Tá ódnin brestur á

Myndlist: Bruno Mikael Eysturstein. Snið: Uni Árting.
Í dag 12. september útgevi eg nýtt staklag á Plátufelagnum Tutl. ‘Tá ódnin brestur á’ er mín og okkara tulking av Bob Dylan klassikaranum ‘A Hard Rain’s A-Gonna Fall’ (1962), ið Rói Patursson umyrkti í 1978.

Upptøkan av ‘Tá ódnin brestur á’ varð gjørd um sama mundi, sum seinasta plátan hjá mær, Hjartasláttur (Tutl, 2023), ið varð útgivin í november í fjør. Lagið verður nú útgivið sum sjálvstøðugt staklag. Eitt stórfingið lag, ið er yvir 9 minuttir til longdar. 

Bob Dylan er helst mín yndis sangari og sangskrivari. ‘A Hard Rain’s A-Gonna Fall’ varð yrktur undir serligum umstøðum í 1962. Sagt verður, at Dylan skrivaði tekstin undir Kuba kreppuni, tá allur heimurin helt ondini, meðan bíðað varð eftir, at stórveldini USA og Sovjetsamveldið fóru at leypa á hvørt annað. Øll vita, at ongin liviligur vegur er úr slíkum samanbresti. Tað løgna er, at vit nú aftur liva í eini støðu, sum minnir um. Nú sum tá snýr tað seg um at finna liviligar vegir úr teimum kreppunum, sum plága okkara tíð. 

Eg havi verið hugtikin av umyrkingini hjá Róa Patursson, síðani eg upplivdi hana fyrstu ferð. Rói Patursson skrivaði umyrkingina til minnis um rithøvundin Magnus Dam Jacobsen, ið andaðist í 1978. Rói hevur megnað at flutt hesa stórslignu og dramatisku yrking yvir í eitt føroyskt og staðkent univers. Eg havi leingi ynskt at gera eina tulking av føroysku útgávuni og eri sera takksamur fyri tað, sum spurdist burturúr saman við framúr góðum tónleikarum, sangarum og studiotøkningum.

Hoyr ‘Tá ódnin brestur á’ her: https://bfan.link/ta-odnin-brestur-a

Hoyr samrøðu í Góðan morgun Føroyar her: https://kvf.fo/greinar/2024/09/19/knut-tulkar-dylan

Sí kunning á vevsíðuni hjá Tutl: https://www.tutlrecords.com/product/ta-odnin-brestur-a-knut/  

Sí tekstin til 'Tá ódnin brestur á' her.

Tær, ið syngja kór. F.v. Jóhanna Sofía Petersen, Óluva Dam Ísheim, Dorthea Højgaard Dam, Ingrid Højgaard Petersen og Jensia Højgaard Kjærbæk.

Arbeitt verður við kórrøddum.

Mynd: Gwenaél Akira Helmsdal Carré.

Tónleikarar:

Knút Háberg Eysturstein: sang, elektriskan gittar, synth
Mattias Dimitris Kapnas: klaver, synth
Svend Torleik Mortensen: bass
Per Ingvaldur Højgaard Petersen: trummur
Jón Festirstein: violin, viola
Dorthea Højgaard Dam: kór
Óluva Dam Ísheim: kór
Jensia Højgaard Kjærbæk: kór
Ingrid Højgaard Petersen: kór
Jóhanna Sofía Petersen: kór

Lag: Bob Dylan.
Orð: Bob Dylan.
Umyrking: Rói Patursson.
Framleiðari: Knút Háberg Eysturstein.
Lagt til rættis: Knút Háberg Eysturstein, Mattias Dimitris Kapnas, Svend Torleik Mortensen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen.
Upptøkur: Per Ingvaldur Højgaard Petersen og Benjamin Petersen, Rúm 43, Hoydalar.
Miks: Benjamin Petersen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen, Rúm 43, Hoydalar og Stökumörk, Innan Glyvur.
Mastering: Daniel Bacigalupi, Infrasonic Sound, Nashville.
Mynd: Bruno Mikael Eysturstein.
Sniðgeving: Uni Árting.

Hoyr lagið her https://bfan.link/ta-odnin-brestur-a

Tónleikararnir í studio. Mynd: Gwenaél Akira Helmsdal Carré.

Comments