Enjoy The Silence

Á konsert hjá Depeche Mode í Malmö Arena 9. desember 2013. Egin mynd.

Okkum untist at síggja Depeche Mode í Malmö 9. desember í 2013. Henda upptøkan er frá síðst í november sama ár, live úr Berlin gamaní, men sami bólkur, somu visuals, sami vælleikandi Martin L. Gore, sami sera vælupplagdi Dave Gahan í front og sami diskreti Andy Fletcher, sáli, handan tangentarnar til høgru á pallinum. So seint sum í februar endurtók eg skemtið um, at "ongin veit hvat hann ger" í DM. Hetta var í Plátupanelinum í Leitisstein, tá árið 1997 var til umrøðu, og tí valdi eg 'It's No Good' av plátuni Ultra. Tað kann gott vera at ongin visti hvat Andy Fletcher gjørdi, ja kanska tjekkaði hann onkuntíð emails á konsertunum, men hann var partur av einum ótrúliga góðum bólki, sum vit sluppu at uppliva. Her er tað monsturhittið 'Enjoy The Silence' av hini fenomenalu Violator (1990), tá el-gittarar veruliga gjørdu sína innrás. Billi mær inn, at teir vóru líka tendraðir í Malmö, men altso, hetta er live í Berlin, og tann býurin hevur óivað sína heilt serligu støðu í søguni hjá Depeche Mode, eins og hann hevur tað hjá so nógvum góðum bólkum og artistum. Fletcher er í sólbrillum innandura, tað dámar okkum. Ikki minst tá man spælir so stórbært gotiskan og romantiskan tónleik, tá sømir tað seg. Takk fyri tónleikin, Andy Fletcher og co. 

Enjoy the silence 🖤

Comments