Tað eru 50 ár liðin síðani 1971, og tí havi eg sett henda listan saman við 50 teimum bestu plátunum frá hesum árinum. Hetta er eisini ein niðurteljing til mín "Ársins plátur 2021", ið kemur við árslok.
Ongin listi er definitivur, men listar eru ofta góðir og kunnu hjálpa okkum at skilja og flokka tað, sum annars tykist fløkjasligt. Listar eru eisini ein motivatión til at lurta, síggja, lesa, skriva, meta um og endurtaka. Taka støðu.
Tað finnast bæði bøkur og heimildarfilmar, ið vilja vera við at 1971 var nakað heilt serstakt, ja kanska hitt besta tónleikaárið nakrantíð. Eg skal ikki her taka dagar ímillum hvat hitt besta tónleikaárið er, men at gera ein lista kann altíð hjálpa uppá perspektivið.
Stevnumið: ein listi við hálvtrýss plátuviðmælum frá 1971 nú hálvtrýss ár eru liðin síðani hetta hendingaríka tónleikaárið. Úrslit: ein innlitsrík venjing, har roynt var at gera listan ymisligan í mun til sjangru og umboðan, standa ímóti onkrum ráðandi narrativum og hava javnvág millum tað kritiskt viðurkenda, tað vælumtókta og tað sentimentala. Hetta vóru tær, sum sluppu uppí part.
It's been fifty years since 1971 and I've put together this list of the fifty greatest albums from said year. No list is definitive, but lists are often great and can help us
understand and categorize that which seems complex or overwhelming.
Lists are also a motivation to listen, watch, read, write, consider and
repeat. To take a stand.
The Objective: a list of fifty
album recommendations from 1971 to mark the 50th anniversary of this seminal year in music. The
Result: an insightful exercise where I attempted to diversify in terms
of genre and representation, oppose some dominant narratives, and
balance between the critically acclaimed, the popular and the
sentimental. These were the ones that made the cut.
50 tær bestu frá 1971
Comments
Post a Comment