Í hovi skarlakkkongsins

In The Court of The Crimson King hjá King Crimson var útgivin 10.10 1969, og hevði sostatt 52 ára føðingardag í gjár. Stórsligin, psykedelisk, lyrisk, droymandi og progressiv (duh) uppá ein máta, sum ongin ordiliga hevur gjørt henni eftir. Ein av ultimativu Mellotron plátunum, og Ian McDonald er ein hetja í so máta. Ognaði mær hesa og Red (1974) á LP á Danmarksferð herfyri. Higartil mínar yndis Crimsonplátur, og McDonald er við á báðum (sum saksofonleikari á tí seinnu). Men ITCOTCK er altso í eini flokking fyri seg. #hipphipphurrá #føðingardaguríhoviskarlakkkongsins

Comments