Høgna havi eg kent í umleið tríggjar fjórðingar av mínum lívi. Vit hittust á spæliplássinum Úti á Sýn í Leirvík, og tað fyrsta sum eg legði merki til var hansara humor. Løgin og stuttligur út yvir tað vanliga.
Seinni komu vit at brúka nógvar tímar í kjallaranum hjá foreldrunum hjá Høgna, har vit jammaðu og vandu og fingust við tónleik í tað óendaliga. Mangt rendið gjørdu vit í plátusavnið hjá Sørin, og her hoyrdi eg fyri fyrstu ferð sovorið sum Black Sabbath, Jethro Tull og Tracy Chapman. Høgni koyrdi frá, og hann skrúvaði eisini hart frá. Tá hann vísti einum okkurt, so var tað ikki fyri stuttleikar. Hetta var ein virkin tíð, har vit skrivaðu sangir, stovnaðu bólkar og upploystu teir aftur eftir fáum mánaðum.
Listaligu og tilveruligu rembingarnar vóru byrjaðar at gera um seg, og ein nýggj dimensjón legðist afturat tí heila, tá Tónleikasamtakið Grót fór undir at skipa fyri konsertum í Losjuni í Gøtu á heysti í 1998. Tá breiðkaðist sjónarringurin í heilum, og komandi árini kókaði tað. List og tónleikur, fullveldi og áræði. Hugsjónir og skapan alt í einum merkiliga tølandi peruvellingi, har Føroyar pendlaðu lystiliga millum Prix og Free.
Høgni gjørdist trummuleikari í Clickhaze og tey vunnu Prix Føroyar í 2001. Árið eftir gjørdist eg tangentleikari í bólkinum Gestir, og vit vunnu Prix Føroyar 2003. Tá segði Høgni við meg, “ná, nú hevur tú innheintað meg”, og so flentu vit eftir tí. Í 2003 gav Høgni sína fyrstu soloplátu út (árið eftir innheintaði eg hann eisini á tí økinum), og tað var eisini um tað mundi, at eg fyrstu ferð upplivdi Jan Rúna á trummunum á konsert í Losjuni, har hann sera sannførandi spældi System of A Down tøkuløg saman við vinmonnum innan úr Fuglafirði og har um leiðir. Minnist ikki hvussu teir itu, men minnist at hesin ungi fýrurin rættaði uppá brillurnar millum trummurullurnar uttan at missa hvørki stev ella stikkarar. Tað helt eg var ekstremt kul. Og hann er eisini ekstremt kul, útbúgvin av kongakons og alt.
Tað eru longu eini 10 ár síðani, at vit tríggir byrjaðu at spæla saman sum HOGNI, tó at manningin onkuntíð hevur verið væl størri. Trio formatið er mikið stuttligt og spennandi at fáast við, og her verður ongin skúling í power trio tónleikasøgu á hesum sinni, tí hetta er longu við at gerast ríkiliga langt.
Tað stutta av tí langa er, at vit spæla konsert við Høgna í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld kl. 20.00. Kom!
Comments
Post a Comment