Dionysiska speglingin

'Gudanna gildi'. Jan van Bijlert (1640).
Listasøguliga er hetta stak áhugavert. Livandi tableu’ið, ið fekk mong upp úr stólinum undir olympisku seremoniini, er helst í størri mun íblást av málninginum "Gudanna gildi" (EN: The Feast of The Gods) hjá Jan van Bijlert (1640) enn “Síðstu kvøldmáltíðini" hjá Leonardo Da Vinci (1498). Sannlíkt er Bijlert málningurin málaður við íblástri frá kvøldmáltíðini hjá Da Vinci. Millum málningarnar báðar finna vit trúbótina, reformatiónina, ið ger málið uppaftur meira áhugavert. Katólsk myndlist fall í ónáðir undir reformatiónini, og nógv listaverk vóru destrueraði. Listafólk funnu sær tí onnur motiv, og tað sæst eisini hjá eitt nú Bijlert, ið hevur valt sær tilfar úr grikskari mytologi. Dionysiska borðhaldið er eitt nógv nýtt motiv frá tíðarskeiðnum. Staðsett á Olympus fjallinum, og tá gevur tilsipingin undir olympisku seremoniini meining.

Í so máta slapp Bijlert undan at fáa skeggið í protestantiska postkassan. Sama kann ikki sigast um fyriskipararnar av OL seremoniini, ið hava kent seg noyddar at umbera fyri bæði eitt og annað yvirfyri konservativum út fleiri trúarstevnum. Tað er eitt sindur margháttligt, at Da Vinci og hansara kvøldmáltíð hevur fingið ónertiligan ikon status millum protestantisk, evangelisk v.fl. trúgvandi. Helst er tað konservativa politiska dagsskráin um “vesturlendsk virðir”, ið vigar tyngri enn teologisk ella listasøgulig kvabbabilsir. Drúgva gongdin í Evropa og vesturheiminum er søgan um kristindóm, men eisini um so ómetaliga nógv annað. Frakland hevur t.d. sínar blóðugu kapitlar í skiftinum til demokrati og talu- og listafrælsi og er ein háborg fyri bæði trúgv og ikki-trúgv. Um ikki annað fekk Bijlert málningurin eitt sindur av uppmerksemi. Eitt 380 ára gamalt dømi um pastisju. Íðan, hvat tá.

Comments