Fullmánaverkætlanin hjá Peter Gabriel

Progg popp meistarin Peter Gabriel er sjeytitrý ára gamal farin undir eina ikki hissini proggutta verkætlan í 2023: eitt staklag verður útgivið fyri hvønn fullmána so hvørt sum vit nærkast fulllongdar útgávuni I/O, ið verður útgivin seinni í ár. I/O er eitt eyðsæð eitt orðaspæl uppá "input/output", og so sjálvandi Io, ið er triðstørsti mánin hjá gongustjørnini Jupiter. 

I/O verður fyrsta Gabriel studio plátan í 21 ár við nýggum tilfari einans. Vit eru nú komin til sjeynda fullmána og sjeynda lagið; balladuna 'So Much', ið er ein reflektión yvir deyðiligleika. Hvørt lag, ið verður útgivið hevur eitt video essay knýtt at sær, har Gabriel hugleiðir yvir sangin. Eisini er eitt listaverk knýtt at einstøku sangunum, ið myndar plátuhúsan til umrødda sang og har tað somuleiðir verður varpað ljós á myndlistafólkið og verkið. Evnini í sangunum eru eisini mikið proggutt og gjøgnumhugsaði.

Sangskrivingarliga ber ikki til at ákæra Peter Gabriel fyra at enduruppfinna djúpa tallerkin, men tað ber kanska til at tosa um eina ávísa hvessing av einum sangskrivingarhandverki. Hvør einstakur sangur verður útgivin í ávikavist einum "bright side mix" og einum "dark side mix", og so kann lurtarin sjálvur velja - ella lurta eftir báðum miksunum. Teir, sum miksa eru Mark "Spike" Stent og Tchad Blake, og tað eru sovorin nøvn, ið ein kennist við. 

Musikararnir á løgunum eru gamlir kenningar í Gabriel regi: Tony Levin, David Rhodes, Manu Katché, Brian Eno v.fl., og innspælt verður í Real World Studios. Hetta er alt sovorin nøvn, ið ein hevur rent seg í áður á ymsum fløgu- og plátuhúsum, um ein hevur havt minsta áhugan fyri væl gjørdum populertónleiki. Tað trótar heldur ikki við áhugaverdum gestatónleikarum. 

Tað er eitt sindur stuttligt, at onkur tímir at fara í holt við eina gjølla og eitt sindur fløkta verkætlan sum hesa í eini talgildari verð, sum er um at drukna í komprimeraðum skjótleika og ditto yvirflatu. Men Peter Gabriel hevur prógvað sítt og ger hetta nokk mest, tí hann hevur hug til tað.

 

Comments