Tá træskipini sigla avstað

Sjálvtitlaða debutplátan Crosby, Stills & Nash (1969). F.v. er tað Graham Nash, Stephen Stills og David Crosby.

Hvar skal ein byrja við einum risa sum David Crosby, sála. Tá tú hevur verið við til at stovnað bæði The Byrds og Crosby, Stills & Nash (& Young), so ert tú ikki hvør sum helst.

The Byrds høvdu eitt heilt serstakt sound, sum hevur ljómað afturvendandi gjøgnum 50+ ár av musikksøgu. Ljóðið hjá The Byrds hoyrist aftur í t.d. Big Star, R.E.M., The Smiths og í mongum indie/alternativum bólki. The Byrds dugdu eisini at geva Dylan og Seeger sangum sítt heilt egna sound. Í grundini ljóða sangirnir sum The Byrds sangir, tá The Byrds spæla teir. Tað er imponerandi, og setur alt hetta niðursetandi snakkið um "cover bólkar" innan rock tónleik í perspektiv. 

Við CSN(Y) spenti David Crosby seg út sum sangskrivari, og úrslitini vóru í serflokki. Fyrstu CSN(Y) pláturnar, tann sjálvtitlaða frá '69 og Deja Vu frá 1970, eru varðar frá hasi tíðini. Hetta er tónleikur, sum er sofistikeraður uppá ein jarðbundnan máta. Fólkatónleikur og kontri hitta tríraddaðan sang í eini groovy rock uppseting. Tað fær valla verið betri enn tað sama. Solo plátan hjá Crosby, If Only I Could Remember My Name (1971), er eisini ein klassikari frá sama tíðarskeiði.

Men hvar skulu vit byrja? Kanska er vert at peika á henda tíverri alt ov aktuella sangin, ið David Crosby skrivaði lag til síðst í 60-unum. 'Wooden Ships'. Ein framúrskarandi skering av debutplátuni hjá teimum trimum Crosby, Stills & Nash frá tí Harrans ári 1969 (árið eftir kom Young uppí).

Paul Kantner (úr Jefferson Airplane) og Stephen Stills áttu orðini. Sangurin var skrivaður í hægstu Vietnamkrígstíð, har spenningarnir vóru øgiligir millum Sovjett og USA. Teksturin lýsir eina postapokalyptiska tíð eftir atomkríggj, og snýr seg m.a. um tveir mans, ið hittast tá alt er av:

I can see by your coat, my friend

You’re from the other side
There’s just one thing I got to know
Can you tell me please, who won?


Teksturin svarar ikki hesum spurningi, tí tað finst jú einki svar uppá tann spurningin. Hóast teksturin málar eina apokalyptiska dystopi, er hetta kortini eitt so vakurt og hippie svingandi lag, og mitt í dapurleikanum er okkurt slag av vón at hóma, nevniliga træskipini í heitinum: 

Wooden ships on the water, very free and easy

Træskipini fara avstað í sjónarringinum við teimum yvirlivandi, tá alt er farið. Ein utopisk vón mitt í apokalyptisku dystopiini. Hvat skal ein halda um tað? Seinni kom Neil Young uppí hjá teimum Crosby, Stills, Nash & Young. Í 1986 skrivaði Young sangin ‘Hippie Dream’, har hann staðfesti "The wooden ships/were just a hippie dream”. Kanska eru tað slíkum vit hava brúk fyri nú.

Tað hoyrir við til søguna, at bæði Crosby, Stills, Nash & Young og Jefferson Airplane framførdu henda sangin á Woodstock festivalinum í 1969. Tey droymdu av sonnum hart, so leingi tað vardi.

Crosby, Stills & Nash (1969) er góð at eiga inni sum sum glæsilig gatefold!

 

Comments