Ummæli stóð upprunaliga í Dimmalætting 14. apríl 2022 kl. 15.00.
Myndir: stills from a film by Rammatik.
Tað kemur sníkjandi móti tær sum ein hvirla av opnum havi. Spøkilsiskent, sjóðandi dissonant og glinsandi metalliskt. So hvørt rísa drynjandi klagutónar úr sjóðinum, og so er hon har brádliga; ekspressiva røddin hjá Onnu Katrin Øssursdóttir Egilstrøð, ið syngur “I drink my eyes full/ Drink my eyes full of ocean/ Black rocks/ A vibrant landscape”. Hon leggur mál og persona til Beintu, ið stendur við avgrundina í oydna landslagnum og starir út á opið hav.
Soleiðis byrjar BEINTA - A Symphonic Song Cycle, ið Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð og Allan Gravgaard Madsen hava tónsett. Verkið varð frumframført á Spot Festivalinum í Aarhus í 2016, tá Aarhus Unge Tonekunstnere bíløgdu tað frá teimum báðum Egilstrøð og Madsen. Nýggja heimsfruminnspælingin er nýliga útgivin á Dacapo Records, ið er fremsta danska plátufelag fyri klassiska og nýggja tónsetingarlist. Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð syngur, Aarhus Symfoniorkester leikar og týski Andreas Delfs stjórnar. Vit eru sostatt stødd í klassiska konsertsalinum, tó at verkið sjálvt leitar sær langt út um siðbundnu karmarnar.
Nordic Music DaysÍ august 2021 varð BEINTA á fyrsta sinni framført her heima á klettunum. Hetta var til Nordic Music Days, ið vóru hildnir á fyrsta sinni í Føroyum síðani stovnanina í 1888. Egilstrøð framførdi saman við Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum. Eitt sjáldsamt høvi at uppliva nýskrivaðan og nýhugsandi orkesturtónleik í Føroyum - enntá frá einum nýliga útbúnum kvinnuligum føroyskum tónaskaldi. Slíkt er rárur fuglur her á landi, og undirritaði var tíverri burturstaddur ta ferðina. Vóni tó at sleppa at uppliva hetta verkið á konsert, tí tað er framúr hugtakandi at leggja oyru til. BEINTA er smidliga staðsett í einum post-sjangruligum marknalandi, har tvørlistalig samstørv ganga upp í eina hægri eind, og tað ger tað mikið spennandi at fáast við.
Hvat er ein sangsýklus?
Har
eru kortini eisini meira basalir spurningar at svara. Hvat er ein
symfonisk sangsýklus t.d. fyri nakað? Hetta hongur helst saman við
spurninginum um, hvør skal lesa hetta ummælið. Er tað ætlað teimum, ið
hava upparbeitt sær ein “habitus” innan klassiska konsertheimin og tí
skilja koturnar í modernaðari tónsetingarlist? Ella er teksturin ætlaður
almenninginum? Vónandi eitt sindur av báðum, og eitt vet av samanhangi
er altíð hjálpsamt: ein sangsýklus ella -kringla merkir, at talan er um
eitt savn av sangum, ið onkursvegna hongur saman tematiskt ella
innihaldsliga. Sangirnir kunnu verða skrivaðir fyri solo rødd ella kór,
og tað er sera ymiskt hvussu nógvir sangir eru í eini slíkari sýklus.
Ofta er tað teksturin, ið er við til at skapa samanhangin. Eitt einstakt
skald, ein søgugongd, tema, evni ella sameinandi kensla er tað, ið
veitir sangunum teirra høpi. Tað kunnu eisini verða tónlistalig
viðurskifti, ið skapa samanhangin við afturvendandi motivum, brotum og
formligum bygnaðum. At talan er um eina symfoniska sangsýklus merkir, at
vit í hesum føri hoyra eitt symfoniorkestur framføra saman við einum
sangara.
