|
Bergen. Svartmálmskur dámur við tokutum trøum á fjallasíðuni. Funky byggjarí framvið sjóvarmálanum.
|
(English below) Hesa vikuna eri eg á skeiði hjá
NNME - The Nordic Network for Music Education á
Western Norway University of Applied Sciences í Bergen (tað sum áður æt Høgskulen på Vestlandet). Eg eri við sum námslektari og PhD lesandi í tónleiki frá
Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Tað er sera hugtakandi og íblásandi at práta og netverka við granskarar, undirvísarar og lesandi innan tónleikaútbúgving og -námsfrøði úr norðurlondum og baltisku londunum, umframt aðrastaðnis úr heiminum.
Her eru spennandi fyrilestrar og framløgur á skrá, har sameiningin av gransking og undirvísing er afturvendandi. Støðið er høgt - bæði innihaldsliga og formliga; umframt dygdargóða fakliga innihaldið á skeiðnum, er HVL eisini eitt universitet við frálíkum umstøðum. Tað merkist at tónleikaútbúgving hevur høga raðfesting í nógvum av teimum umboðaðu londunum.
This week I am participating in an intensive course in Bergen arranged by The Nordic Network for Music Education, where I am representing the Faculty of Education,
University of the Faroe Islands as Teaching lecturer and PhD fellow in music education. Meeting and networking with scholars and colleagues from all over the Nordic and Baltic countries and from other parts of the world who are teaching, studying and researching in the field of music education is very inspiring. Interesting keynotes and sessions and stimulating conversations all over. I'm happy to have met professor Helga Rut Guðmundsdóttir and Adam Świtała, PhD student, at Menntakvika, HÍ in Reykjavík only three weeks ago, and thankful for the invitation and opportunity to join NNME here in beautiful Bergen.
|
Musikalskt er Bergen kendur fyri Edvard Grieg. Bókmentaliga slepst illa uttanum Henrik Ibsen.
|
|
Á torginum uttanfyri Kampus Kronstad, har skeiðið gekk fyri seg. Tokan, trøini og fjøllini eru partur av huglagnum í Bergen.
|
|
Trøini og fjallasíðurnar eru ongantíð langt vekk í Bergen. Her útsýni í einum fyrilestrarhøli.
|
|
Hin navnframa og hugtakandi Fantoft Stavkirke var sanniliga vitjanina verd. Ein rættilig heildaruppliving við heystbrúnu trøunum og teimum mongu deyðu bløðunum, ið mestsum fjaldu jørðina.
|
|
Skeiðsluttakaraspjaldur. |
Comments
Post a Comment