Á vinylveiðu

Um dagarnar eru vit á konsertferð í Danmark við Konni Kass, Jasmin og Stephanie Meincke. Í gjár var frídagur her í Kongens, og tá var lag á monnum at íðka eitt sindur av heftigari cratedigging. Leiðin gekk inn á Gl. Kongevej, har fleiri góðar plátubiksir eru í nánd. Tímarnir flugu avstað í Sound Station og Goldmine Records.
Sound Station er altíð eitt gott mið ("pengeslugeren", sum limirnir í Kashmir kalla staðið í síni autograferaðu plátuheilsan, ið hongur á vegginum). Og Goldmine livdi sum so mangan áður upp til heitið: hóast óruddiligt og proppað, so finnir tú altíð okkurt gull, um tú tímir at leita. Deiligt. 
Egin mynd.
 
Mynd: Bergur Fonsdal Johannesen.

Comments