Sagnarmikil femme fatale
Í væl frágingna bóklinginum til fløguna fæst at vita, at verkið BEINTA er føtt úr ómøguligu paradoksunum í menniskjans muru og heintar íblástur úr søguni um Beintu - hina sagnarmiklu femme fatale,
ið livdi í Føroyum í 18. øld. Hetta er ein figurur, ið er fullur av
mótsetningum; eins ótamd og ríggin og villa náttúran rundanum hana á
avbyrgda prestagarðinum á Viðareiði, har hon livdi part av ævini og
sigst at ganga aftur. Hon æt Beinta Broberg, men vit kenna hana úr
søgnum og søgum sum kellingin Illa Beinta. Skaldsøgan Barbara hjá Jørgen Frantz-Jakobsen (1939) og filmurin av sama navni hjá Niels Malmros (1997) heinta sínar frásagnir úr sama tilfari.
Ein greið styrki við verkinum BEINTA
hjá Egilstrøð og Madsen er, at tey ikki hava kastað seg yvir eina tunga
biografiska og dramaturgiska lýsing av Beintu, men heldur nýta henda
figurin sum yvirskipaðan skaldsligan og tónsetingarligan íblástur. Tá
verður Beinta heldur ímynd av onkrum meira úrtøkiligum og tíðarleysum,
og hetta gevur verkinum ein tematiskan lættleika, har pláss er fyri
tulking og stórum listaligum spenni.
Íblásturin til at brúka søgnina um Beintu var annars bæði ítøkiligur og staðbundin. Eftir at hava gjørt sær drúgvar og áralangar royndir á tónlistaferð úti í verð, gjørdi Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð av at koma aftur til Føroya at vera í eina tíð. Ein vinkona úr barndómsárunum, ið nú varð innsett sum prestur, bjóðaði henni at gista á prestagarðinum á Viðareiði, ið sum kunnugt er norðasta bygd í landinum. Hetta eru júst tey húsini, har áðurnevnda Beinta skal hava vent øllum upp og niður, og Egilstrøð slapp enntá at búgva í kamarinum, ið sigst at hava verið kamarið hjá Beintu. Talan er um eini gomul hús við nógvum loyndarfullum ljóðum, og viðhvørt gjørdist húsið loyndarfullari enn veðrið. “Kanska spøkti hon meg”, sum Egilstrøð tekur til í bóklinginum.
Kynsligar stereotýpur
Meðan
hon búði á prestagarðinum upplivdi Egilstrøð eina sterka kenslu av
avbyrging. Hon kendi til søgurnar um Beintu, men hon heldur samstundis
fyri, at har er ongin einstøk sonn søga um tað, sum hendi. Beintu lýsir
hon sum eina viljasterka kvinnu, ið ikki lat seg upp í hendurnar á tí
konservativa átrúnaðarliga samfelagnum, sum hon livdi í. Egilstrøð
metir, at hetta samfelagið ikki vildi vita av hennara uppreistrarsinnaða
anda, og tí spilti hennara eftirmæli, har hon varð lýst sum eitt slag
av falnari kvinnu.
Undir avbyrgda uppihaldinum á prestagarðinum birtist hugskotið til verkið BEINTA,
har hugmyndin um ein kropp og eitt sinn á ferð gjøgnum tíð og rúmd er
afturvendandi. Hugskotið varð ment í samrøðum við starvsfelagan og
vinmannin Allan Gravgaard Madsen, ið Egilstrøð kendi gjøgnum lesnaðin á
konservatoriinum í Aarhus. Tey bæði høvdu leingi ætlað at samstarva, og í
Beintu funnu tey sítt evni at skapa tónlistina burturúr. Sjálvur heldur
Madsen fyri, at tey vórðu drigin at myrkrinum og dapurleikanum í
søguni, ið tó sum frá leið gjørdist til eitt meira víðfevnandi
tónlistaverk við fleiri løgum - bæði so og so.
Tætt samstarv
Ein
stereotýp vanahugsan vildi verið at sagt, at tey bæði Egilstrøð og
Madsen munnu hava býtt leiklutirnar soleiðis, at hon sang og hann
tónsetti. Hetta samstarvið er tó nógv tættari og meira samansett enn so.
