Konseptuelt er tað okkurt við samskifti og skilnaði, og klokkum sum ringja (hvørjum ringja klokkurnar fyri í Klokkaragøtu, tá besti og einasti plátuhandil í eysturbýnum letur aftur? Nei, eg spyrji bara, tó at vit fegnast um snarligu uppafturlatingina í miðbýnum). Á hesi plátuni manglar sjálvandi eitt súrt mogghøvd í Roger Waters, men tað verður ríkiliga kompenserað í aðrar mátar. Waters segði einaferð í eini samrøðu, at hann mátti líkasum eta sín gamla hatt, tá hinir í Pink Floyd turneraðu fyri fullum húsum og góvu væl seljandi plátur út - undir navninum Pink Floyd. Her verða ongir djúpar tallerkar uppfunnir, men sangirnir og ljóðmyndirnar rigga, og tekstirnir eru fínasta slag.
Plátan ber kenslu av farvæl, hon
var í grundini hitt seinasta farvælið hjá post-Waters Pink Floyd, og
konsertferðin í sambandi við útgávuna, var eisini hin seinasta av sínum
slag. Jú, teir møttust allir fýra og spældu til Live 8 í 2005, og ein
instrumental pláta, The Endless River frá 2014, ið var ein heilsan til
Richard Wright, sála. Hon var eisini ok. Men skal man enda eina
diskografi, so er The Division Bell slett ikki tað býttasta at enda við.
Comments
Post a Comment