Intertekstualitetur millum jól og nýggjár

"Tað er eitt kamfertræ" siga undirtekstirnir okkum. Stakmynd úr My Neighbour Totoro ((Hayao Miyazaki/Studio Ghibli, 1988)
Sat og hugdi eftir Granni mín Totoro (Hayao Miyazaki/Studio Ghibli, 1988) saman við soninum. Hvørki fyrstu ella síðstu ferð at vit gera tað, men hesuferð varnaðist eg at stóra træið, ið hevur eina lyklastøðu í søgugongdini og vísir seg at vera eitt heilagt træ, altso er eitt kamfertræ. Tankarnir leitaðu sær til gamla langtandi sjómannin í sjómansvísuni 'Ein gomul kista av kamfertræ' við orðum eftir Hans Andrias Djurhuus og lagi eftir Regin Dahl. 

Kamfertrø vaksa sum skilst víða hvar í fjareystri, men tað er serliga slagið Cinnamomum camphora, ið gongur undir heitinum kamfertræ. Í Japan hava hesi kamfertrø verið nýtt til eitt nú heilivág, roykleyst krút, kryddarí og til at byggja og smíða við. Tí er ikki óhugsandi, at kistur hava verið smíðaðar úr kamfer, og at onkur sjómaður hevur tikið eina kistu við sær hendavegin. Men summi kamfertrø fáa støðu sum heilagi trø, m.a. í Shinto átrúnaði í Japan. Eitt heilagt træ eitur "shinboku", og tað skal ikki órógvast ella dálkast. Tað finnast heilagi kamfertrø, sum eru 1500, 2000 og 3000 ára gomul. Sig so ikki tað. 
"Trø og fólk plagdu at vera góðir vinir", greiðir pápum døtrunum frá.

Ghibli filmar sum hesin lýsa heimin á undurfullan og vakran hátt, vit vildu nokk kalla tað "magisk realisma". Ein glógvandi heimur, har tað ber til at ferðast hampiliga frítt millum gand og gerandislív, enntá uttan at býta alt og øll kategoriskt upp í "góð" ella "ónd". Lítríkt heldur enn svart/hvítt. 
 
Filmurin um Totoro verður sagdur úr barnsins sjónarhorni og lýsir barnsins verð, meðan vísan hjá Djurhuus og Dahl verður søgd úr sjónarhorninum hjá gamla manninum. Í báðum førum við kamfertrænum sum snúningsási, og í báðum førum munnu tey kenna “sjáldsaman anga av kamfertræ”.
Ein gomul kista av kamfertræ ('Hin gamla krambúðin')
(Hans Andrias Djurhuus/Regin Dahl)

Ein gomul kista av kamfertræ,
ið minnir um Hongkong og Kina,
og bambusleggir í longum rað,
tann kistan kann longsulin linna.
Fólk fara út og fólk koma inn,
fólk sum keypa og selja,
hann stendur við skivuna hond undir kinn
og letur tey vraka og velja.

Hann setist á kistu av kamfertræ
og minnist á sigling um Hornið.
Teir komu úr Shanghai og rundaðu tað
snimma á jóladagsmorgni.
Seglini dúkaðu, hallandi rann
"Maria av Hamburg" um aldu;
"Maria" átti ein stýrimann,
sum teir frammi á bakkanum valdu.

Sólin skínur á tekjustrá
og turkar døggina burtur,
anga í krambúð av og á,
kanel og indiaurtir.
Vágin er øll so sløtt sum spegl,
friður er úti og inni.
Hann situr og seymar bátasegl
og livir í hálvgloymdum minni.
 
Gongin lýsir í morgunsól,
tað skróvar í tómum tunnum,
niðri á Sandi er barnagól
og kvaggan av sutlandi dunnum.
Nú gloppar hann hurðina, stendur so
og hyggur í havsbrúgv suður;
havið er havið, og havið ber boð,
um enn er í manninum dugur.

Sjáldsaman anga av kamfertræ,
rosinum og finskari tjøru
haldi eg vera enn dagin í dag;
tó nú gongur eingin í fjøru.
Nýggj tíð er komin og bryggjusporð':
tó tað, ið er farið, tað andar
sum aldudráttur um tjørað borð,
meðan farið vaggar og dandar.

Comments