Bæði eru tónsetarar (komponistar) og hava skrivað partiturið saman. Ilt
er tí hjá lurtaranum at siga júst hvør hevur gjørt hvat. Henda
kollaborativa tónseting brýtur frá teirri siðbundnu tilgongdini í
klassisku tónsetingarlistini, har tað í allar flestu førum vóru hvítir,
vesturlendskir (sum oftast steindeyðir) menn, sum einsamallir løgdu navn
til og vórðu kanoniseraðir sum serliga týðandi tónaskøld. Her er okkurt
annað uppá spæl, og óvanliga samstarvið verður eisini marknaðarført sum
eitt slíkt av plátufelagnum Dacapo og publishing forlagnum Edition·S.
Gjøgnumarbeidd orkestrering
Tónleikaliga
er talan um eitt verk, sum hegnisliga setir tingini saman á sín egna
hátt - uttan atlit til siðvenju og hvat ein “eigur” at gera. Eitt
symfoniorkestur spælir gamaní undir, og tað skapar nakrar ávísar
hugbindingar, men í aðrar mátar flytir tónleikurin seg lættliga millum
heimar - tað verið seg inn í partiturtónleik, populertónleik,
sangskriving og okkurt heilt fjórða. Mær tykir, at ein greiður íblástur
úr elektronisku verðini, við tess materiellu ljóðfatan og nágreiniligu
ljóðviðgerð, eisini hevur sníkt seg inn í hesa verkætlanina. Egilstrøð
er útbúgvin sum elektroniskt tónaskald, og tað elektroniska er
integreraður partur av modernaðu tónsetingarlistini, hvørt tað so verður
nýtt ítøkiliga ella í fluttari merking.
Hesir ymsu heimar smelta saman í
hondunum á Egilstrøð og Madsen, og sjálvt symfoniorkestrið upplivist
eisini sum leir í teirra hondum. Talan er um eina livandi og leikandi
instrumentering, ið eisini rúmar intensum dapurleika, tá tað er brúk
fyri tí. Symfoniorkestrið úr Aarhus spælir sum ein dreymur, og í
bóklinginum fæst meira at vita um skapanargongdina. Her frættist m.a. at
tey bæði Egilstrøð og Madsen høvdu workshops við ymsu sektiónunum í
orkestrinum, har tey fyrireikaðu einstøku tættirnar í verkinum saman við
tónleikarunum. Hetta hevur heilt týðiliga loyst seg.
Integrerað sangsýklus
Sjey
sangir mynda hesa sangsýklus, og afturat sangunum eru fimm intermezzo,
ið byggja brýr millum seks teir fyrstu sangirnar. Alt upplivist sum
verandi integrerað, organiskt og partur av eini heild. Tað er
sannførandi havandi í huga hvussu nógv ymisk element eru við. Í
høvuðsheitum ber til at tosa um teir meira sveimandi sangirnar, og so
teir meira ágangandi sangirnar. Teir sveimandi eru innbjóðandi og
lagvakrir, og teir ágangandi hava ein ófrættakendan dám. Ein sparin
nýtsla av øllum er gjøgnumgangandi, hóast komið verður víða um, og teir
sjey sangirnir/satsirnir eru tilsamans beint undir 39 minuttir til
longdar. Tað er ein hóskandi longd, ið letur lurtaran ynskja sær meira.
Hetta sigst eisini at verða ein góð tummilfingraregla; “leave them
wanting more”. Longdin passar forrestin eisini perfekt til eina vinyl
LP, sum eg vóni at hetta verkið verður útgivið á.
Stigvís menning
Lykilin
til at skilja hví verkið hongur so væl saman, er tann líðandi gongdin,
sum allatíðina fer fram. Í byrjunarsanginum ‘A Vibrant Landscape’ førka
vit okkum t.d. frá likamsleysu og spøkilsiskent upploystu byrjanini yvir
í drynjandi mikrotónar og glíðandi glissandi, ið so hvørt gerast til
fullfermdan kromatikk og alsamt greiðari harmoniskar samanhangir. Tætta
ljóðmyndin verður útbygd so hvørt, og móti endanum er eitt dramatiskt
niðurfarandi glissando, ið úrslitar í einum djúpum droni. Tað gongur upp
fyri einum, at her er talan um sangir. Tonalt funderaðar sangir, hóast
byrjanin var abstrakt. Tekstirnar eigur Egilstrøð, sum eisini syngur
teir, og teir eru sum brotmyndir úr sálardýpi høvuðspersónsins, t.e.
