy Holly, ið eg havi standandi frammanundan. Tvær legendur, ið doyðu blaðungir, annar 22 ára gamal í flogvanlukku, hin 21 ára gamal í bilvanlukku.

Eitt annað slag av uppsamling er The Immaculate Collection (1990) hjá Madonnu. Ein útgáva, sum ein diskari sagtans kann virðismeta. Eitt rættiliga "killer, no filler" og remiksað úrval av 80ára singlum hjá frúnnið Ciccone, og eitt regulert who's who, sum hevði fingrar við í tí dansigólvsstílaða spælinum.
 
Og so er tað The Inner Mounting Flame (1971), debutplátan hjá The Mahavishnu Orchestra with John McLaughlin. Tíð uppá. John McLaughlin er í tí serstøðu, at ein sangur á Miles Davis stórverkinum Bitches Brew er uppkallaður eftir honum, og tað er ikki øllum beskorið. Tvørturímóti. 1971 er annars eitt serligt ár (eitt av mongum, ja).
 
Seinni um dagin løgdu vit leiðina oman í Tutl, og har stóð Portrait in Jazz (1960) hjá Bill Evans Trio. Nydelig útgáva. Tað er ein deiligur lættleiki í spælinum hjá Evans, og hann kann illa ákærast fyri vinstrahondsarbeiði (!) Henda plátan hoyrir á ein hátt uppí søguna um jassárið 1959, tí hon var innspæld 28. desember tað árið, men kom út árið eftir. Tað vil so vera.
 
1959, 1971, 1972, 1990, 1992. Heilt ok.

Comments