Nicolina av Kamarinum saman við bólkinum, ið hon myndaði: Tey av Kamarinum. Forsíða til EPina av sama navni frá 1963. |
Ilt er at siga í orðum hvønn týdning hon hevur havt í føroyskum tónleiki eftir Seinna veraldarbardaga. Sum sangari og sangskrivari á odda fyri Teimum av Kamarinum legði hon lunnar undir eitt modernað føroyskt popptónleikaligt idiom, ein listabúna, sum mong hava notið gott av - bæði sangskrivarar, tónleikarar, áhoyrarar og felagssangarar, ikki minst. Tvs. vit øll, og tað eru helst bara Simme og Tey, ið kunnu flokkast í somu kategori. Brigdi heintaði úr fólkatónleiki, úr sálmasangi, úr kontri og schlager og øðrum við. Meistarligt at slíkir, at síggja til so einfaldir, sangir kunnu rúma slíkari dýpd og kenslusemi.
Um kontri t.d. er longsul, og um longsul er (ella var?) grundtreytin í einum fiskivinnusamfelagi, har stórur partur av arbeiðandi fólkinum silgdi úti, so hevur neyvan nakar annar enn Nicolina sett so neyv orð og ljóm á sjálvan longsulin. "Mær leingist, mær leingist at fevna teg". Sangurin er eitt rættiligt konsentrat: eitt vers og eitt niðurlag. Saman siga tey alt tað, sum sigast skal, og meira afturat. Nicolina av Kamarinum hevur í grundini lagt allar teir sangirnar eftir seg, sum hóska seg í eini slíkari sorgarstund sum hesari.
Tað sømir seg at tjóðin syrgir, og tað sømir seg, at innsløg eru at síggja og hoyra og lesa í miðlunum hesar dagarnar. Hennara sangir fara eisini at ljóma í komandi døgum, til veitslulag, til gaman og álvara, í gleði og sorg. Takk fyri, Nicolina av Kamarinum. Beint nú er tað Nicolina syngur í Sandavágs kirkju, ein avbera vøkur sálmapláta, ið ljómar. Henni náddu abbi mín, Knút eldri, og eg at lurta eftir nakrar ferðir, og vit samdust um, at tað var gott. Hvíl í friði
---
Nicolina av Kamarinum, The Grand Old Lady of Faroese Post-WWII Popular Music, has passed at the old age of 84. Her songs and her voice will live on recordings and in our communal singing. May she rest in peace
Nicolina av Kamarinum, The Grand Old Lady of Faroese Post-WWII Popular Music, has passed at the old age of 84. Her songs and her voice will live on recordings and in our communal singing. May she rest in peace
Comments
Post a Comment