Beinta, har tað summastaðni verður skift millum enskt og føroyskt. At
Viðareiði eisini hevur sett skaldsligan dám á verkið sæst longu í fyrstu
reglu í ‘A Vibrant Landscape’. Byrjunarreglan “I drink my eyes full of
ocean” er ein heilsan til minimalistisku yrkingina hjá
Viðareiðisskaldinum Christian Matras: “Drekki mær eyguni full/av havi/í
morgun/Og livi” (Úr sjón og úr minni, 1978). Fantastiskt.
Hugasambond
Triði
sangur ‘Tempted’ hevur nærum jassutan dám í støðum við perkussivum
drive og frekum blásarum. Ein púra óvæntað stórbýarlig vend í hesum
annars so útjaðarliga heimi, ið mín sann eisini passar væl inn í
heildina. Tekstliga er hetta opinskáraður erotikkur, har kynsliga
tráðanin setir dagsskránna. Tað hóskar seg ótrúliga væl til huglagið. So
havi eg hvørki sagt ov nógv, ella ov lítið.
Í ‘Tempted’ fái eg
eisini hug at senda íslendsku Björk ein tanka, tí henni sleppur ein ikki
undan í hesum tónlistaliga høpi. M.a. tí at røddirnar hjá teimum báðum
Onnu Katrin og Björk hava okkurt í felag. Um eg skal loyva mær at gita
hvat tað er, so meti eg at tað er tí at tær báðar hava varðveitt sín
egna klang frá ungum árum, hóast tær eisini hvør sær hava drúgvar
professionellar royndir. Tónsetingarliga eru eisini einstakir
felagsnevnarar við áðurnevndu Björk, sum somuleiðis ferðast ómakaleyst í
spenninum millum tónsetingarlist og populertónleik.
Ein onnur
viðkomandi sangarinna og útgáva er bretska Beth Gibbons úr bólkinum
Portishead. Í 2019 debuteraði hon sum konsertsangarinna á plátu, har hon
tulkaði Symphony of Sorrowful Songs hjá pólska tónaskaldinum
Henryk Gorécki. Vanliga eru tað operasangarar, ið framføra hetta
undurvakra verkið, men tá Gibbons syngur fær tað ein heilt annan og
persónligan dám. Sama er við Egilstrøð, sum dugir at sameina teknikk og
persónsmensku í síni rødd.
Møguligir evergreens
Onkrir
av symfonisku sangunum hjá Egilstrøð og Madsen kunnu eisini lættliga
fungera sum desideraðir poppsangir, ella í øllum førum sum evergreens av
onkrum slag, t.d. áðurnevndi ‘Tempted’ og vakra balladan ‘Moon’, har
Egilstrøð skiftir millum at syngja á enskum og føroyskum. Ein føgur
ballada til hitt loyndarfulla himmallikamið, sum í óminniligar tíðir
hevur havt sína ávirkan á menniskjans ringrás.
Fimti sangur ‘Óró’ er á føroyskum allur sum hann er, og musikalskt livir lagið væl og virðiliga upp til heitið. Ein mikrotonalur dámur er yvir strúkarunum, og síðani tekur eitt buldrandi insisterandi klaver yvir. Sum heild er ein ein skelvandi óró er yvir hesum og øðrum sangum á plátuni, sum í støðum leiðir tankarnar til filmstónleikin hjá bretska tónaskaldinum Mica Levi til filmar sum Under The Skin (2014) og Jackie (2016), umframt Scott Walker o.a. avantgarde íblástan populertónleik. Framúr.
