Norðurlandahúsið. Mynd: Summartónar. |
Norðurlandahúsið stóð liðugt í 1983 og gjørdist eitt sýmbol uppá eina nýggja tíð í Føroyum, har list og mentan vóru tikin í størri álvara. Tað fyrsta veruliga mentanarhúsið í Føroyum var ein staðfesting av, at list og mentan eru nakað at savnast um og gjalda fyri. At mentan er fjølbroytt og samansett. Og at mentanin eisini skal bjóða okkum av í okkara hugsanum.
Vit eru mong, ið eru takksom fyri, at Norðurlandahúsið hevur havt henda leiklutin øll hesi árini. Eg hugsi við gleði aftur á eitt nú tær mongu góðu tónleikaligu upplivingar, ið eg havi havt í húsinum - bæði sum áhoyrari og sum framførandi. Eg minnist við virðing aftur á gamlar dagar, tá systir mín og eg gingu til konsertir við mammu okkara, ið eisini hjálpti til á summum tiltøkum, m.a. Jass, Fólka og Blues festivalinum. Pápi okkara hevur eisini verið við til at skipa fyri kórstevnu í NLH heilt afturi í mið-80’unum. Eg spældi mínar fyrstu konsertir í NLH í 1990 ella har á leið, tá eg var eini 10 ár. Tað mundi hava okkurt við Musikkskúlan at gera, og takk fyri tað.
Mangar hava konsertirnar verið síðani. Fyrsta sjálvstøðuga konsertin, ið meg minnist at hava verið partur av í mínum vaksna lívi, var tá Norðurlandahúsið fylti 20 ár í 2003. Tá høvdu vit vunnið Prix Føroyar við bólkinum Gestir. Prix Føroyar, ið NLH forrestin hýsti øll árini. Í sambandi við henda 20 ára dagin var ein konsert fyriskipað við okkum í Gestir og nøkrum øðrum bólkum, m.a. navnframa undirgrundsmálmbólkinum Krit, ið hevði sína seinastu konsert nakrantíð hetta kvøldið. Eitt ógloymandi kvøld millum so mong onnur hesi seinastu 20 árini.
Gamaní hevur Norðurlandahúsið fingið ymiskar reaktiónir uppá tey mongu og stak fjølbroyttu tiltøkini, ið húsið hevur hýst. Hetta er eisini partur av søguni um húsið. Tað er neyvan nakað, ið prógvar týdningin av Norðurlandahúsinum, sum tann til tíðir sera ógvusliga retoriska mótstøðan, ið serliga konservativ kristin og fundamentalistar í Føroyum hava sýnt mótvegis Norðurlandahúsinum. Í 70'unum og 80'unum (áðrenn Berlinmúrurin fall) vóru tað sosialistarnir, ið vórðu fíggindi nummar 1 hjá teimum fríkirkjuliga høgrasnaraðu (onkursvegna er “frí” altíð = “hart til høgru”, skilji tann, ið skilja vil).
Í dag eru tað LGBT+ persónar, ið standa fyri skotum. Dømi eru um konservativar kristnar politikarar, ið hava gjørt atkvøðuhál við at leypa á m.a. Norðurlandahúsið í sínum valgreinum. Til løgtingsvalið í 2019 vórðu Norðurlandahúsið og LGBT Føroyar skotskivur, tí at NLH til Pride'ina 27. juli flaggaði við LGBT-flaggi. Norðurlandahúsið, sum flestu dagar flaggar við øllum teimum norðurlendsku fløggunum.
27. juli 2019. Mynd: LGBT Føroyar. |
Tað hoyrir eisini við til søguna, at størsta fríkirkjuliga trúarsamfelagið í Føroyum, brøðrasamkomurnar, hevur andstøðuna sum íbornan part av sínum samleika. Hetta er ikki nakað serføroyskt fyribrigdi; evangeliskur kristindómur í USA hevur eisini altíð havt fyri neyðini at mobilisera seg ímóti uttanhýsisgjørdum fyribrigdum, tey verið seg sosialisma, feminisma, LGBT+ rættindi o.s.fr.
Tær føroysku fríkirkjuligu rørslurnar hava sæð upp til amerikonsku fyrimyndirnar, og enn er gróðrarbotnur fyri retorikkinum. So seint sum um dagarnar eru miðflokkamenn úti við einum álopi á Norðurlandahúsið fyri at fremja "skaðilig tiltøk av flatlondum". Ein desiderað ræðukampanja hevur koyrt í seinastuni ímóti einum leiki hjá LGBT+ leikbólkinum HiLS DiN MOR, við tí úrsliti, at fleiri skúlasýningar sum skilst vórðu avlýstar í evstu løtu. Kristinkonservativur "moralskur panikkur" av tí eftirhondini rættiliga slitna slagnum.
Her hevur Norðurlandahúsið staðið sum drangur í brimi við at insistera uppá at lata upp fyri umheiminum, fyri diversitetinum og fyri tí nýggja. Fyri øllum tí, sum vit føroyingar ofta ikki vilja ella ikki tíma at fyrihalda okkum til í berum reaktivum sjálvdrátti. Ja, í dag leggur húsið og tess virksemi beinleiðis upp til kjak sum bindiliður millum Føroyar og útheimin og tekur m.a. greiða støðu til frama fyri LGBT+ rættindum. Hetta er sanniliga ikki uttan týdning.
Í fjør summar vóru vit granskarar úr fleiri londum við á ráðstevnu á Setrinum, har ein íslendskur granskari hevði framløgu um Norðurlandahúsið í Reykjavík, ið lat upp í 1968. Viðkomandi viðmerkti eitt sindur í spølni, tó í ramasta álvara, at ein av motiverandi hugsanunum handan byggingina av hesum húsinum var “to save us from the Americans!” Íslendska Norðurlandahúsið var m.a. ætlað sum ein mótvekt til tað umfatandi mentanarligu amerikanisering, ið fór fram í landinum tá í tíðini. Tá viðmerkingar vóru úr salinum, segði eg, at føroyska Norðurlandahúsið var reist “to save us from ourselves!” Viðmerkingin innihelt sjálvandi eisini eitt gran av skemti, men var somuleiðis meint í ramasta álvara.
Tað afturlatna og konservativa lyndið í føroyingum hevur sikkurt sínar dygdir (um ein bert leitar eftir teimum nóg leingi), men tað er eisini ræðandi at hugsa um. Erlendur Patursson mundi gera sær sínar tankar hesum viðvíkjandi, og hugskotið um at reisa Norðurlandahúsið í Føroyum var bæði visionert og alneyðugt.
Eg eri glaður fyri, at eg og míni kunnu liva í teimum tollyntu, fjølbroyttu og opnu Føroyum, har vit vilja taka ímóti verðini og verðin ímóti okkum. Einki av hesum kann tó takast fyri givið, og vit mugu øll halda fram við at gera okkara part. Eitt mentanarhús sum Norðurlandahúsið spælir ein so ómetaliga stóran leiklut. Tað hava undanfarnu fjøruti árini prógvað bæði væl og virðiliga.
Fari at enda við at vísa á hesa upptøkuna av 'Brúgvar' hjá Havnarkórinum. Vagn Holmboe tónsetti, Karsten Hoydal yrkti, og sangurin var framførdur til upplatingina av Norðurlandahúsinum fyri fjøruti árum síðani. Heitið er stak hóskandi; vit kunnu við takksemi líta aftur á tær mongu brúgvar, ið eru bygdar millum Føroyar og umheimin, og millum ymsar hugsanir og fatanir hesi síðstu fýra áratíggjuni. Tillukku við teim fjøruti!
Comments
Post a Comment