Nordisk Sangsymposium 2026

Foto: Janus Engelbrecht, Sangens Hus.
(English below)

Eg hevði heiðurin at verða boðin við sum luttakari á Nordisk Sangsymposium 2026, ið varð hildið í ODEON í Odense 22.–24. september.

Ein serlig løta hjá mær var, tá eg hevði eina verkstovu fyri teimum uml. 200 luttakarunum við støði í sanginum ‘Blóma mín’ (‘Fagra blóma’). Eg greiddi frá um sangin, um lagasmiðin Hanus G. Johansen, sála, um skaldið Poul F., og um føroyska sangmentan og felagssang. Vit komu eisini eitt sindur inn á føroyska úttalu - ð, á, ó o.a. - men til endans vóru boðini einføld: Syngið við av heilum huga, óansæð úttalu!

So reistust øll, eg setti meg við flyglið, og saman sungu vit ‘Blóma mín’. Tað var ein vøkur løta.

‘Blóma mín’ var við í einum sanghefti við 17 sangum úr øllum Norðurlondum og sjálvstýrandi økjum. Hin føroyski sangurin í heftinum var ‘Tú minsta land’ eftir Anniku Hoydal og Gunnar Hoydal.

Eg hevði eisini eina snarframløgu um mína gransking á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetur Føroya og um sang í føroyskum skúlum. Harumframt upplivdi eg fleiri áhugaverdar framløgur, workshops og konsertir, og høvi var at hitta og práta við granskarar, undirvísarar og onnur, ið arbeiða við sangi kring Norðurlond.

Í sambandi við symposiumið varð eitt norðurlendskt memorandum um at styrkja sang í skúlanum, sum eg eisini havi skrivað undir, almannakunngjørt. Har verður m.a. mælt til, at sangur fær ein livandi og afturvendandi leiklut í skúlanum, at førleikarnir hjá lærarum og námsfrøðingum at syngja við børnum verða styrktir, og at sangur verður raðfestur sum partur av felagsskapi, trivnaði og mentanarligum og demokratiskum dannilsi.

Nordisk Sangsymposium verður hildið triðjahvørt ár. Hetta var aðru ferð, eftir fyrsta symposiumið í Oslo í 2023, og næstu ferð verður farið til Svøríkis.
Foto: Janus Engelbrecht, Sangens Hus.
I had the honour of being invited to participate in Nordisk Sangsymposium 2026, held at ODEON in Odense, Denmark, on 22–24 September.

A particularly special moment for me was leading a workshop for the approximately 200 participants, centred on the Faroese song ‘Blóma mín’ (‘Fagra blóma’). I spoke about the song, its late composer Hanus G. Johansen (1950-2025), the poet Poul F. Joensen (1898-1970), and Faroese singing culture and communal singing. We also spent a little time on Faroese pronunciation – ð, á, ó, etc. – but in the end my message was simple: Let your voices be heard!

Everyone then stood up, I sat down at the piano, and together we sang ‘Blóma mín’. It was a beautiful moment.

‘Blóma mín’ was included in a songbook featuring 17 songs from across the Nordic countries and self-governing territories. The other Faroese contribution was ‘Tú minsta land’ by Annika Hoydal and Gunnar Hoydal.

I also gave a short presentation on my research based at Faculty of Education, University of the Faroe Islands on singing in Faroese schools. The symposium offered many interesting presentations, workshops and concerts, as well as opportunities to meet and exchange ideas with researchers, educators and others working with singing across the Nordic region.

The symposium also saw the publication of a Nordic memorandum calling for a stronger role for singing in schools, which I have also signed. Among its recommendations are that singing should have a vibrant and recurring place in school life, that teachers and educators should be better equipped to sing with children, and that singing should be prioritised as a means of fostering community, well-being, and cultural and democratic education.

Nordisk Sangsymposium is held every three years. This was the second symposium, following the inaugural event in Oslo in 2023, and the next will be held in Sweden. 
Foto: Janus Engelbrecht, Sangens Hus.

Comments