Rámandi myndirRámandi visuella dimensiónin til verkið er skapt av duoini RAMMATIK, ið telur tær báðar Rannva Káradóttir og Marionnu Mørkøre. Tær hava gjørt ein s/h film, ið verður sýndur afturvið framførslum av verkinum, og stillmyndir úr filminum hóska seg eisini væl sum myndatilfar afturvið tónlistini. Sjálv permumyndin á fløguhúsanum eftir Studio Tobias Røder er tó heldur myrk og minimalistisk, men kanska er kortini ein meining í sjálvum motivinum. Tað kundi líkst eini havsbrúgv, ið dagar undan við sólarris. Ein kann ímynda sær hesa vónsælu sjón, ið møtir Beintu, tá hon stendur har einsamøll við sjóvarmálan, starir út á opið hav og merkir hvirlurnar í andlitinum. Í so máta er ein ávís vón fyri framman, hóast trupla og paradoksala upphavið.
Upploystu mørkini
Tað er
ein frægd at uppliva tílík tónlistafólk sum Egilstrøð og Madsen, ið
ferðast lystiliga tvørturum sjangrumørk og hava gloymt alt um stirvin og
avgomul býti millum “klassiskt” og “rútmiskt”. Eitt annað føroyskt
tónaskald, Teitur Lassen, ger nakað av tí sama, tí hann ferðast eisini
ómakaleyst millum populertónleik og tónsetingarlist. Sum heild er tað
gleðiligt er at síggja, at okkara yngru tónaskøld, tónleikarar og
listafólk í alsamt størri mun halda uppat at hugsa kategoriskt, og
heldur blanda tingini saman sum teimum lystir. Tað er nevniliga teirra,
og okkara, framíhjárættur. Vit liva í eini pluralistiskari tíð - um vit
so kalla hana post-postmodernisma ella metamodernisma, men tað er ein
onnur (og longri) søga.
Í føroyskum høpi er eitt verk sum hetta sum lundi á jólanátt, og tað ganga ár millum at føroysk listafólk avrika á hesum støði. Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð slóðar fyri sum fyrsta konservatoriiútbúna kvinnuliga tónaskald úr Føroyum. Tað er flott. Tey bæði Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð og Allan Gravgaard Madsen leggja væl frá landi við hesum samstarvi og eiga rós uppiborið.
FAKTABOKS - Anna Katrin Øssursdóttir EgilstrøðAnna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð (f. 1981) var í fleiri ár sangari og oddakvinna í folk-electronica bólkinum Valravn, ið túraði í 25 ymiskum londum. Hon hevur nomið útbúgving í elektroniskari tónseting á Det Jyske Musikkonservatorium í Aarhus og tónsett fyri ljómlið sum Århus Sinfonietta, Vocal Group Concert Clemens, Njyd og CRAS, umframt at hon eisini arbeiðir tvørsjangruliga og hevur skrivað tónleik fyri virðislønta ljómliðið Mute Comp. Sum konsertsangarinna hevur Egilstrøð áður m.a. framført Pierrot Lunaire; ein sangsýklus frá 1912, ið Arnold Schönberg tónsetti til yrkingar eftir Giraud/Hartleben. Hetta umframt hevur Egilstrøð eisini framført sangsýklussina Me Quitte hjá Niels Rønholdt. Hesi bæði seinnu verkini framførdi hon saman við navnframa ljómliðnum SCENATET. Í 2021 fekk Egilstrøð trý ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins.
Allan Gravgaard Madsen (f. 1984) hevur nomið útbúgving sum tónaskald á Det Jyske Musikkonservatorium. Hansara verk hava verið framførd av ensemble recherche, Aarhus Symfoniorkester, Duo Åstrand / Salo, DR Symfoniorkestret, JACK Quartet v.fl. Madsen hevur móttikið talent virðisløn úr Léonie Sonning’s Music Fond og úr Carl Nielsen & Anne Marie Carl-Nielsen’s Legat, umframt starvslegatir úr Statens Kunstfond. Madsen arbeiðir eins og Egilstrøð tvørturum sjangrur og er hústónaskald hjá Aarhus Symfoniorkester inntil 2024. Síðani 2018 hevur hann samstarvað við ljóðlistamannin og Ph.D.aran Morten Riis um listaliga gransking innan tøkni og tónleik. Madsen kann í løtuni eisini upplivast í DR sjónvarpssendingum sum “Den Klassiske Musikquiz” og “Operarejsen”.
Comments
Post a Comment